hósdagur 26. februar 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 40 - 26. februar 2009 ]
Maradona kann enda í geglinum
Enn eina ferð er rok um argentinska landsliðsvenjaran, Diego
Maradona. Eftir tí, sum frættist úr Argenina, so er Maradona rýmdur
frá einari bilvanlukku, har tveir persónar vóru løstaðir. Maradona
skal hava koyrt inn í eina telefonkiosk, og glassplintruni frá
stoytinum raktu tvey fólk til gongur. – Bilurin koyrdi óstøðugt, kom
uppá gonguteigin og koppaði telefonkioskini. Vit fingu skaða av
knústa glasinum, fortelur annað av teimum skaddu fólkunum fyri
argentinskum fjølmiðlum. Maradona noktar kortini fyri, at hann
koyrdi bilin. – Eg sá Maradona og tveir aðrar menn fara frá bilinum,
greiðir eitt eygnavitni frá. Maradona hevur fingið boð um at møta í
rættinum, fyri at fortelja um hendingina.
Danny aftur á Argjum
Danny Rasmussen verður annar av málverjunum, sum
skal stríðast um plássið í málinum hjá AB hetta
kappingarárið, tí hann skal nú aftur royna seg á Argjum.
Tað skrivar heimasíðan hjá AB. Danny Rasmussen spældi
í 2007 og fram til summarsteðgin í fjør á Argjum, tá hann
skifti til HB. Men nú skal hann aftur kappast um
málverjaplássið hjá AB. – Eg eri argjamaður, uppvaksin í
AB, og her hoyri eg til, sigur Danny Rasmussen við
heimasíðuna. Heðin Stenberg vardi málið hjá
argjamonnum í fjør.
FM í
flogbólti
fyri tey
yngru
Leygardagin
verða
Gundadalshøllin, Hoy
víkshøllin og Ítróttar
høllin á Hálsi karmur
um FMkappingarnar
hjá teimum yngru deild
unum í flogbólti.
Tá tilmeldingarfreist
in var úti í gjárkvøldið,
vóru 89 lið úr níggju
feløgum meldað til í
deildunum 10, 12 og 14
ár hjá bæði gentum og
dreingjum, umframt í
deildunum kvinnu og
mansunglingar.
Feløgini
Dráttur,
Fleyr, ÍF, KÍF, Mjølnir,
Nøvan, SÍ og TB eru
við, men serliga frøast
fyrireikararnir um, at
B68 sum nýtt felag hev
ur heili sjey lið við hjá
gentum og dreingjum 12
ár.
Lagt verður til brots
leygarmorgunin klokk
an níggju, og hjá teim
um 10 og 12 ára gomlu
verður alt avgreitt henda
dagin, so føroyameist
ararnir verða funnir.
Hjá gentum og dreingj
um 14 ár og hjá kvinnu
og mansunglingum bíða
avgerðirnar í tvær vikur,
tí tær finalurnar verða
spældar í Trongisvági
13. og 14. mars.
hil
Yossi Benayoun
gjørdist í gjárkvøldið
matchvinnari fyri
Liverpool, sum á
útivølli sigraði á Real
Madrid. Og Bayern
München er væl á veg
í fjórðingsfinalurnar.
CL-FÓTBÓLTUR
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Tað einasta, sum kann sigast
við rættiligari stórari vissu
eftir tær fýra áttandapartsfin
alurnar, sum vóru spældar í
Champions League í gjár, er
at Bayern München við 99
prosents vissu hevur vunnið
sær sæti í fjórðingsfinaluni.
Franck Ribery og Luca Toni
skoraðu tvær ferðir í part og
Miroslav Klose eina ferð, tá
Bayern knústi Sporting á
útivølli í Lissabon. 50 vann
Bayern, eftir hálvleiksstøð
una 10.
Ísraelski landsliðsspælar
in, Yossi Benayoun, gjørdist
stóra hetjan, tá hann stútaði
sigursmálið til 10 fyri Liver
pool í útidystinum ímóti Real
Madrid. Liverpool stendur
nú við einum sera góðum
møguleika ímóti kongafel
agnum úr Madrid, sum síðstu
fýra kappingarárini er sligið
út í júst áttandapartsfinaluni.
Chelsea vann eisini 10 á
Stamford
Bridge
ímóti
Juventus. Sigursmálið fall
longu eftir spæl í 12
minuttir, og var tað enn eina
ferð fílabeinsstrandingurin,
Didier Drogba, sum skoraði
fyri Chelsea.
Villareal hevði ikki sørt av
hepni við sær, at sleppa við
einum
11
javnleiki
á
heimavølli
ímóti
grikska
Panathinaikos,
sum
eftir
einum tíma kom á odda við
vøkrum
langskoti
frá
Giorgios Karagounis. Eina
løtu seinni fekk Villareal eitt
heldur ivasamt brotsspark,
sum Giuseppe Rossi setti í
netið til endaliga úrslitið 1
1.
Liðini spæla returdyst
týskvøldið 10. mars.
