Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnan Nr. 40 - 26. februar 2009 Soleiðis sigur Erhard Joensen, stjóri í Faroe Farming, og sipar til enska grein um fyritøkuna, ið stóð í Faroe Bussiness Report 2008 undir júst hesi yvirskfrift. Men ein sannroynd er tað, at hóast tunga byrjan í 2003, so er fyritøkan nú í vøkstri og hevur sera sunn tøl á botnlinjuni, og má við sínum 48 fólkum í arbeiði metast sum stórt arbeiðspláss í Suðuroynni Aling Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Faroe Farming varð stovnað 19. november í 2003. Tá varð alingin í Suðuroynni umskipað, eftir at sjúka og annað hevði lagt alingina í oyði, og menn máttu kasta frá sær. Mennirnir, sum tóku við, vóru ikki ókendir ella óvan­ ir við alivinnuna, tí teir høvdu áður fingist við aling, nevniliga frá 1990 til 1999, tá aðrir tóku við frá 1999 til 2003. Men tá sjúka legði hesar royndir í oyði, tóku somu menn við aftur. Tað var Erhard Joensen í Vági, ið saman við øðrum, stovnaði Faroe Farming, og royndi at byggja uppaftur hesa viðbreknu vinnu. Tað vóru sterkir íleggj ar­ ar, ið vóru við, nevniliga Eik, Framtaksgrunnurin, Faroe Seafood, Havsbrún og eitt íløgufelag í Suður­ oynni, nevnt Suðuraling. Baldrut byrjan Faroe Farming bygdi víðari á rovini á tí, ið var farið. Faroe Farming eigur øll loyv ini á sjónum í Suður­ oyarøkinum. Men byrjanin var baldr­ ut. ­ Sjúka kom uppí leikin longu fyrsta árið, og vit fingu keðiligt úrslit, men felagið var so umskipað í 2005, greiðir Erhard Joen­ sen frá. Og síðani hevur gingist betri. ­ Vit hava ein kapasitet uppá 3500 tons árliga, men ætla at økja til eini 4500 tons, sigur Erhard Joensen. Faroe Farming hevur ali­ ringar í Øravík, Vági, Lopra og Hovi, og alt verður slaktað í Vági, har felagið leigar ein stóran bygning, ið bæði hýsir fiskaarbeiði og skrivstovum. Stórt arbeiðspláss, ið gevur avlop Og Faroe Farming hevur megnað at gera alingina til eitt stórt arbeiðspláss í Suðuroynni, tí eftir nøkur ár, har arbeiðið ikki hevur verið støðugt, eru teir nú komnir í fulla framleiðslu, og 48 fólk eru í full tíðar­ starvi. At teir nú hava fulla framleiðslu merkir, at ar beitt verður nú á slátur­ virkinum alt árið, har tað annars hava verið steðgir í undanfarin ár. ­ Vit eru næstminsta ali­ felag í Føroyum, sigur Er ­ hard, men ásannar, at í Suðuroynni er slíkt arbeiðs­ pláss av stórum týdningi. Hann leggur afturat smíl­ andi, at hóast smá, so er talan um heimsins besta alda laks, og sipar hann her til grein í Faroe Bussiness Report 2008, har hann sigur júst hetta, men annars greiðir nærri frá hugsjónini hjá Faroe Farming, tá tað snýr seg um aling. ­ Tað gongur væl, og vit høvdu 5,3 milliónir í av ­ lopið í fjør fyri skatt, og um seta fyri 80 milliónir árliga, greiðir Erhard Joen­ sen frá, og leggur afturat, at teir sjálvandi vóna, at gongd in heldur fram. ­ Ætlanin er nú at seta út 500.000 smolt í Hovi, í Øra vík ganga 700.000 smolt og seinni í heyst ætla vit at seta eina millión smolt út í Vági. Hetta skuldi givið eina framleiðslu á 4.500 tons og eini 50 fólk í arbeiði, umframt onnur, so sum smiðir, teir ið gera kass ar og onnur, sigur Erhard Joensen. Hann fegnast um jaligu gongdina, ið lítla felagið hevur havt, og dylir ikki, at hann heldur vil ganga stillis liga við hurðunum, en rópa so hart, men hann smæð ist tó ikki við at siga, at starvsfólkið er gott. ­ Tað hevur ongantíð stað ið á at fáa fólk, og fólk­ ini vit hava eru sera røsk. Tað er gott fólk allan vegin ígjøgnum, ið vit hava, sigur Erhard Joensen, stjóri í Faroe Farming. Í Suðuroy er heimsins besti aldi laksur Teir slakta í Vági og aliringarnir hjá Faroe Farming verða togaðir til bryggjukantin í Vági Mynd: Dagfinn Olsen Tað gongur væl, og vit høvdu 5,3 milliónir í avlopið í fjør fyri skatt, og umseta fyri 80 milliónir árliga, greiðir Erhard Joensen frá Mynd: Dagfinn Olsen Faroe Farming hevur megnað at gera alingina til eitt stórt arbeiðspláss í Suðuroynni, tí eftir nøkur ár, har arbeiðið ikki hevur verið støðugt, eru teir nú komnir í fulla framleiðslu, og 48 fólk eru í fulltíðarstarvi. Slaktað verður í Vági, har felagið leigar ein stóran bygning, ið bæði hýsir fiskaarbeiði og skrivstovum Mynd: Dagfinn Olsen Alarar keypa rogn úr Íslandi Fyri umleið einum ári síðan umrøddu limirnir í Føroya Havbúnaðarfelag, hvar tryggast mundi vera at keypa laksarogn úr útlandinum. Felagið søkti sær hjálp hjá bestu serfrøðingum í Føroyum at finna út av, hvat best var at gera við atliti til smittuvanda. Valið stóð ímillum at keypa rogn úr Skotlandi, Noreg ella Íslandi. Niðurstøðan, sum felagið saman við sínum serfrøðingum kom til, var, at tryggast var at keypa rognini úr Íslandi. Tað er felagið Stofnfiskur, ið hevur sítt virksemi á Reykjavíkarleiðini, sum er veitari av hesum rognum. ... Ymiskt um rognadygd Sum skilst, eru føroyskir alarar ymiskir á máli um dygdina á íslendsku laksarognunum. Summir halda, at dygdin er í lagi, meðan aðrir halda, at hon ikki er. Men veitari er hin sami, nevniliga felagið Stofnfiskur. Hugsandi er tí, at sendingarnar úr Íslandi hava verið ymiskar til dygdar.