hósdagur 26. februar 2009síða 35
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
vinnan
Nr. 40 - 26. februar 2009
ella fyritøkan, sum eigur
heið urin.
– Eg haldi, tað er rætt av
okkum, sum hava hjálpt til
at røkka góðkenningini, at
vit halda okkum í bak
grund ini, tí tað er felagið,
sum hevur gjørt arbeiði og
eigur heiðurin.
Hann segði, at Virkisráð
gevingin saman við Fiska
aling hevur sett nakrar
rætn ingslinjur út í kortið.
– Men vit sum ráðgevar
klára ikki einsamøll at fáa
eina ISOgóðkenning undir
land. Vit hava bara peikað,
men tað eru tit, sum hava
gjørt arbeiði. Eg haldi, at
tit, sum standa aftanfyri
Fiska aling, hava gjørt eitt
dygdargott arbeiði, og eg
haldi eisini, at hetta hevur
gingið lutfalsliga skjótt.
Símun Hammer helt, at
ein slík góðkenning eisini
er kærkomin á tann hátt, at
Fiskaaling soleiðis kann
vísa tí almenna, sum játtar
pen ing til virksemið, at
nak að fæst fyri hesa játtan,
sum hann tók til.
Hýrurin á fólki var góður
við hátíðarløtuna við Áir
týs morgunin.
Fiskaaling
leggur
dent á
gransking
Fiskaaling hevur sett sær stór mál,
og visjónin er at økja um dygdina
í føroyskari aling við gransking og
menning á altjóða støði
Fiskaaling
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Alt broytist og flytir seg, og tað hevur
Fiskaaling, sum hevur sítt virksemi við
Áir, Nesvík og Skopun, eisini gjørt. Sum
árini eru gingin, er felagið í nógv størri
mun farið undir granskingarvirksemi á
altjóða støði innan aling og við atliti til
aling.
Í dag hevur Fiskaaling granskingar virk
semi við Áir og í Nesvík, har royndar
virksemi eisini er við toski og kalva. Í
Skopun hevur felagið lívfisk við laksi og
sílum, meðan lívfiskaarbeiði annars og
rogna og yngulframleiðslan fer fram við
Áir.
Visjónin hjá Fiskaaling er at økja um
dygdina í føroyskari aling við gransking
og menning á altjóða støði.
Felagið leggur dent á altjóða gransking
ar samstarv við granskingarstovnar og
vinnulív.
Høvuðsøkini
Sum høvuðsgranskingarøkir, ið felagið
ynskir at menna, kunnu eitt nú nevnast: 1)
Aling av fiski og øðrum sjódýrasløgum,
2) Aling á streymasjógvi, 3) Fóður, vatn
og framleiðsluhættir, 4) Ílegugransking og
biotøkni, 5) Matvørugóðska úr aldum
fiski og 6) Sjúkufyribyrging, fiskaheilsa
og aliumhvørvi.
Hetta eru stór mál at seta sær, og ein
liður í øllum hesum er ISOgóðkenningin
innan góðskustýring, sum felagið júst
hevur fingið.
Góðskustýringin er ein leiðsluskipan
fyri framleiðslu og prosesstýring, sum tað
verður rópt. Hendan fevnir eitt nú um
politikk, mannagongdir, vegleiðingar og
oyðibløð fyri alt virksemi hjá felagnum.
Stjórin í Fiskaaling, Ingolf Joensen,
vísir á, at felagið leggur áherðslu á góða
verkætlanarstýring innan gransking og
menning og á lívfrøðiliga trygd innan lív
fiskaarbeiði, rogna og yngulframleiðslu.
Veksandi áhugi
Áhugin fyri eitt nú toskaaling er vaksin
munandi tey seinastu árini í londunum
rundan um okkum.
Vit hava tí ment eina
royndarframleiðslu av yngli undan toski
av Føroyabanka, sum er kendur fyri sínar
góðu vakstrareginleikar og góðu
eginleikar annars.
Stjórin vísir á, at ílegur og
vakstrareginleikar hjá toski av
Føroyabanka og landgrunninum verða
nærri kannaðir í nýggjari Ph.D.verkætlan,
sum verður rópt ”Genetic studies of
Atlantic Cod”.
Fiskaaling arbeiðir eisini við at menna
royndar og starvsstovuumstøður til
altjóða støði.
Innan ílegugransking hava vit bygt
eina framkomna starvsstovu við útgerð til
ílegukanningar av føroyskum alitilfari. Nú
verður starvsstovan eisini víðkað til at
fevna um góðskukanningar av aldum
fiski. Næsta stig er at seta í gongd
gransking innan framleiðsluhættir og
aliumhvørvi við feltroyndum og
teldumodellum, sigur Ingolf Joensen,
stjóri.
Tríggir granskarar
Á Fiskaaling starvast tríggir granskarar
við granskaraútbúgving, ein Ph.D.lesandi,
umframt tvey fólk við kandidatútbúgving.
Eisini eru tveir granskarar uttanlands
knýttir til felagið. Harumframt starvast 14
fólk við drúgvum royndum og ymiskum
útbúgvingum og førleikum innan røkt,
lívfiskaarbeiði og framleiðslu.
Fiskaaling framleiðir tosk, síl og laks og
selir rogn og yngul til føroysku alivinnuna.
Øyvindur Patursson, sum er granskari og
góðskuleiðari hjá Fiskaaling, fer eisini at hava
framløgu á aliráðstevnuni
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fiskaaling
P/F Fiskaaling varð stovnað í 1970, og Føroya
Landsstýri yvirtók allan partapeningin í felagnum
í 1973.
Uppgávan var at standa fyri kynbóta arbeiði við
laksi og sílum, og at arbeiða við at menna kalva,
tosk og onnur nýggj fiskasløg til føroysku
alivinnuna.
Endamálini vóru:
• at gera vísindaligar royndir í sambandi við
aling av fiski og skeljadýrum
• at bøta um føroyska alitilfarið
• at reka vinnuligt virksemi innan aling av fiski
og skeljadýrum
Stjórin á Fiskaaling, Ingolf Joensen, við diplominum, sum staðfestir ISO-góðkenningina. F.v:
Símun Hammer, stjóri í Virkisráðgevingini, Ingolf Joen sen, Øystein Patursson, góðskuleiðari
hjá Fiskaaling, Janet Fríða Johannesen, nevndarforkvinna í Fiskaaling og Andrass Joensen, Det
Norske Veritas í Føroyum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ryds smíðar aftur bátar
Fyri fimm mánaðum síðani gavst svenska bátavirkið Ryds at smíða
bátar, tí marknaðurin var steðgaður upp. Men tá virkið luttók á einari
stórari bátastevnu í Gøteborg herfyri, var so stórur áhugi fyri Ryds
bátunum, at eigararnir hava gjørt av at seta fulla ferð á virkið aftur. Teir
næstu mánaðirnar skal Ryds smíða og lata ikki færri enn 1.000 bátar.
Tað var serliga ein 20 føtur stórur bátur, sum vakti ans á bátastevnuni í
Gøteborg, og leiðslan á bátasmiðjuni gleðir seg til at sýna bátin fram á
bátastevnuni í Stockholm, sum verður í næstum, og sum er landsins
størsta.