Liverpool koppaði Real í Madrid
Yossi Benayoun fegnast saman við liðfeløgunum um
sigursmálið, sum Liverpool fekk á útivølli ímóti Real Madrid, tá
bara átta minuttir vóru eftir at spæla
Mynd: AFP
Úrslit úr Champions League
Sporting Lissabon-Bayern München 0-5 (0-1)
0-1 Franck Ribery, 42. min.
0-2 Miroslav Klose, 57. min.
0-3 Franck Ribery (brotsspark), 63. min.
0-4 Luca Toni, 84. min.
0-5 Luca Toni, 90. min.
Chelsea-Juventus 1-0 (1-0)
1-0 Didier Drogba, 12. min.
Real Madrid-Liverpool 0-1 (0-0)
1-0 Yossi Benayoun, 82. min.
Villareal-Panathinaikos 1-1 (0-0)
1-0 Giorgios Karagounis, 59. min.
1-1 Giuseppe Rossi (brotsspark), 67. min.
Klaksvíkar Klubbi
tapti so dyggiliga
á Tvøroyri herfyri,
men kortini liggur
fyrstaliðið hjá klaks
víkingum klárt á odda
í billardkappingini
BILLARD
Føroyameistarakappingin í
billard fyri lið er nú komin
umleið í helvt. Kappingin
byrjaði við at Mimir legði
seg á odda. Síðani tóku klaks
víkingar dyk á seg og løgdu
mimirsmenn aftur um seg,
og nú hevur so enn eitt felag
tikið hini á bóli. Tað er Tvør
oyrar Billardfelag, sum ikki
hevur verið við í fleiri ár.
Tvøramenninir Max Ras
mussen og Óli Joensen
høvdu vitjan av báðum liðun
um hjá Klaksvíkar Billard
felag seinasta vikuskifti. Og
tað vóru fýra klaksvíkingar,
sum vórðu tungir í huga, tá
teir sunnudagin máttu fara
longu leiðina heimaftur. Tvør
oyrar Billardfelag vann nevni
liga 62 á Klaksvíkar Billard
felag 1 og 80 á Klaksvíkar
Billardfelag 2.
So væl gekk ikki hjá
tvørámonnum, sum vitjaðu
í Klaksvík herfyri, tí tá
vann Klaksvíkar Billardfel
ag 1 80 á Tvøroyrar Bill
ardfelag, og annaðliðið hjá
klaksvíkingum spældi javnt
44 móti tvørámonnum.
Mimir til Klaksvíkar
Mimir fær í kvøld vitjan av
Klaksvíkar Klubba 1. Spurn
ingurin er so, um veteranar
nir, Kristian Sune Høgnesen
og Sonhard Johannessen,
eru komnir yvir skelkin,
teir fingu á Tvøroyri. Hetta
er fyrtu ferð í hesi kapping
ini, at bestu liðini hjá klaks
víkingum og mimirsmonn
um møtast. Mimir hevur
bert spælt tveir dystir higar
til, og tí kann úrslitið av
hesum dysti verða rættiliga
avgerandi fyri bæði liðini.
Støðan í FM kappingini í
billard er nú tann, at Klaks
víkar Klubbi 1 liggur klárt á
odda við 24 stigum fyri fýra
dystir. Næstfremst er Tvør
oyrar Billardfelag við 18
stigum fyri fýra dystir, síð
ani er Mimir nummar trý
við 14 stigum fyri tveir dyst
ir, Havnar Klubbi nummar
fýra við 10 stigum fyri tríggj
ar dystir og aftast er Klaks
víkar Billardfelag 2 við seks
stigum fyri fimm dystir.
Tvørámenn gera hál í billard
Við 31 sigri á Mjølni
á útivølli í gjárkvøldið
blandar ÍF seg millum
liðini, ið dyrgja eftir
silvuri ella bronsu
í Eikliguni hjá
kvinnum í flogbólti
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
Undan dystinum í Klaksvík
í gjárkvøldið hevði Mjølnir
møguleikan at bjóða av
heilt har frammi, men í
staðin gjørdist tað ÍF, ið tók
møguleikan og kom upp á
síðuna av Mjølni.
SÍ er longu farið við gull
inum, so nú eru tað Fleyr,
Mjølnir, ÍF og Dráttur, ið
dystast um silvurið og
bronsuna, og tað merkir, at
tvey av hesum fara at sita
eftir við ongum.
Hóast ÍF byrjaði betri í
fyrsta setti, var tað skjótt, at
Mjølnir fór framum og helt
við góðum spæli fast um
leiðsluna og vann settið.
Í øðrum setti fylgdust
liðini allan vegin uppeftir,
og hóast Mjølnir var á odda
1917, servaði ÍF seg uppá
2023 og endaði við at
vinna settið, sum kundi
farið báðar vegir.
Bæði ferð og spenningur
fóru úr dystinum í triðja og
fjórða setti, og ÍF kundi lut
falsliga trygt stýra gongdini
og vinna bæði settini og
dystin. Serliga í fjórða setti
var ÍF klárt betri enn
Mjølnir, sum ikki megnaði
at svara aftur.
Mjølnir-ÍF 1-3 (25-17, 22-25, 20-25, 14-25)
ÍF-kvinnurnar fara eftir heiðursmerkjum