hósdagur 26. februar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 40 - 26. februar 2009 ]
Formula-
deildin
verið eitt
gott brand
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
– Tað man vera fáur, ið
ikki kennir til Formula.
fo umvegis navnið For
muladeildin hesi síðstu
fýra árini, sigur for
stjórin í Formula.fo,
Hákun Steingrímsson,
nú fyritøkan ikki longur
eigur navnið á bestu før
oysku fótbóltsdeildini.
– Alt hevur sína tíð,
og eftir fýra ára sam
starv var tíðin nú komin
til, at onkur annar kundi
taka yvir, sigur forstjór
in í Formula.fo, Hákun
Steingrímsson,
sum
ikki ivast í, at besta
mansdeildin í fótbólti
hevur verið eitt gott
brand fyri fyritøkuna.
– Umframt at sjálv
deildin hevur itið For
muladeildin, hevur mill
um manna eisini verið
tosað um Formulaspæl
arar og alt møguligt
annað. Hóast vit ikki
hava roknað upp á hetta
krónu fyri krónu, so er
einki at ivast í, at hetta
hevur brandað okkum
sera væl.
Hákun Steingrímsson
sigur, at tað fyri For
mula.fo ikki bara hevur
snúð seg um at fingið
nakað aftur fyri brúkið
av navninum, men at
hetta eisini hevur verið
eitt gott høvi til at
stuðla fótbóltin.
– Vit hava í øllum før
um verið fegin um, at vit
hava fingið hjálpt før
oyskum fótbólti hesa tíð
ina, og vit hava allan veg
in ígjøgnum havt eitt
gott samstarv við Fót
bóltssambandið,
sigur
hann.
– Og tað man í øllum
førum vera fáur, ið ikki
kennir til Formula.fo
umvegis Formuladeild
ina hesi síðstu fýra
árini.
Ivi um afrikanskan aldur
Norski FIFAumboðsmaðurin, Gunnar Martin Kjenner, sigur við
norska TV2, at ofta er torført at staðfesta aldurin á afrikanskum fót
bóltsspælarum. – Hetta hongur saman við, at teir verða ikki skrá
settir, tá teir eru føddir. Teir fáa aldurin, tá teir fáa eitt pass. Og tá
talan er um fótbóltsspælarar, verða teir ofta gjørdir yngri, enn teir í
veruleikanum eru. Vanligt er at siga í Afrika, at ein fótbóltsspælari
hevur tveir aldrar – ein veruligan aldur og ein fótbóltsaldur. Fyrrver
andi ítróttarleiðarin í norsku fótbóltsfeløgunum, Lyn og Frederik
stad, Morgan Andersen, sigur seg mangan hava upplivað, at fleiri
afrikanskir fótbóltsspælarar á pappírinum høvdu sama føðingardag.
Schumacher stuðlar spælarakeypi
Í Köln hava tey sett sær sum mál, at Lukas Podolski aftur skal til
FC Köln, tá hetta kappingarárið er av. Men tað skal nógv til í
hesum døgum, fyri at útvega tær umleið 70 milliónir krónurnar,
sum Bayern München krevur fyri spælaran. Tí eru fólk í Köln
farin undir at savna pening inn, fyri at stuðla keypinum.
Fyrrverandi heimsmeistarin í Formel 1kappkoyring, Michael
Schumacher, hevur nú eisini latið eina upphædd til FC Köln.
Schumacher hevur latið 875 evrur ella 6.500 krónur til innsavn
ingina. Tað er heimasíðan pixel.fckoeln.de, sum savnar peningin
inn, og fyri 25 evrur ber til hjá Kölnfjepparum at keypa eitt pixel
av einari 40.000 pixel stórari mynd av Lukas Podolski.
Næstu trý árini
eitur besta mans
deildin í fótbólti
Vodafonedeildin.
Fótbóltssambandið
og Vodafone skrivaðu
í morgun undir ein
sáttmála, ið tryggjar
fótbóltsfeløgunum
inntøkur frá navnin
um, meðan Vodafone
væntar sær marknað
arføring fyri pengarnar
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Frá fótbólti kenna vit støð
una, tá linjudómarin við báð
um hondum lyftir flaggið
vatnrætt upp um høvd fyri at
markera, at nú skal gerast ein
útskifting í dysti. Og hetta
var júst myndaliga støðan í
morgun, tá Formula.fo fór út
og Vodafone kom inn.
