hósdagur 26. februar 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 40 - 26. februar 2009
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Manchester City-venj-
arin, Mark Hughes,
fekk á sinni Gunnar
Nielsen til Blackburn
Rovers, og nú eru teir
aftur í sama felag.
FÓTBÓLTUR
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Ungi føroyski landsliðsmál
verjin, Gunnar Nielsen hev
ur skrivað undir sáttmála
við heimsins ríkasta fótbólts
felag, Manchester City. Tað
er North Atlantic Football
Agency við Jákup í Stóru
stovu, sum hevur staðið fyri
samráðingunum hjá Gunn
ari Nielsen.
– Slíkir møguleikar koma
ikki ofta, og tá teir koma,
ræður um at taka teir. Eg
havi fingið ein hálvttriðja
ára sáttmála, sum teir komu
við, og teir góvu eitt gott
tilboð. Men nú byrjar harða
arbeiðið, sigur Gunnar Niel
sen við Rás 2.
– Hetta er somu venjarar,
sum fingu meg til Blackburn
Rovers, og sum sóu møgu
leikarnar í mær og trúðu upp
á meg. So fóru teir til Man
chester City, og støðan broyt
ist í Blackburn. Men tað, at
teir nú vilja hava meg til
Manchester City, gevur mær
eitt ótrúliga stórt sjálvsálit.
Kappingin verður tó hørð
hjá Gunnari Nielsen, tí í løt
uni hevur Manchester City
tríggjar málverjar til fyrsta
liðið, umframt ungar mál
verjar. – Men tað hugsi eg
ikki nógv um, eg má bara
dríva á, og fegnast um, at eg
arbeiði saman við Mark
Hughes aftur, sigur Gunnar.
Spurdur, nær føroyingar
kunnu vænta at síggja Gunn
ar á besta liðnum hjá Man
chester City, svarar ungi
føroyski málverjin, at tað er
ein góður spurningur, sum
honum sjálvum lysti at vita.
– Men sum eg hugsi nú,
so er hetta ein fantastiskur
møguleiki, og teir heinta
meg ikki til felagið, bara til
stuttleikar. Tað er ein grund
til at teir heinta meg, og teir
trúgva upp á meg. Nú ætli
eg mær bara at dríva á, so
mugu vit síggja hvussu
langt tað ber, sigur hann.
Veit hvat fólk vænta
Almenna heimasíðan hjá
Manchester City skrivar, at
Gunnar Nielsen enn eina
ferð er sameindur við bæði
Mark Hughes og málmans
venjaran, Kevin Hitchcock.
Heimasíðan
skrivar,
at
Gunnar er sera spentur
uppá at gerast partur av hóp
inum hjá teimum ljósabláu
í Manchester.
– Hetta er veruliga eitt
stórt felag, og tað er gott at
koma her og kenna onkran.
Eg veit, hvat fólk vænta av
mær. Eg eri veruliga spentur,
tí eg veit, at venjarnir trúgva
upp á meg, so eg ætli mær at
arbeiða hart í felagnum.
Hetta tykist at verða eitt
felag, sum hevur stórar
framtíðarætlanir,
sigur
Gunnar Nielsen við heima
síðuna hjá Manchester City.
– Eg havi møtt fólki á
venjingarmiðstøðini
hjá
City, og eg kenni eitt veru
ligt samljóð í felagnum. Øll
tykjast at verða glað, og
seta fokus á sama mál.
Hetta er eitt gott pláss at
koma til. Nógvir fótbólts
spælarar høvdu givið sín
høgra arm, fyri at koma í ta
støðu, eg eri komin í nú.
Sjálvandi er hetta ógvuliga
spennandi, og eg ætli mær
ikki at søpla hendan møgu
leikan burtur.
Hondbóltssambandið
hevur strikað allar
karantenur eftir
óhepna Bosniatúrin,
so nú er eitt nú møgu-
leiki fyri, at Heini
Hanusarsson aftur
verður at síggja á
landsliðnum.
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
– At allar karantenurnar eru
strikaðar, merkir, at allir
spælarar eru líka stillaðir á
landsliðnum í løtuni og at
landsliðsvenjararnir
hava
møguleika at taka allar spæl
arar út, sigur Kristian Johan
sen, formaður í Hondbólts
sambandinum, við Rás 2.
– Vit hava tikið hetta stig
ið nú, so vit aftur kunnu fáa
frið yvir landsliðið. Vit
hava ikki verið undir trýsti
frá nøkrum, men vóna, at
hetta kann føra til, at kapp
ing verður um øll pláss á
liðnum og at vit fáa eitt gott
støði at standa á.
Hetta stigið hjá Hond
bóltssambandinum merkir,
at venjararnir fáa munandi
betri møguleikar at fyrireika
seg til komandi landsdystir
nar, sum verða í næsta mán
aði, tá Føroyar fyrst spæla
ímóti Sveis á heimavølli
18. mars og síðani á útivølli
tríggjar dagar seinni.
Lættir um arbeiðið
Dia Midjord, landsliðsvenj
ari, visti einki um avgerðina
hjá Hondbóltssambandin
um, men sigur seg vera
fegnan um hana, samstundis
sum hann aftur gloppar
dyrnar fyri Heina Hanusars
son, sum annars hevði fing
ið karantenu restina av hesi
EMundankappingini.
– Eru karantenurnar strik
aðar, so taka vit 14 teir
bestu spælararnar út. Og
tað merkir, at eisini Heini
Hanusarsson kann verða
tikin út, um hann telist mill
um 14 teir bestu, sigur Dia
Midjord við Rás 2, sam
stundis sum hann ásannar,
at tað lættir um arbeiðið hjá
venjarunum, at karantenur
nar detta burtur.
Orsøkin til karantenurnar
var, at fleiri av landsliðsspæl
arunum bókstaviliga komu
»lort í býin« allahalganna
dag, eftir at Føroyar høvdu
spælt ímóti Bosnia niðri í
Sarajevo. Men um skilið í
samband við útidystirnar í
framtíðini vil venjarin tó
ikki siga so nógv, men vísir
á, at tað altíð hevur verið
hampiliga gott skil á ferð
unum hjá landsliðnum, og at
tað helst skal halda fram.
Hondbóltssambandið strikar karantenur
Hondbóltssambandið strikar allar karantenur eftir óhepna
Bosniatúrin, so nú kunnu landliðsvenjararnir frítt velja sær 14
teir bestu av øllum føroyskum hondbóltsspælarum
Mynd: Álvur Haraldsen
Gunnar til miljóningarnar
í Manchester City
Gunnar Nielsen skiftir frá Blackburn Rovers til Manchester City og fær nú aftur Mark Hughes sum venjara
Mynd: Álvur Haraldsen