Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-26, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 vinnan Nr. 40 - 26. februar 2009 ALING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Tá Lívfiskastøðin í sínari tíð varð bygd, var hetta við tveimum endamálum í hyggju: Annað var at byrja kynbótaarbeiði í sambandi við síl og serliga laks, hitt var ein liður í einari bygda­ menningsætlan, sum upptók politikarar nógv eftir krepp­ una fyrst í 90­árunum. Ein av teimum, sum hev­ ur verið við so at siga frá byrjan, er Edmund Nielsen. ­ Vit ala laks fram til hann er klárur at gýta, sigur Ed m und Nielsen um ar beiðið á Lívfiskastøðini. Tað er Fiskaaling við Áir, sum letur fiskin til Lív­ fiska støðina í Skopun. Hann vigar tá um 100 gramm ella so. – Vit hava tríggjar ár ­ gangir gangandi her á Lív­ fiskastøðini, meðan tann ynskti árgangurin er við Áir. Laksurin er eitt ár eldri enn hann er úti á sjónum, tá hann verður slaktaður. Og tað verður hann, tá rognini verða tikin, og tí mugu vit hava 4 árgangir Edmund Nielsen. Lívfiskastøðin hevur eis­ ini síl gangandi. – Tað hava vit havt sein­ astu fýra til fimm árini. Talan er um tann gamla síla stovnin í Føroyum. Nakað av tí gekk norðuri í Skálabotni, og tað hava vit so havt inni nú, og tað er tann gamli sílastovnurin frá 1965, sigur Edmund Niel­ sen. Sjúka í Noregi Tá Lívfiskastøðin í sínari tíð læt upp, var ein stórur partur av arbeiðinum kyn­ bótaarbeiði, men tað steðg­ aði fyri einum fimm árum síðani. – Eg dugi ikki reiðiliga at siga, hví tað arbeiðið steðg­ aði, um tað kunnu hava verið fíggjarligar orsøkir, men eg veit tað ikki. Vit hava tó framvegis skil á øllum laksafamiljunum, og hava allar árgangirnar in takt ar sigur Edmund Nielsen. Hann heldur, at kyn­ bótaarbeiðið steðgaði eftir at loyvið varð givið til at flyta rogn inn til Føroyar, so alararnir frítt kundu keypa har, teir vildu sjálvir. – Tað er allarhelst óheppi at flyta rogn inn í fleng, tí tað er ikki til at siga, hvørjar sjúkur og annað, vit kunnu flyta inn í landið við hesum. Vandin er í hvussu er stórur, sigur Edmund Nielsen. Og júst hetta at selja rogn til alarar er høvuðsuppgávan hjá Lívfiskastøðini. – Vit selja rogn til alarar­ nar, men av tí at tað stendur øllum frítt at keypa rogn allastaðni, har tú vil, so vita vit ongantíð, um vit eru keypt ir ella seldir við tí, sum vit framleiða, og tað hevur gjørt tað rættiliga trup ult, sigur Edmund Niel­ sen. Hendan óvissan hevur gjørt, at teir ikki hava klárað at selt alt tað, teir hava fram leitt seinastu árini, men fyri árið í ár er ógvuliga nógv selt – um ikki alt – og tað kemst av tí, at tað er uppstaðin ein nýggj sjúka í Noregi. – Eg kenni ikki tekniska navnið á sjúkuni, men eg havi lisið í alibløðum, hvussu óførir norðmenn halda okkum føroyingar vera, at vit standa saman um ikki at keypa rogn frá Noregi beint nú, tí teir dragast við hesa sjúkuna, sigur Edmund Nielsen. Orsakað av hesum keypa føroyskir alarar nú meiri frá Lívfiskastøðini. – Men logikkurin er eitt sindur løgin í tí, av tí at rokn ast kann við, at tá sjúkan er bast, fara vit aftur at keypa rogn frá øðrum, sigur Edmund Nielsen. Hann heldur, at skulu vit hava ein støð sum hana í Skopun, er neyðugt at vit trúgva upp á hana, og taka kynbótaarbeiðið upp aftur, um tað er tað rætta. Rognini tikin við Áir Edmund Nielsen sigur, at Lívfiskastøðin í Skopun lættliga kann nøkta allan tann tørv sum er á laksa­ rognum í Føroyum. – Sjálvandi ber ikki til at verja seg um óhapp koma inn í myndina sum ger, at arbeiðið forferst onkus­ vegna, men undir øllum van ligum umstøðum er eingin trupulleiki at nøkta Megna at nøkta tørvin Lívfiskastøðin í Skopun hevur enn sum áður sín stóra týdning í føroyskari aling, sjálvt um kynsbótaarbeiðið helt upp at í 2004. Laksur og síl verða ald á støðini fram til tey gýta, og kapasiteturin er nóg stórur til at nøkta tørvin í Føroyum Edmund Nielsen er annar av tveimum, við ábyrgd av fiskinum, sum svimur á Lívfiskastøðini í Skopun. Hann hevur starvast har í útvið 14 ár, ella næstan síðani støðin læt upp Við tangabilunin var eisini alifóður til fiskin á støðini Eina ella tvær ferðir um árið fær Lívfiskastøðin í Skopun nýggjan laks. Hann er tá um 100 gramm Codfarmers stórt hall Norska toskaalifelagið Codfarmers hevði eitt vánaligt ár í fjør. Roknskapurin vísir, at felagið hevði 136 milliónir norskar krónur í halli. Av hesum stavaðu næstan 50 milliónir krónur frá rakstrinum í seinasta ársfjórðinginum. Umsetningurin hjá Codfarmers vaks úr 47 í 74 milliónir norskar krónur frá 2007 til 2008, men trupulleikin er, at hallið vaks nógv meiri ­ úr 28 í 136 milliónir norskar krónur. Prísurin á toski hevur verið lágur í vetur, og sambært norska útflutningsráðnum hevur prísurin fyri aldan tosk verið niðri á 16 norskum krónum fyri kilo. Ala tosk inni við land Í íslendsku bygdini Súðavík, sum føroyingar munnu kenna frá tí stóra skalvalopinum á sinni, verður nú arbeitt við einari ætlan at ala tosk í ringum, sum skulu vera landfastir. Umframt sjálva alingina er ætlanin at brúka støðina til ymsar rannsóknir og at knýta hana at teirri lokalu ferðavinnuni. Í løtuni verður arbeitt við at kanna, hvat verkætlanin fer at kosta, og hvussu hon skal fíggjast. Tað úrslitið skal ætlandi verða tøkt um einar tríggjar mánaðir. Fyribils skulu einar 900.000 íslendksar krónur brúkast til neyðugar kanningar.