Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 vinnan Nr. 40 - 26. februar 2009 Tað er so at siga eing- in í øllum heiminum, sum dugir so væl at ala tosk á landi, sum tey hjá Faroe Cod Farm (FCF) í Hvalba. Men alingin er í vanda fyri at fara fyri bakka. Fær FCF ikki nýggjan kapital, fara vit at sita í Føroyum um fimm ár og telja pengarnar hjá norðmonnum og øðrum, sum kunnu byggja víðari á tær royndir, ið føroyingar hava gjørt sær higartil við toska-alingini á landi FCF í Hvalba Leif Láadal Í Hvalba eiga tey ikki bara nakrar av bestu ísfiska- trolarum í heiminum. Har finst eisini eitt virkið, sum er við á allarfremstu rók, tá tað snýr seg um aling av toski á landi. - Eigararnir trúgva fram- vegis upp á prosjektið, men sum tíðirnar eru, er torført at fáa nýggjan kapital til vega, og tí átti tað almanna at komið upp í leikin, so heimsins kanska fremsta toskaaling á landi ikki end- ar á øðrum enn føroyskum hondum, ella fullkomiliga fer fyri bakka, sigur Richard Rognsoy, sum ikki eftirlýsir nakran kreppustuðul, men heldur einum almennum menningaríkasti, sum hevði gjørt mun. Í Norra hevur almenni myndugleikin sprænt eina milliard krónur í toskaaling seinnu árini, og tað hevur havt við sær, at normenn eru við heilt frammi, tá tað snýr seg um aling av toski á sjónum. Í Føroyum er toskaalingin á landi í Hvalba við í fremstu røð, og tað sjálvt um almenni kostnaðurin higartil hevur verið ein eyðmjúk hálv millión krónur um árið. Heildarætlan Í løtuni er fyri so vítt einki skil á almenna leiklutinum í tí, sum kann gerast næsta stóra ali-ævintýrið her á landi. Toskaaling á sjónum koyrir sína egnu gongd við útgangsstøði í Árnafirði, toskaalingin á landi í Hvalba steðgar kanska upp um stutta tíð, tí har eru ov fáir pengar, og tá tað snýr seg um lívfiskin á Fiska- aling, eru játtanirnar har eftirhondini so smáar, at tað bara er ráð til halda bluss- inum á tí lægsta stiginum. Richard Rognsoy eftirlýs- ir tí einari heildarætlan. Einari ætlan, sum skal seta út í kortið, hvar føroyingar vilja á toska-alileiðini, hvussu hendan aling skal skipast í mun til spurningar sum “land kontra firðir”, “tosk kontra laks og síl”, “vinnuframaátøk kontra eginfígging” og mang ann- að, sum manglar. Tað hevði verið ynskiligt við einari heildarætlan fyri, hvat vit skulu gera við toskaalingina í Føroyum næstu fimm-seks árini, tí so visti allir partar, hvat teir høvdu at halda seg til, sigur Richard. Fremst í heiminum Toskaalingin á landi í Hvalba er ein av teimum heilt fáu verkætlanum av hesum slagi, sum hevur víst seg at kunna bera seg. Í løtuni er toskurin í Hvalba umleið 1,5 kilo , og arbeitt verður við at fáa hann enn størri. At ala á landi gevur ein størri tryggleika enn at ala á sjónum, sigur Richard Rognsoy, tí tað er lættari at hava stýr á umhvørvið, har alt verður. Og tað hevur gingið væl higartil. Sum er, hevur tað eydnast FCF at alt tosk líka bíligt, sum mann alir laks í løtuni. Áhugin fyri toskaalingini á landi í Hvalba er stórur uttanlands. Serliga hava aðrar norskar fyritøkur ligið framvið. - Vit liggja inni við eina hollari vitan og góðum royndum, sum tey eru sera áhugað í til dømis Norra, sum er komið styttri enn vit í at ala á landi, og eg havi fingið fyrispurningar frá alarum í Norra, sum vilja sleppa at seta pengar í, ella rætt og slætt vilja sleppa at keypa virkið, taka tað niður og seta tað upp í Norra, sigur Richard Rognsoy. Av Føroya Banka Tað er serligi Føroya Banka-toskurin, sum er grundarstøðið undir før- oyskt alda toskinum, og tað er hesin toskur, sum sær út til at sláa allan annan aldan tosk á marknaðinum. Før- oya Banka-toskurin veksur skjótari, hann krevur mini- malt av ljósi fyri at steðga kynsbúgvingini - sum mann ger í alingini. Framleiddur í kørum á landi, er toskurin eisini fastari í kjøtinum enn flest allur annar aldur tosk- ur. Fyri at verja hendan ser- staka tosk, og geva