hósdagur 26. februar 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
vinnan
Nr. 40 - 26. februar 2009
– Vit hava bestu
alarar í heiminum í
dag, og tað eiga vit at
vera ikki sørt errin av.
Tað sigur Jóhan Dahl,
landsstýrismaður
í alimálum, sum
heldur, at vit eiga
at skera burtur
av forðingunum í
eigaraviðurskiftunum
í vinnuni, ið hevur
eina bjarta framtíð í
Føroyum
ALIVINNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
– Støðan í alivinnuni er
góð. Sum øllum kunnugt
hevði alivinnan sera truplar
tíðir fyrst í hesari øldini –
2000 og 2001, tá alt fór á
húsagang orsakað av sjúku.
Men síðani tá hevur vinnan
ment seg aftur, og í fjør
kom hon upp á 29.000 tons
í útflutningi, og sambært
vinnuni sjálvari eru útlitini
fyri í ár, at útflutningurin
fer at toga upp móti 50.000
tonsum.
Tað
sigur
vinnumála
ráðharrin, Jóhan Dahl, sum
eisini umsitur alimál.
Hann sigur, at Føroyar
sum aliland er nummar eitt
í heiminum.
– Vit hava bestu alarar í
heiminum í dag, og tað eiga
vit at vera ikki sørt errin av.
Vit hava eina eftirlitisskipan,
sum aðrir hyggja at, og sum
er ment av Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni saman við
Atlantstøkni, og tað er ein
skipan sum í dag tryggjar,
at tað ikki er ov nógvur
fiskur í ringunum, hon vísir
tøku, hon vísir fóður, sigur
Jóhan Dahl.
Skipanin knýtir alarar
sam an, og er ein ógvuliga
framkomin skipan, sum er
til gagns fyri eftirlits mynd
ugleikan og fyri vinnuna og
alaran sjálvan.
– Eg haldi sjálvur, at ali
vinna í Føroyum er áhuga
verd, bæði innan traditio
nella aling, sum er laksur
og síl, men avgjørt eisini
innan toskaaling, ið hevur
víst seg at verið sera áhuga
verd, bæði á sjógvi og landi,
sigu Jóhan Dahl.
Føroyingar vóru við til
eina ráðstevnu í Íslandi har
tað kom fram, at úrslitini
hjá føroyingum og tær
um støður vit ala og hava alt
undir í Føroyum, hava víst
seg at vera tey bestu yvir
høvur við hesum fiskasløg
um.
– Tí haldi eg, at ein áhald
andi menning av teimum
møguleikum, ið liggja í at
ala tosk, eigur at stuðlast so
ella so av landsins mynd ug
leikum. Tað er jú ein
kostnaðarmikil gongd hjá
teimum, sum eru í hesari
vinnuni at koma hartil, at
vit kunnu tosa um eitt støði,
har hon er burðardygg,
sigur Jóhan Dahl.
Talan er eisini um at
koma yvir tær barnasjúkur,
sum altíð eru við nýggjum
tiltøkum, tað verið seg út
gerð, fóður og so fram
vegis.
– So er politiskur meiriluti
fyri at fáa eitt vinnuligt bein
at standa á aftrat – og tað
vilja vit avgjørt – so haldi
eg eisini at vit eiga at skapa
teir karmarnar, sum skulu
til fyri at vinnan kann blíva
til tað, sum vit vilja hava
hana til, sigur Jóhan Dahl.
Raðfesta aling
Hann vísir á, at onnur lond
eru við til at menna vinnur,
við at veita fasilitetir av
ymsum slag.
– Vit kundu kanska verið
við til at ment toskaaling á
landi, við eitt nú at gjørt
utt anumhvørvið í ordan og
kanska veitt fasilitetir at alt
í, og so kundu alarar sjálvir
útvegað fisk og rikið roynd
aralingina. Vit kundu skapt
karmar at ment eina nýggja
vinnu, sigur Jóhan Dahl.
Hann vísir á, at ein slík
nýggj vinna er dýr at
menna.
– Tú fær ongan inn í hesa
vinnuna við nógvum peng
um, uttan at teir síggja, at
hetta eisini er eitt ynski frá
politiska myndugleikanum,
og at hann bakkar verk ætl
anina upp, sigur lands stýr
is maðurin við alimál um.
Og tað heldur hann sum
sagt, at landið eigur at gera,
so hann vónar at alivinan
generelt, bæði innan laks
og síl og tosk, fer at verða
ein stór vinna.
– Tað er einki at taka seg
aftur í, at heiminum mangl
ar mat og kemur í stóran
mun at liva av aldum vør
um, eisini úr sjónum, fram
eftir, og tað verður ein størri
og størri partur av tí, vit
konsumera,
sum
verður
fiskaføði frá alifiski. Og
har eiga vit avgjørt sum
sam felag at verða ein av
teim um stóru viðspæl ar
unum innan fyri tey øki, ið
vit
nú
einaferð
kunnu
menna okkum í, sum serliga
er laksur og toskur og tað,
vit annars í okkara um
hvørvi kunnu menna, sigur
Jóhan Dahl.
