Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-26, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2009síða 37

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 vinnan Nr. 40 - 26. februar 2009 Havsbrún í Fugla firði hevur egna starvs­ stovu, sum hevur neyvt samstarv við granskingarstovnar bæði úti og heima. Miðvísi góðsku poli tikkurin hevur givið virkinum altjóða viðurkenning sum eitt framkomið fiska mjøls­ og fóðurvirki Havsbrún Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Rávøran, sum Havsbrún í Fuglafirði keypir, verður avroknað eftir dygd og innihaldi, og virkið setir sera strong krøv til fiskin, sum er grundarlagið undir allari framleiðsluni. Miðvísa góðskingar ar beiði hjá Havsbrún hevur vunnið frama uttanlands og starvsstovan, sum virkið hevur, tryggjar í neyvum samstarvi við føroyskar og útlendskar gransk ingar stovn ar eins og alarar, at vøran, sum virkið selir, er fyrsta floks. Framleiðslan er fiska mjøl, lýsi og alifóður. Við tað, at Havsbrún keypir fiskin og framleiðir sína egnu rávøru, sum verð ur brúkt til alifóður, serliga fóðurmjøl og lýsi, hevur virkið møguleikar sum eing in annar at velja tað besta mjølið og lýsið til sína fóðurframleiðslu. Fiskamjølið og lýsið í fóðri num hjá Havsbrún stavar frá somu fiskasløgum, sum villur laksur náttúrliga etur, og tað er ikki minst hetta, sum tryggjar alifisk inum best møguligar vakst rar møguleikar. alifeløgum Alifóður úr sama fiski sum villur laksur etur Rávøran, sum skipini føra til lands, er grundarlagið undir mjøl- , lýsi-og fóðurframleiðsluni hjá Havsbrún í Fuglafirði Mynd: Vilmund Jacobsen an pening, tá eitt nú sjúka og hareftir húsagangir raktu alivinnuna, var virkið í Fuglafirði so mikið væl kon soliderað fíggjarliga, at tað var ført fyri at hjálpa alivinnuni á føtur aftur. Um hetta mundið keyptu útlendsk feløg seg eisini inn í føroysku alivinnuna og hjá Havsbrún, sum er stórur veitari av alifóðuri, sóu tey seg noydd til at keypa seg inn í vinnuna fyri at tryggja sín marknaðar­ part. Tó at rávøran til fram­ leiðslu av mjøli og lýsi, sum eitt nú er grundarlagið undir alifóðuri, er minkandi, eigur Havsbrún eingi skip, sum eiga kvoturættindi og soleiðis kunnu tryggja virk­ inum eina part av neyðugu rávøruni. Stjórin á Havsbrún, Berg­ ur Poulsen, hevur verið avgjørdur og hevur sagt, at felagið fer ikki at gera íløgur í svartkjaftaskip fyri at tryggja sær rávøru. Hann hevur áður víst á, at Havsbrún fer at halda seg til tað, sum felagið dugir best, og tað er at framleiða mjøl, lýsi og fóður. – Vit hava eitt sera fram­ komið virki, sum vit trúgva uppá, og tí trúgva vit eisini upp á framtíðina, tó at tað sær eitt sindur trupult út við rávøru í løtuni, sigur Bergur Poulsen, stjóri. – Sjálvandi kunnu vit keypa hesa rávøru fyri somu prísir, sum okkara kapp ingarneytar keypa hana fyri. Vit eru sum so ikki í verri støðu enn teir, leggur hann aftrat. Sera framkomið Odd Eliasen, sum hevur starvast á Havsbrún í meira enn 20 ár, vísir á, at hetta er eitt sera framkomið virkið, sum avgjørt ikki nýtist at tapa í kappingini við onnur virki av hesum slagi. – Vit hava eitt topp­ modern að virkið, sum hann tekur til. Á fóðurdeildini starvast eini 20 fólk burtur av í hesi framleiðslu. Samlaða talið av ársverk­ um á Havsbrún hevur í fleiri ár ligið millum 90 og 100, og eitt nú í 2003 og 2004 lá talið beint omanfyri 100. Havsbrún – ein risi Í føroyskum vinnulívshøpi er Havsbrún ein risi, um vit so kunnu siga. Sølan av úrdráttum hjá virkinum hevur í fleiri ár ligið millum slakar 400 miljónir krónur og upp í slakar 700 miljónir krónur um árið. Árligu ráfiskanøgdirnar, sum virkið keypir til sína framleiðslu, hava okkurt árið ligið omanfyri 300.000 tons, men í løtuni bendir mangt á, at virkið ikki kann vænta sær so nógvan fisk tey komandi árini. Rakstrarliga hevur Havs­ brún eisini staðið seg rætti­ liga væl í fleiri ár – við rímiliga stórum avlopum á hvørjum ári. - Nú gongd er komin á aftur hjá føroysku alivinnuni, og eftirspurningurin eftir fóðuri soleiðis er vaksin, brúktu vit at kalla alla orkuna á virkinum í fjør til at nøkta tørvin á heimamaknaðinum, sigur Odd Eliasen, leiðari á fóðurdeildini hjá Havsbrún Mynd: Vilmund Jacobsen Fleiri kvinnuligir stjórar Alt lívið ígjøgnum velja kvinnur og menn ymiskt. Hesi val byrja longu tíðliga í skúlanum, tá fak skulu veljast og seinni, tá lestrarlinja skal veljast. Hesi val hava havt týdning fyri, hvar kvinnur og menn eru endað í lívsyrki sínum, og hvør hevur sitið í stjórastólunum. Í dag velja kvinnur oftari lesnað, sum áður hevur verið mansdomineraður. Tað fer í framtíðini at merkja, at fleiri kvinnur enda í stjórastólinum enn vit fyrr hava sæð, skrivar Boersen.dk.