Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-26, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2009síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 vinnan Nr. 40 - 26. februar 2009 Fiskaaling Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo P/F Fiskaaling hevur nú fing ið sína formellu ISO- góðkennig frá Norsk Veritas í Føroyum. Hetta hendi á hugnaligari samkomu í hølunum hjá felagnum við Áir týsmorgunin. Tey, sum vóru til steðar við hesa løtu, vóru í fyrsta lagi fólk, sum starvast hjá felagnum, umboð fyri nevnd ina aftanfyri felagið, umboð fyri Norsk Veritas í Føroyum og umboð fyri Virkisráðgevingina í Sal- tang ará, sum hevur ráðgivið Fiskaaling fram ímóti góð- kenningini. Við hátíðarløtuna fingu fólk gott smyrjibreyð og okkurt leskandi, og tað var ikki sørt, at tú merkti eina ávísa gleði – og kanska stoltleika – nú felagið sum fyrsti granskingarstovnur í Føroyum hevur fingið eina slíka góðkenning. Stór ábyrgd Tað var stjórin í Fiskaaling, Ingolf Joensen, sum fyrstur tók orðið. Hann ásannaði, at hetta er ein stórur dagur fyri fe - lagið, nú tað hevur eydnast teimum formelt at fáa hesa góðkenning. Stjórin vísti á, at tað er eitt drúgt arbeiði at røkka einari slíkari góðkenning, og hann ásannaði, at hetta leggur eina stóra ábyrgd á felagið. – Vit hava havt góðar skip anir og nógvar góðar mannagongdir. Nú er hetta so vorðið staðfest formelt. Okkara uppgáva er nú at halda lív í hesi skipan, og tað er mín dreymur, at vit, sum arbeiða innan hetta øk ið í Føroyum, sum frá líður verða samansjóðað. Ingolf Joensen segði, at ISO-góðkenningin er ein mikil heiður fyri øll, sum starvast hjá Fiskaaling, bæði starvsfólk, leiðslu og nevnd. – Vit eru øll sera fegin um hetta, legði hann aftrat. Áðrenn vit siga meira um, hvat onnur søgdu við høvi týsdagin, kunnu vit í stuttum siga, at tað er góðsku stýringin hjá Fiska- aling, sum er góðkend av Det Norske Veritas eftir al - tjóða standardinum ISO9001:2000. Skipanin fevnir um til- gongdir, framleiðslustýring og eftirlit, og áherðsla er løgd á góða verkætlanar- stýr ing innan gransking og menning. Eisini verður dentur lagdur á lívfrøðiliga trygd innan lívfiskaka- arbeiði, rogna- og yngul- framleiðslu. Ógvuliga flott Nevndarforkvinnan í Fiska- aling seinastu níggju árini, Janet Fríða Johannesen, segði eisini nøkur orð við løtuna. Hon ynskti øllum teim- um, sum starvast hjá felag- num, hjartaliga tillukku, samstundis sum hon helt, at góðkenningin er eitt flott stig á leiðini. – Tað eru nógv pappír skrivað, og nógv er farið í skrell, sum hon tók til. Janet vísti á, at tað al - menna, sum eigur parta- felagið og játtar pening til virksemið á hvørjum ári, eisini hevur ynskt, at virk- semið skuldi fáa hesa góð- kenning. Hon takkaði Símuni Hammer, stjóra í Virkisráð- gevingini í Saltangará, sum hevur hjálpt til at seta út í kortið og at fáa skipanina upp at koyra. – Hetta skal vera ein livandi skipan, sum ikki má gerast ov pappírskend, men har fólk kunnu læra hvørt annað. Ein ISO-skipan er einki verd, um ikki øll arbeiða fyri at gera hana aktiva. Vit plaga at siga, at sjálv skipanin er 20% av øllum – og