hósdagur 26. februar 2009síða 39
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
vinnan
Nr. 40 - 26. februar 2009
– Tað er torført at
siga í løtuni, hvussu
prísstøðið á laksi
verður tað, ið eftir
er av hesum árinum,
men vit fegnast um, at
prísirnir í seinastuni
eru kvinkaðir upp
eftir, sigur formað
urin í Føroya Hav
búnaðarfelag, Ragnar
Joensen
Laksaprísir
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Meðan føroyski fesk fiska
flotin seinastu tíðina hevur
drigist við sera lágar prísir
á eitt nú toski og hýsu, hava
føroyskir alarar merkt sær,
at prísurin á laksi í sein
astuni er kvinkaður nakað
uppeftir.
Formaðurin
í
Føroya
Hav búnaðarfelag, Ragnar
Joensen, sigur við Sosialin,
at besti prísur er á laksi,
sum vigar eini 45 kilo. Er
fiskurin ov stórur, lækkar
prísstøðið nakað.
Minni útboð á laksi
– Ein príshækking kemur
sjálvandi væl við hjá ali
vinnuni, men vit høvdu
vón að, at vit fóru at fáa ein
uppaftur betri prís móti
várinum enn teir, vit síggja
í dag.
Ragnar vísir á, at meðan
prísurin á aldum laksi hevur
ligið niðri á umleið 20
krón um fyri kilo, er hann
nú kvinkaður upp á einar
27 krónur.
– Ein orsøk til hækkandi
prísirnar er, at heldur minni
er av alifiski á marknaðinum
í løtuni, og eitt nú úr Noregi
er minni fiskur komin.
Formaðurin
í
Føroya
Hav búnaðarfelag vísir á, at
norska krónan hevur verið
fyri nokso stórum falli und
ir fíggjarkreppuni, og hetta
hevur ført við sær, at eitt nú
føroyskir alarar ikki hava
kunnað selt sína framleiðslu
dýrari enn ta norsku.
– Hetta hendi seint í fjør
heyst, og líka síðan tá hava
vit fingið ein heldur lægri
prís fyri okkara framleiðslu,
enn vit høvdu vónað, tó at
prísirnir eru batnaðir nak
að.
Eitt gott hálvár
Formaðurin í Havbún aðar
felagnum sigur, at føroyskir
alarar eru í teirri hepnu
støðu, at fiskurin veksur
væl, men hetta kann so
koma aftur um brekkur –
um vit so kunnu siga – tá
fiskurin skal seljast, og ov
stórur laksur ikki fær sama
prís sum laksur, ið liggur
millum 4 og 5 kilo.
Mangt bendir á, at fyrra
hálvár í ár fer at vignast
hampiliga væl hjá før oysk
um alarum.
– Hugsandi er, at útboðið
hjá norskum alarum fer at
veksa aftur, men hinvegin
er chilenska alivinnan í
stór um trupulleikum og
hevur ilt við at nøkta eftir
spurningin í eitt nú USA.
Tí er hugsandi, at USA fer
at leita á aðrar marknaðir
eftir laksi, sigur hann.
Torført at spáa
Ragnar Joensen vísir á, at
ilt er at spáa nakað endaligt
um støðuna í verandi ári, tí
fíggjarkreppan setir fram
vegis síni spor kring heim
in.
– Um eftirspurningurin
eftir laksi ikki fer at minka,
at útboðið ikki veksur ov
nógv og amerikanarar fara
leita út á aðrar marknaðir,
so sær árið ár bara rímiliga
spennandi út.
Formaðurin
í
Føroya
Hav búnaðarfelag heldur tað
kortini vera torført at spáa
nakað ítøkiligt um, hvussu
prísstøðið á laksi verður
tað, ið eftir er av hesum
árin um.
Laksaalarar fegnast
um øktar prísir
Laksaprísirnir eru batnaðir í seinastuni
luturin hjá Fiskaaling at
gerast ein granskingardepil
fyri alivinnuna. Hetta er
sjálv sagt ógvuliga áhuga
vert, men flestu, sum hava
eina hóming av, hvat liggur
í orðinum gransking, eiga
eisini at vita, at hetta tekur
tíð. Soleiðis kunnu vit
al arar eisini vænta, at ein
tíð gongur, áðrenn vit fara
at síggja nøkur ítøkilig
úrslit, sum veruliga gera
mun, sigur hann.
Formaðurin
í
Føroya
Hav búnaðarfelag heldur, at
visjónirnar, sum Fiskaaling
hevur sett út í kortið, eru
áhugaverdar, og hann sigur
seg vóna, at góð úrslit fara
at spyrjast burtur úr, sum
tíðin gongur.
– Eitt sera áhugavert øki,
sum vit kundu hugsað okk
um, at granskarar fóru at
kanna, er, hvussu tað kann
umgangast,
at
alifiskur
gerst so strongdur undir
slátri. Strongdin ger, at
fisk urin gerst verri, tá hann
liggur hjá keyparanum.
Ragnar vísir á, at tað
hevði havt stóran týdning
fyri haldbari hjá okkara
laksi, um granskarar funnu
gongar leiðir við slátri og
strongd.
– Logstikkurin hjá okkum
er soleiðis, at okkara fiskur
er einar tveir dagar eldri
enn fiskur hjá okkara kapp
ingarneytum, tá hann liggur
á marknaðinum.
Hann sigur, at alarar
kundu hugsað sær, at slátur
virksemið bleiv optimerað
við tí fyri eyga at minka um
strongdina hjá fiskinum.
– Tá fiskurin verður trok
aður saman í sambandi við
slátur, brúkar hann vødd ar
nar meira enn vanligt. Hetta
ger mjólkasýru, phvirði
minkar, og fiskurin gerst
bleyt ari, tá hann er slakt
aður, sigur Ragnar.
Út á streymasjógv
Formaðurin í Føroya Hav
búnaðarfelag heldur eisini
hugskotið hjá Fiskaaling at
granska í aling á streyma
sjógvi vera ógvuliga áhuga
vert.
– Vit kundu hugsað okk
um, at Knút Simonsen, sum
fer at granska streymog
aldu viðurskifti við Føroyar
við
sjóvarfalsorku
fyri
eyga, eisini hevði fingið til
uppgávu at kanna viður
skift ini við aling á streyma
sjógvi fyri eyga, sigur
Ragnar Joensen.
- Hugskotið hjá Fiskaaling at granska í aling á streymasjógvi er ógvuliga áhugavert, heldur
formaðurin í Føroya Havbúnaðarfelag
Stuðul til gransking í lagi
Føroya Havbúnaðarfelag heldur tað vera í lagi, at tað almenna veitir stuðul til
gransking innan alivinnu, men felagið er ikki fyri, at tað almenna stuðlar eitt nú
rognaframleiðslu. Felagið er ímóti beinleiðis stuðli í alivinnuni. Á Lívfiskastøðini í
Skopun er kynsbótaarbeiði hildið uppat, men framvegis gongur lívfiskur í Skopun,
og Fiskaaling selir framvegis rogn til føroyskar alarar. Nú stuðulin frá tí almenna til
kynsbótaarbeiði, sum var í Skopun, ikki er meira, er eingin møguleiki hjá
Lívfiskastøðini at selja rogn til kappingarførar prísir.