Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-26, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 vinnan Nr. 40 - 26. februar 2009 Alifóður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá føroyska alivinnan fyri nøkrum árum síðan lá lágt í sjónum, minkaði eftirspurn­ ingurin eftir fóðuri millum føroyskar alarar rættiliga nógv. Neyðugt var hjá virkinum Havsbrún í Fuglafirði í størri mun at leita sær út um landoddarnar at selja sína fóðurframleiðslu, og hetta eydnaðist eisini. Odd Eliasen, leiðari á fóðurdeildini hjá Havsbrún, vísir á, at meðan útflutn ing­ urin av føroyskum alifóðuri fyri nøkrum árum síðan var eini 20.000­25.000 tons um árið, var útflutningurin í fjør bert eini 3.000 tons. Samlaða nýtslan av ali­ fóðuri í Føroyum er eini 60.000 tons um árið, og tá er hetta fóður til fisk, sum er settur út. Av fóðuri til smolt ella startfóðuri er árs­ nýtslan eini 1.000 tons. – Nú gongd er komin á aftur hjá føroysku alivinn­ uni, og eftirspurningurin eftir fóðuri soleiðis er vaks­ in, brúktu vit at kalla alla orkuna á virkinum í fjør til at nøkta tørvin á heima­ maknaðinum. Odd ásannar, at Havsbrún hevði ikki orku til at fram­ leiða somu nøgdir til út ­ lendska marknaðin so hvørt, sum føroyska alivinn­ an aftur fekk fótin fyri seg. – Vit valdu tí at taka før­ oyska marknaðin fram um og nøkta hann fyrst, stað fest­ ir leiðarin á fóðurdeild ini. Størri fram­ leiðsluorka Nú fóðurdeildin hjá Havs­ brún er útbygd og nútím­ ans gjørd við tveimum nýggj um turkum og betri tøkni, er framleiðslu kapasi­ teturin eisini øktur úr um leið 60.000 tonsum upp í eini 90.000 tons um árið. Haraftrat kemur, at nýggi útbúnaðurin eisini fer betri við fóðurinum. Hetta eru íløgur fyri einar 25 miljónir krónur. Vit spurdu tí Odd, um tað er hugsandi, at virkið í størri mun aftur fer at leita sær út um landoddarnar fyri at gera størri nýtslu av økta kapasitetinum. – Vit fara ikki at leypa fram av. Hetta er ein tíð við skiftandi gjaldoyris viður­ skiftum og ótryggum fíggj­ ar marknaði, og tí hugsa vit eisini um tann váða, sum er í at satsa alt ov nógv uttan­ lands í løtuni. Minkandi rávøra Ein annar spurningur, sum eisini er vorðin meira og meira aktuellur, sigur Odd er rávøran, sum er minkandi, nú svartkjaftakvotan hjá skip unum er so nógv skerd. – Tað er sjálvandi spell, at kvoturnar eru skornar so nógv, men vit hava eisini møguleikan at keypa rávøru til eitt nú fóður uttanlands. Hetta kann gerast neyðugt, um rávøran framhaldandi fer at minka. Leiðarin á fóðurdeildini sigur, at tað í stóran mun er mjøl og lýsi, ið gongur inn sum rávøra í framleiðsluna av fóðuri, og tað er serliga lýsi, sum framleiðslan kann koma at stranda upp á. Tá kreppa rakti ali­ vinnuna fyri 5­6 árum síðan, misti Havsbrún nógvan pening. Kortini var virkið við til at hjálpa vinnuni í gongd aftur við at seta pening í fleiri alifeløg Aling Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eftir kreppuna í føroysku alivinnuni, gjørdist talið av alarum færri. Feløg og samtøk, sum nú virka í hesi vinnu, eru størri enn áður, og ognarviðurskiftini eru broytt. Vit hava fingið færri, men dugnaligar alarar, sum hava betri umstøður at taka atlit til umhvørvi, so fisk­ urin ikki gerst strongdur og sjúkur. Nýggjar skipanir á økin­ um eru eisini við til at tryggja aliøkini betri. Eitt av feløgunum, ið gongur aftur sum eigari í fleiri øðrum alifeløgum, er Havsbrún í Fuglafirði. Hóast felagið misti nógv­ Havsbrún eigur í fleiri a Millum feløgini í alivinnuni, sum Havsbrún eigur nógvan pening í, er Viking Seafood á Strondum Havsbrún leggur dent á føroyska fóðurmarknaðin Eftir at fóður fram leiðslan á Havs brún er útbygd og nútím­ ansgjørd, hevur virkið orku til at framleiða eini 30.000 tons meira av alifóðuri um árið, enn føroyski marknaðurin hevur brúk fyri. Men nú fíggjarkreppa er um stóran part av heiminum, vilja tey á Havsbrún ikki leypa fram av. Í fyrsta lagi verður uppaftur størri dentur lagd ur á føroyska fóður­ marknaðin Brandbumbur millum kipsposar Teir persónar, sum stóðu aftan fyri brandálopini í Svøríki í nátt, goymdu bumburnar millum kipsposar í handlunum. Tað skrivar svenska dagblaðið Aftonbladet. Í alt fýra støð í svenska býnum Södertälje vórðu rakt av stórum bumbubrestum í nátt, tó uttan at nakar kom til skaða. Fyrr í vikuni brann eitt hotell í býnum Eskiltuna. Allir gestirnir vórðu bjargaðir út, men trý fingu roykskaða. Hetta er ikki fyrstu ferð, at persónar goyma brandbumbur millum kipspakkar í handlunum. Fyri umleið einum mánaði síðani og beint undan jólum var sami framferðarháttur nýttur – eisini í býnum Södertälje. 22. september 2008 brast ein brandbumba í handlinum Coop í Forum í S¨dertälje. Og aftur ta ferðina varð bumban løgd millum kipspakkarnar. Fyri einum mánaði síðani var tað vøruhúsið Ica Maxi í Södertälje, sum brann orsakað av brandbumbum, skrivar politiken.