Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-26, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 vinnan Nr. 40 - 26. februar 2009 tørvin, sigur Edmund Nielsen. Sjálv tøkan av rognum fer øll fram norðuri við Áirnar har laksafamiljurnar eisini verða gjørdar, og soleiðis hevur tað verið so gott sum øll árini. - Tá tað er komið hartil, at honirnar eru fram ímóti at gýta, verða tær koyrdar livandi norður til Áirnar, og har verða so rognini tikin. Samstundis verða laksirnir slaktaðir, so teir lata lív tá, um ein so kann siga, sigur Edmund Nielsen. Smái laksurin og sílini, sum koma inn á Lívfiska- støðina í Skopun, koma eisini frá støðini við Áir, so talan er í veruleikanum um eina ringrás. - Vit fáa tangabilar suður higar eina til tvær verðir um árið, tí tá fiskurin er so lítil, passar nógv í ein slíkan bil, sigur Edmund Nielsen. So sigast má, at vit á Sosialinum høvdu valt ein hepnan dag at vitja á Lív- fiskastøðini, tí júst hendan dagin fingu teir ein bil suður frá støðini við Áir við smáum laksi. Gott arbeiðspláss Men hvussu eru so útlitini fyri, at kynbótaarbeiðið á Lívfiskastøðini í Skopun verður tikið upp aftur? - Nei, tað dugi eg ikki at siga. Tað er nakað, sum vinnan og myndugleikarnir mugu finna útav. Men sum eg havi skilt, er eitt skriv sent út, sum skal boða frá, at vit mugu vita, hvar vit flóta í hesum arbeiðinum. Tað ber jú heldur ikki til at framleiða rogn her, um eingin avtakari er til tey. So tað er eitt sindur óvist í løtuni, men vónandi verður ein avgerð tikin um hetta nakað skjótt, og helst undan sumrinum, sigur Edmund Nielsen. Tað eru fýra ársverk knýtt at støðini í Skopun, og talan hevur verið um rættiliga støðug arbeiðspláss. – Hetta arbeiðsplássið hev ur verið rættiliga gott fyri økið her, og tær skatta- krónurnar, sum inn er komnar, eru helst komnar væl við. So tað er ógvuliga óheppið, um tað skal minka niður. Verður hetta arbeiðs- plássið burtur, mugu tey fólkini so fara at finna sær okkurt annað, sigur Edmund Nielsen. Framtíðin tykist eftir øll- um at døma heldur ótrygg, tó at Edmund Nielsen ikki dugir at siga, hvør lagnan hjá Lívfiskastøðini í Skop- un verður. – Tað hevur í fleiri ár ver- ið tosað um, at Sand oyggin skuldi gerast eitt lívfiskaøki burturav. Men tað tykist, sum hetta hevur verið ein undanførsla, sum nýtt er, tí tað hava altíð verið ynskir um at alt her rundan um og á oynni sjálvari. Tað ber jú ikki til at halda fólki í óvissu allar ævir, tað skuldi helst komið ein meiri skip- að loysn á hesum málinum, sigur Edmund Nielsen. Sjálvur hevur hann nú starvast á Lívfiskastøðini í út við 14 ár, og tað ger eingin, um arbeiðsplássið ikki er gott. – Jú, hetta hevur verið eitt óføra gott arbeiðspláss, tað er vist. Og tað verður púra vist saknur í tí, verður tað burtur. Men tað er í líka stór- an mun tann veruleiki, at um vit ikki ynskja at fram leiða okkara egnu rogn í Føroyum, so er tað ein ógvu liga vandamikil av gerð, bert at dúva upp á onn ur, sigur Edmund Niel sen at enda. Støðin hevur fleiri ferðir kent megina í vestanbriminum, við skaðum á bygningin sum avleiðing. Nú er lagt størri grótkast at verja fyri, so bygningurin kann standa tryggur Tríggir árgangir ganga inni á støðini í Skopun. Her taka Edmund Nielsen og Eyðun Viderø móti nýggjum laksi av støðini við Áir Kanada flytir aliumsiting Myndugleikarnir í kanadiska statinum British Columbia hava nú tólv mánaðir til at taka srøðu til eina avgerð hjá kanadiska hægstarætti, sum herfyri gjørdi av taka ábyrgdina av laksaaling frá teimum lokalu myndugleikunum og at lata ríkisstjórnini umsita eitt nú aliloyvini. Tey hava teir lokalu myndugleikarnir havt síðani síðst í áttatiárunum. Norska fyritøkan Marine Harvest er tann størsta alifyritøkan í British Columbia, men leiðslan har væntar ikki, at avgerðin at flyta ábyrgdina og umsitingina fær nakra stórvegis ávirkan á vinnuna. Størri dent á toskaaling Hóast tað hevur gingið striltið at selja tosk í vetur, heldur norski fiskimálaráðharrin, at Noreg eigur at leggja seg eftir at økja toskaalingina. Við fjølmiðlarnar sigur Helga Pedersen, at rætt er tað, at toskaalararnir hava tað heldur tungt í hsum døgum, men hon ivast ikki í, at júst toskaaling verður ein týðandi vinnugrein fram við norsku strondini í framtíðini. Ráðharrin sigur, at tann aldi toskurin verður eitt gott ískoyti til tann villa toskin, men hon leggur dent á, at tað er umráðandi, at toskaalingin er burðardygg og ikki órógvar umhvørvið.