Landsstýrismaðurin við
alimálum sær tí eina ljósa
framtíð
fyri
alivinnuna,
megna vit at halda hana fría
fyri sjúkum.
Eitt av teimum samstarvs
økjunum, sum sitandi sam
gonga hevur fest á blað er
júst at fáa ment alivinnuna,
bæði innan fyri fóður – sum
Havsbrún jú megnar ógvu
liga væl – og innan fyri bio
tøkniliga partin, ella genet
iska partin, fyri at tryggja
sær, hvussu hann kann
menn ast. Men eisini hvussu
best møguligu karmarnir
verða skaptir fyri vinnuna.
– Nakað krónutal er ikki
ásett í hesum sambandi,
men vit kunnu stuðla á
mang ar mátar, millum ann
að við at hjálpa til við fasili
tetum um neyðugt. Tað
hevur í hvussu er eina høga
raðfesting at fáa hesa vinn
una at gerast eitt stórt og
trygt bein at standa á, sam
an við verandi fiskivinnum
í Føroyum og øðrum vinn
um sum KTvinnuni, sigur
Jóhan Dahl.
Kynbótaarbeiði
Eitt øki, sum tað í sínari tíð
varð lagdur stórur dentur á í
sambandi við aling, er kyn
bótaarbeiðið, sum nógv
varð gjørt burtur úr á
Lívfiskastøðini í Skopun.
Hetta arbeiðið varð tó nið
ur lagt fyri einum 56 árum
síðani. Hvørjar eru so vón
irnar fyri, kynbótaarbeiðið
verður tikið uppaftur?
– Ja, hattar er ein góður
spurningur, tí útmelding
arnar frá vinnuni og frá
Fiskaaling eru, at tað nú er
hildið uppat við kyn bóta
arbeiðinum á Lívfiska støð
ini í Skopun, og grund gev
ingin er hon, at tá tað varð
gjørt frítt at keypa rogn frá
øðrum londum, fekst eisini
ein slík góðska, sum fult út
stóð mát við tað, vit kundu
framleiða í Føroyum, sigur
Jóhan Dahl.
Hetta var so orsøkin til,
at marknaðurin varð latin
upp, men tað er heldur ikki
bara gott við hesum.
– Eg havi skilt, at eitt nú í
Noregi hava teir stríðst við
sjúku í rognafiskinum, og tí
er tað eisini ein ógvuliga
um ráðandi spurningur hjá
okkum sum myndugleika,
eins og hjá vinnuni sjálvari,
og hjá Havbúnaðar felag
num, sum umboðar vinn
una, at endurskoða hatta
kjakið, sum eg meti ikki er
liðugt enn. Serliga tá tað,
sum hendir í løtuni, verður
havt í huga, sigur Jóhan
Dahl.
Hann sigur, at tað er
Vit hava heimsins bestu
Stóð tað til landsstýrismannin í alimálum, varð slept púra leyst hvat eigaraviðurskiftunum í alivinnuni viðvíkur
Mynd: Álvur Haraldsen
5.000 mistu arbeiðið í januar
Arbeiðsloysið í Danmark veksur í hvørjum, og nýggj tøl vísa, at í januar
mistu næstan 5.000 danir arbeiðið. Sostatt vóru 64.200 danir
arbeiðsleysir um mánaðarskiftið, so nú er arbeiðsloysið komið upp á 2,3
prosent. Danska hagstovan sigur, at síðani seinasta summar hava meiri
enn 17.000 fólk mist arbeiðið. Vøksturin hevur verið serliga stórur
síðani í heyst, og teir seinastu tríggjar mánaðirnar hava í meðal 4.500
fólk mist arbeiðið um mánaðin. Hagstovan sigur, at heldur verandi
gongd fram, verða 120.000 danir arbeiðsleysir, tá 2009 endar.
RBS risastórt hall
Stóri bretski bankin Royal Bank of Scotland (RBS)
hevði 24,1 milliardir pund í halli í 2008, og tað er
størsta hall, sum nakað bretskt felag hevur havt
nakrantíð, sigur BBC. RBS kunngjørdi sítt ársúrslit í
morgun, og samstundis gjørdi leiðslan vart við, at
bankin fer undir eina umskipan, sum millum annað
ber í sær, at hann fer at selja fleiri ognir og leggja
fleiri dóttirfeløg niður. Bretska stjó0rnin hevur longu
hjálpt Royal Bank of Scotland við 20 milliardum
pundum, og stjórnin ætlar harafturat at yvirtaka
vánalig útlán fyri meiri enn 300 milliardir pund.