Klokkan var nakrar min
uttir í níggju, tá Høgni í
Stórustovu, FSFforseti, og
Bjarni Askham Bjarnason,
stjóri í Vodafone, settu sínar
undirskriftir á sáttmálan, ið
merkir, at besta mansdeildin
í føroyskum fótbólti ikki
longur skal eita Formuladeild
in, sum hon hevur gjørt tað
síðani 2005, men nú skiftir
navn til Vodafonedeildin.
Samband
hevur
verið
millum Fótbóltssambandið
og Vodafone í eina tíð, men
tað er serliga síðstu tvær
vikurnar, at tingingarnar
millum partarnar hava verið
so mikið ítøkiligar, at eitt
veruligt samstarv nú kundi
spyrjast burturúr.
Marknaðarføring
– Fyri feløgini merkir sam
starvið, at tey kunnu rokna
við einari inntøku í trý ár, tí
øll upphæddin fer óskerd út
til feløgini, sigur Høgni í
Stórustovu,
sum
nevnir
marknaðarføringina
av
fótbóltinum sum ein stóran
síðuvinning í samstarvinum
við Vodafone.
– Fyri føroyskan fótbólt
og Fótbóltssambandið merk
ir hetta, at platformurin fyri
marknaðarføring av fótbólt
inum er styrktur, tí teirra
royndir av beinleiðis markn
aðarføring mótvegis brúkar
anum koma eisini at hjálpa
okkara máta at marknaðar
føra uppá.
Og júst marknaðarføringin
er eisini lyklaorðið, tá Bjarni
Askham Bjarnason skal lýsa
fyrimunirnar fyri Vodafone í
nýggja samstarvinum við
Fótbóltssambandið:
– Vit síggja hetta sum ein
góðan møguleika at styrkja
marknaðarføringina
hjá
okkum. Serliga, nú vit í fjør
broyttu navn, fáa vit við
hesum ein góðan møguleika
at fáa sligið hetta navnið
ordiliga fast, sigur stjórin í
Vodafone.
– Somuleiðis fáa vit ein
massivan marknaðarførings
platform á fimm støðum
kring landið, hvørja ferð
tey 27 umførini í Vodafone
deildini eru á skránni. Og
tað er nakað, vit avgjørt
kunnu brúka til nakað.
Trý ár fyri fyrst
Tað fer óivað at taka eina
løtu hjá fólki at venja seg við
nýggja
navnið
á
bestu
mansdeildini, tí hesi fýra
árini, síðani deildin í 2005
fekk navnið Formuladeildin,
hevur tað veruliga fest seg og
er blivið ímyndin av sunnu
dagsfótbólti kring landið.
Tá spurt verður um longd
ina á sáttmálanum, sum
altso gevur deildini navnið
Vodafonedeildin næstu trý
árini, duga hvørki Høgni í
Stórustovu ella Bjarni Ask
ham Bjarnason at siga,
hvussu verður, tá hetta trý
ára skeiðið er farið.
– Sum tíðirnar eru júst nú,
hevur tað í øllum førum
stóran týdning, at vit kunnu
fáa ein sáttmála, sum fevnir
um fleiri ár. Og í sáttmálan
um er eisini latið upp fyri
møguleikanum
at
halda
fram, tá hesi trý árini eru far
in, sigur Høgni í Stórustovu.
– Eg kundi eisini hugsað
mær, at tað fyri Vodafone
til ta tíð fer at kennast nátt
úrligt at vilja halda fast við
eitt sovorðið brand, sum
føroyskur fótbóltur nú eina
ferð er.
Bjarni Askham Bjarnason
sigur seg ikki kunna siga
nakað um tað longu nú,
men hann útihýsir ikki møg
uleikan fyri framhaldandi
samstarvi, tá tey trý árini
eru farin:
– Vit vita jú, at í Danmark
hevur tað itið SASligan í
mong ár, so tað verður
kanska náttúrligt hjá okkum
at halda fram, tá komið er so
langt. Men júst nú dugi eg
slett ikki at svara upp á tað,
sigur stjórin í Vodafone.
Høgni í Stórustovu, FSF-
forseti, og Bjarni Askham
Bjarnason, stjóri í Vodafone,
høvdu tað stóra smílið á
andlitunum, tá teir í morgun
skrivaðu undir sáttmálan,
sum merkir, at besta deildin
í føroyskum mansfótbólti
næstu trý árini eitur
Vodafonedeildin
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Farvæl Formuladeildin og
vælkomin Vodafonedeildin