fólkini, sum skulu virka í skipanini, telja hini 80%. Janet Fríða Johannesen segði, at tá øll arbeiða á besta hátt fyri felagið og arbeiða innan smidligar og skipaðar mannagongdir, gerst skipanin eisini liv- andi. Hava nógv at liva upp til Andrass Joensen, sum um boðar Det Norske Veri- tas í Føroyum, segði, at tað serliga er seinastu 10 árini, at felagið hevur havt við góðkenning av føroyskum fyritøkum at gera. Hann vísir á, at einar 15 føroyskar fyritøkur hesi árini hava fingið ISO-góð- kenning um Norsk Veritas, og hetta hevur serliga verið innan matvørutrygd og um hvørvi. – Eg vænti, at okkurt felag fær góðkenning aftrat í ár, og tað er ikki óhugs- andi, at okkurt dettur burtur av, sum áður hevur fingið sína góðkenning. Tað er soleiðis, at ein ISO-góðkenning verður eftir mett, tá ein tíð er frá liðin, og vísir tað seg, at fyri tøkan ikki fylgir skip- an ini upp, kann góð kenn- ingin detta burtur. – Tað nyttar einki at siga, at tú ert fantastiskur, um tú ikki ert tað. Ein ISO-góð- kend fyritøka hevur nógv at liva upp til. Tað er týdn- ingarmikið, at leiðin, tú hevur sett út í kortið, verður gingin og fylgd upp. Andrass Joensen segði seg vera stoltan av, at Norsk Veritas í Føroyum hevur verið partur av arbeiðnum, sum er farið fram á Fiskaal- ing, nú felagið hevur fingið sína góðkenning. Fyritøkan heiðurin Símun Hammer, stjóri í Virkisráðgevingini, segði, at tað í fyrsta lagi er felagið Fiskaaling fingið ISO-góðkenning Andrass Joensen handar Ingolfi Joensen skjalið, sum staðfestir, at Fiskaaling nú er ISO-góðkent sambært altjóða standardi Mynd: Vilmund Jacobsen Á eini samkomu við Áir týsdagin handaði Andrass Joensen hjá Det Norske Veri - tas í Før oyum Ingolfi Joensen, stjóra í Fiska aling, diplom sum sigur, at felagið nú lýkur altjóða standardin ISO9001:2000. Skip anin fevnir um til gongdir, fram- leiðslu stýring og eftirlit, eins og áherðsla er løgd á góða verk ætlanarstýring inn an gransking og menning Lego-ættin gjørdi kvettið Nú um dagarnar frættist, at danska leikufyritøkan Lego hevði eina milliard og 350 milliónir krónur í avlopi í 2008. Aftaná kom fram, at Kirk Kristensen-ættin, sum eigur Lego, fekk sær tvær milliardir krónur í vinningsbýti í fjør. Sagt verður, at í útgoldnumm krónum er vinningsbýtið ein milliard krónur ella 400 milliónir størri enn í 2007. Hin milliardin er ein millumrokning millum Lego og felagið Kirkbi, sum eigur meginpartin av partapeninginum í Lego. Leiðslan í Lego væntar aftur framgongd í 2009, men einki er sagt um vinningsbýti hesaferð. Nógv færri arbeiðspláss í byggivinnuni Svenska arbeiðsgevarafelagið innan byggivinnuna væntar, at íløgurnar í bygging farta at minna fimm prosent í ár, og at tað fer at gera, at umleið 20.000 arbeiðspláss hvørva í byggivinnuni. Arbeiðsgevarafelagið væntar serliga stóra afturgongd innan sethúsa- og íbúðarbygging, soleiðis at talið á nýggjum íbúðum verður helvtina minni enn í fjør. Umleið 300.000 sviar arbeiða í byggivinnuni, og arbeiðsgevarafelagið væntar, at 20.000 teirra fara at missa arbeiðið í 2009. Ein uggi er tað, at metingin fyri 2010 bendir á, at tá veksur byggivinnan trý prosent.