hósdagur 26. februar 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
vinnan
Nr. 40 - 26. februar 2009
ógvu liga umráðandi, at vit
ikki fáa sjúku inn aftur í
før oyska
aling
umvegis
innflutt rogn.
– Tað er nakað, vit fyri alt
í verðini mugu tryggja okk
um ímóti. Og nú tá ein ali
ráðstevna
verður
her
fríggja dagin, verður hetta
uttan iva eitt av málunum,
ið verða viðgjørd. Tað er
umráðandi, at karmarnir –
eisini tá sjúku umræður –
eru so tryggir sum gjørligt,
sigur Jóhan Dahl.
Avmarkingar burtur
Tá alivinnan í sínari tíð tók
seg upp í Føroyum, vildi
Guð og hvør maður gerast
alari. Men tá sjúkan av álv
ara fór at gera um seg, fóru
fleiri alibrúk av knóranum,
og talið á eindum minkaði,
samstundis sum brúkini
vuksu í vavi. Og tað hóvar
landsstýrismanninum væl.
– Tað er gott, at alivinnan
er komin á færri hendur.
Fyri tað fyrsta er lættari at
hava eftirlit við vinnuni á
tann hátt, og fyri tað næsta
fær tú nógv størri burðar
dygd í raksturin. Verður
hugt eftir vinnuni í heims
høpi, eru vit jú ógvuliga
smáir, og 50.000 tons er
einki at tosa um í altjóða
høpi, sigur Jóhan Dahl.
Hann hevði tí einki havt
ímóti, at eindirnar kundu
gjørst enn størri.
– Eg fyri mítt viðkomandi
vildi mælt til, at tað als
eingin avmarkming var á,
antin tað var ein stór eind,
ella kanska tvær ella tríggj
ar. Vit eru á veg í tingið við
einari nýggjari alilóg, har
nevndin, sum hevur sitið og
viðgjørt
spurningin
um
nýggja alilóg, mælir til, at
markið
fyri
ognarskapi
verð ur hækkað úr 25% upp
í 50%, sigur Jóhan Dahl.
Hann leggur tó aftrat, at
tað verður ein politiskur
spurningur um, hvørt hetta
fer at bera á mál, og tað má
so tingið avgera, tá tað
kem ur hartil.
– Men mín persónliga
meining – og eg meti meg
hava rímiliga gott innlit í
hesa vinnuna eisini – er, at
tað átti at verið heilt frítt,
sigur Jóhan Dahl.
Landsstýrismaðurin
heldur saman um tikið, at
framtíðin hjá føroyskari ali
vinnu sær rættiliga bjørt út.
– Vit hava í dag loyvi til
at vaksinera laks og tað,
sum verður framleitt, og tað
haldi eg er gott. Vit eru í
dag tað landið, sum alir
best, og tað er eitt ógvuliga
positivt tekin. Vit hava
skipanir, sum eru ótrúliga
góðar, bæði tá tað viðvíkur
eftirliti og alibrúkunum, har
teir sjálvir kunnu halda
eftirlit við bæði sær sjálvum
og hvørjum øðrum, sigur
Jóhan Dahl.
Hann vísir eisini á, at vit
sum er onga sjúku hava at
stríðast
við,
samstundis
sum tað hoyrist um sjúkur
aðrastaðnis frá.
– Kili hevur sjúkur at
drag ast við, sama er gald
andi í Skotlandi, Noregi og
Hetlandi, so megna vit at
sigla millum skerini har og
sleppa uttan um sjúkurnar,
so haldi eg vit eru væl fyri í
alihøpi, sigur Jóhan Dahl.
Hann sigur, at vit hava
dugnaligar alarar og fram
leiðarar av øllum tí, sum
skal nýtast til alivinnuna,
eisini
innan
fóðurfram
leiðslu.
– Vit skulu jú alla tíðina
menna alivinnuna, og tað
næsta, vit skulu hyggja
eftir, er møguleikin fyri at
ala úti á opnum havi, har
viðurskiftini eru harðbalin
og krevja serliga góða út
gerð. Og har veit eg, at
Hav búnaðarfelagið
og
alarar nir eru áhugaðir í at
fáa hugt nærri eftir hesum.
Tað haldi eg ljóðar ógvuliga
áhugavert og eg vóni, at
hetta er nakað, sum verður
hugt nærri at av alarunum
og
av
myndugleikunum
eisini, og at vit saman fáa
hetta at virka, sigur Jóhan
Dahl, landsstýrismaður í
alimálum.
alarar
Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri, er eisini
landsstýrismaður í alimálum. Hann sær eina
bjarta framtíð í vinnuni, megna vit at sigla
millum skerini og sleppa undan sjúkum
Mynd: Jens Kristian Vang
Dýrt at sleppa stjóranum
Fyri nøkrum døgum síðani boðaði Fionia Bank danska fíggjareftirlitinum frá, at
bankin var komin í slíka trongstøðu, at hann mátti fáa hjálp fyri at halda fram við
sínum virksemi. Nú skrivar Berlingske Tidende, at stjórin í bankanum, Finn B.
Sørensen, bað um at verða loystur úr starvinum fyri fýra mánaðum síðani.
Samstundis avdúkar blaðið, at ein gamal sáttmáli millum stjóran og bankan
tryggjar Finn B. Sørensen 7,8 milliónir krónur í fráfaringarsamsýning umframt 2,9
milliónir krónur í løn og pensjón og 400.000 krónur í bonus. Tilsamans fær hann
sostatt 11 milliónir krónur við sær.