Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnan Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum ...títt vinnublað Tjóðveldi leggur fram uppskot um at seta ferð á gransking og menning av toskaaling tíðindaskriv Føroyar sum fiskivinnu- og alitjóð eiga at leggja sera stóran dent á maritima gransk ing og nýggjar vinnu møguleikar, og vera í fremstu røð á økjum, har vit hava sjónligar fyri- munir. Tí er týdningarmikið at tryggja miðvísa menning og gransking av nýggjum alimøguleikum, eitt nú aling av toski, har Føroyar hava møguleika at gerast oddviti. Samlaðu umstøðurnar at ala tosk eru bestar í Før- oyum, tá samanborið verður við lond sum Ísland, Norra, Skotland og Kanada. Tað støðuga hitalagið í sjónum er ein stórur fyrimunur eins og granskingarúrslit greitt benda á, at toskurin av Føroyabanka veksur skjót- ari enn onnur toskasløg. Fleiri avbjóðingar loysast Hóast Føroyar hava fleiri kappingarfyrimunir við toskaaling, eru eisini av - bjóð ingar – eitt nú er plássið at ala á avmarkað og neyð- ugt er at menna dygdargóða framleiðslu av toskayngli og í heila tikið uppbyggja vitan og førleikar innan hesa aligrein. Streym viður- skifti og annað, ið ávirkar aling sum heild, er eisini relevant gransking í hesum sambandi. Samstarv millum vinnu og gransking Tað almenna eigur at lyfta uppgávuna at fáa ferð á hesa menning, í samstarvi við vinnuna, soleiðis at vit- anin beinleiðis kemur vinn- uni til nyttu. Tvær privatar fyritøkur eru farnar undir toskaaling á royndarstøði, eins og nak- að av almennari gransking hevur verið framd á økinum seinastu árini. Tankin er, at P/F Fiskaaling, ið hevur gjørt eina lagtíðarætlan fyri økið, skal hava ein sam- skipandi leiklut, og at peng- arnir verða oyramerktir til menning og gransking í toska aling og viðurskiftum kring hesa. Pengarnir skulu nýtast í samstarvi við vinn- una og/ella í samstarvi við aðrar granskingarstovnar. 7 milliónir krónur Í uppskotinum hjá Tjóðveldi er ætlanin at nýta pengar úr “endurgjaldsgrunninum til alivinnuna”, til at leggja fíggjarligar lunnar undir menning og gransking av nýggjum alimøguleikum, serliga aling av toski. Talan er um knappar 6,9 milliónir krónur. Endurgjaldsgrunnurin hev ur ikki longur nakað enda mál og longu í 2006 mælti nevndin fyri grunnin til at taka grunnin av. Tjóðveldi metir, at menning av nýggjum ali- møguleikum er ein sera góður máti at nýta hesar pengar, tí hetta kann tilføra bæði vinnuni, granskingar- umhvørvinum og sam- felagnum stór virði. Menna møguleikarnar fyri aling av toski Sosialurin setir í dag serligt fokus á eina blómandi føroyska alivinnu, nú undan spenn andi og stóru ali ráðstevnuna, sum verður á Hotel Føroyum í morgin Fokus á blómandi alivinnuna