hósdagur 26. februar 2009síða 38
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
vinnan
Nr. 40 - 26. februar 2009
- Eitt sera áhugavert
øki, sum vit kundu
hugsað okkum, at
granskarar fóru at
kanna, er, hvussu tað
kann umgangast,
at alifiskur gerst so
strongdur undir
slátri. Strongdin ger,
at fiskurin gerst verri,
tá hann liggur hjá
keyparanum, sigur
Ragnar Joensen,
formaður í Føroya
Havbúnaðarfelag
AligrAnsking
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í aðrari grein í hesum inn
leggsblaði um aling og
onnur viðurskifti í sambandi
við aling, verður greitt frá
visjónunum, sum Fiskaaling
hevur sett sær, nú stovnurin
er farin at leggja størri dent
á gransking innan alivinnu.
Eitt av økjunum, sum
fe lagið hevur sett sær fyri
at granska í, er í mat vøru
góðskuni á aldum fisk og í
aling á streymasjógvi.
Fleiri onnur áhugaverd
øki eru eisini nevnd í
visjón unum, sum Fiskaaling
hevur sett út í kortið, eitt nú
sjúkufyribyrging,
fiska
heilsu og aliumhvørvi.
Formaðurin
í
Føroya
Hav búnaðarfelag, Ragnar
Joen sen, heldur, at visjón
irnar hjá Fiskaaling eru
rættiliga áhugaverdar.
– Fiskaaling varð í sínari
tíð sett á stovn til tess at fáa
aling í gongd, og seinni fór
felagið eisini undir rogna
framleiðslu
og
gjørdust
eina umboð í Føroyum fyri
rognum. Í 2001 varð lógin
um rogn broytt, soleiðis at
alarar nú fingu loyvi til at
innflyta rogn úr útlandinum.
Fá ár eftir hetta vóru teir
fyri óhappi á Lívfiskastøðini
í Skopun, og tá byrjaðu
alar ar at keypa rogn úr út
landinum.
Ragnar vísir á, at Fiska
aling eisini hevur verið í
fíggjarligum trupulleikum,
soleiðis at játtanin ikki rakk
til tað kynsbótaarbeiði, sum
fór fram í Skopun.
Granskingardepil
– Nú verður so nýggi leik
Tað er avgjørt
áhugavert at
granskað verð-
ur í alivinnuni
- Alarar kundu hugsað sær, at sláturvirksemið bleiv optimerað við tí fyri eyga at minka um strongdina, so fiskurin heldur sær
longri á marknaðinum, sigur Ragnar Joensen
PD breiðir seg í Noregi
Sjúkan í norsku alivinnuni, sum verður rópt PD, sigst vera verri enn ILA. Lutfalsliga
nýggja sjúkan, sum er staðfest í norsku alivinnuni, smittar verri enn ILA. Fiskur, sum
verður fongdur við PD, gerst verri til dygdar. Sjúkan hevur breitt seg spakuliga í norsku
alivinnuni, og røtt hevur verið um, hvussu smittan breiðir seg. Tað eru tey, sum halda upp
á, at sjúkan bæði breiðir seg frá alibrúkum til alibrúk – og við rognum, men lítil ivi er um,
at PD ikki vanliga smittar við rognum. Á aliráðstevnuni verður framløga um hesa sjúku, og
hvussu granskari heldur, at hon breiðir seg.