føroy- ingum møguleika at blíva kanska heimsins fremsti toska-alari, mælir Richard Rognsoy til, at ein nevnd verður sett við umboðum fyri almenna myndugleikan, Fiskaaling og toskaalingina her á landi, sum skal gera eina heildarætlan, har peng- ar fylgja við. Ein heildarætlan við umleið 40 milliónum krón- um, hevði verið nóg mikið beint nú, metir hann. Fyri tann peningin, hevði mann kunnað ment føroyska toska-aling á landi til eina veruliga vinnu við risa- stórum inntøkumøguleik- um. Umstøðurnar Í Hvalba er gott at ala á landi, men fyritøkan FCF treingir eftirhondini til betri umstøður og størri bygning- ar og kør. - Mann hevur tosað um ein vinnuframagrunn fyri Suðuroynna í áravís, og slíkur grunnur kundi til dømis stuðlað kommunum í at gjørt byggiklárt hjá teimum fyritøkum, sum vilja í gongd, ella vilja útbyggja, sigur Richard Rognsoy. Stjórin á FCF hevur kannað umstøðurnar í Norra, og har standa komm- unur á høvdinum á hvør aðrari fyri at lokka fyritøkur av hesum slagi til sín. Tær gera tískil alt klárt til bygging, uttan at tað kostar virkinum eitt oyra. - Eg sigi ikki, at føroyskir myndugleikar skulu gera júst tað sama, sum verður gjørt í Norra, men hetta Heimsins fremsta toska Fakta Ognarviðurskiftini hjá Faroe Cod Farm síggja soleiðis út: ECO Farm (NOR): 25,6% Tjaldur: 21,3% Eik Grunnur: 21,3% Steintór: 21.3% TF Holding: 10,6% Sjálvt um alingin av toski á landi í Føroyum kanska er tann fremsta í øllum heiminum, so er spurningurin, hvussu leingi hendan støða heldur fram. Í Norra tveita tey nevniliga pengar í nakkan á toska- alarum. Seinastu tíðina eru 500 milliónir norskar krónur settar av til at menna marine-sektorin, umframt at ein milliard krónur eru brúktar til at menna toskaaling. Í Føroyum fær Faroe Cod Farm (FCF) í Hvalba 500.000 kr. árliga úr Vinnuframagrunninum, og tað er betri enn einki, men ikki nær í námind einum tali, sum ger veruliga mun, sigur stjórin á Richard Rognsoy. - Eg sigi ikki, at vit skulu spræna milliardir í føroyska toskaaling, men ein 5-6 ára ætlan fyri økið við eini 40-50 milliónum í einum grunni til endamálið, vildi havt við sær, at Føroyar varðveittu fremstaplássið, tá tað snýr seg um aling á landi, sigur hann. Í Føroyum er avmarkað við firðum, sum alast kann á, og tí er aling á landi ein góður møguleiki, sigur Richard Rognsoy, stjóri hjá Faroe Cod Farm í Hvalba, sum alir tosk á landi. Hann vísir á, at eitt virkið, sum í dag fæst við aling á sjónum, kann supplera sína laksa- og sílaaling við toski á landi, og á tann hátt slappa undan at velja millum laks og tosk á sjónum. Munur á umstøðum »Eg havi fingið fyrispurningar frá alarum í Norra, sum vilja sleppa at seta pengar í, ella rætt og slætt vilja sleppa at keypa virkið, taka tað niður og seta tað upp í Norra« Richard Rognsoy, stjóri hjá Faroe Cod Farm Aldi toskurin í Hvalba kann gerast eitt satt gullnám, um Faroe Cod Farm sleppur víðari, sigur stjórin Richard Rognsoy Mynd: Áki Bertholdsen Áhugaverdar toskaroyndir Granskarar eru sera spentir upp á nýggjar royndir við at savna undirmáls tosk í botngørnum í donskum og týskum gørnum í vestara parti av Eystursjónum. – Vit eru so vónrík, at vit ætla at halda fram við royndunum. Vit vóna, at víðka um royndirnar, og tí hevði tað komið væl við at fingið fimm garnafiskarar í royndunum, sjálvt um vit miðað móti tíggju. Tað merkir eisini eina góða útbreiðslu av økjunum, so talan ikki bert verður um tað eina økið, sigur Maria Storr-Paulsen frá DTU Aqua, ið er ein av donsku granskarunum í JOIFISH verkætlanini. Tveir danir og tveir týskir botngarnsfiskarar vóru við í royndunum heystið 2008 og skaptu grundarlagið fyri hagtølunum. 39.022 toskar undir 20 sentimetrar vórðu í tíðarskeiðinum heystið 2008 fiskað í botngørnum á 13 ymiskum positiónum við Lolland, Fyn og við Fehmern í Týskalandi. Alt bendir á, at ágrangurin 2008 er størri enn meðal, sigur Marie Storr-Paulsen.