hósdagur 26. februar 2009síða 40
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 40 - 26. februar 2009
Aftaná fyrru greini fekst
samband við Poul Sumberg
Olsen og Gøran Wenner
strøm í Havn. Teir hava fyri
fleiri árum síðani funnið
fram
ymiskt
tilfar
um
Michael Michelsen. Hetta
var gjørt eftir áheitan av
abbasoni beiggja Michel
sen, sum var við at kanna
ættina
og
søguna
hjá
honum.
Hesin
kallast
Charles B. Brussels og er
búsitandi í Texas í USA. Til
hjálpar hevur hann havt ein
vin, Cinda Kennedy.
Fyrsta
slóð
var
ein
áhugaverd upprunamynd av
grøvini hjá Michelsen, sum
vísir, at tað hevur verið ein
girðing um grøvina, og sum
einki sæst til í dag. Her sæst
eisini, hvussu nógv kirkju
garðurin er broyttur hesa
tíðina.
Um ættina
Hetta hevur so skaffað sam
band við skyldmannin í
Texas. Hann hevur eisini
fingið fyrru greinina um
abbabeiggjan, og er hann
sera fegin um hana. Við hes
um keldum er fingið okkurt
íkast. Tilsamans gevur hetta
grundarlag fyri enn eini
frásøgn um hendan sjáld
sama danan, sum kom at
enda í Føroyum, og sum enn
“livir” í gamla kirkjugarði.
Pápi Michael kallaðist
Anders, sum var gartnari.
Hann var føddur 4. februar
1834 í Orting við Århus.
Hann giftist 23 ára gamal
við Ane Sophie Rasmussen,
fødd 11. oktober 1839 í
Randers.
Tey fingu 10 børn. Mikael
var nummar fýra í røðini.
Tann fimti í røðini æt
Valdemar, f. 20. august
1867. Fýra tey seinastu
børnini doyðu sum smá.
Mikael
og
Valdemar
vuksu upp í Grenå og gingu
í skúla har. Tað gekk væl
hjá teimum í skúlanum, og
teir vóru millum teir bestu
næmingarnar. Mikael fekk
serligan lestrarstuðul, legat,
at lesa víðari. Valdemar
hevði førleika at fáa sama
legat, men tey vórðu ikki
latin til fleiri í sama húski.
Leiðin til Føroya
Realskúlin
í
Hals
við
Ålborg hevði fingið trupul
leikar. Her hevði verið svik
að við próvtøkum, og skúlin
hevði mist rættin til at hava
próvtøku.
Tí
mátti
finnast
ein
nýggjur
fyristøðumaður,
sum kundi bjarga umdøm
inum hjá skúlanum. Hetta
gjørdist Mikael Mikkelsen.
Hann fekk skúlan rættaðan
upp, men tað kom framvegis
at knípa við næmingum.
Skúlin fekk eisini kapping
frá øðrum skúlum í økinum.
Tískil gav Mikkelsen upp í
1904.
Tá er tað, at hann fer til
Føroyar. Spurningurin er
so, hvør orsøkin er fyri hes
um. Tað kann vera, at tað
var tí hann kendi fyrsta
læraran
á
realskúlanum
Lauritsen.
Michael skrivaðist upp
runaliga Mikael Ferdinand
Mikkelsen.
Hetta
varð
broytt til “ch” í staðin fyri
“kk.” Orsøkin fyri hesum
navnaskifti kann hava verið
fyri ikki at koma í bland við
aðrar Mikkelsen, sum tað tá
vóru fleiri av í Havn.
Beiggin endaði í Amerika
Beiggin Valdemar fór tískil
í læru á eini blaðskrivstovu
í Grenå. Hann fór síðan út
at sigla við skipi, sum førdi
timbur frá Russlandi til
Skotland, áðrenn hann tók
avgerð um at fara til USA.
Hagar fór hann í 1892 til
við
skipinum
State
of
Nevada. Hann doyði í 1949.
Hann
er
abbi
Charles
Brussels, sum var í Føroym
í 2007.
Valdemar møtti konu síni
í Texas eftir at hava ferðast
um í Amerika. Tey fingu
tríggjar døtur og búsettust í
Houston í Texas. Charles er
einasta barn hjá mittastu
dótrini. Sambandið við Dan
mark helt uppat. Mamma
Charles vaks upp uttan at
vita
nakað
serligt
um
pápabeiggjan í Føroyum,
uttan at hann fór hagar at
vera lærari. Hetta vakti
áhugan hjá Charles, sum
sjálvur hevur verið lærari.
Funnu postkort við
grøvini
Men so funnu tey eitt jóla
kort við grøvini hjá Mic
hael. Hetta hevur einkjan
hjá
honum
sent
ver
mammuni Ane. Ane má so
hava sent kortið til Valdemar
í Amerika, so hann kundi
síggja grøvina hjá beiggja
sínum. Á kortinum stendur,
at “vi har det alle 4 rigtig
godt.” Hetta undraði eitt
sindur, tí tey vistu ikki
betur, at tey bert vóru trý.
So spurningurin var so,
hvør ið tann fjórði per
sónurin mundi vera. Kundi
hon hava fingið ein nýggjan
mann?
Kona Michael kallaðist
Kirstine, f. 23101884.
Hon var tískil 18 ár yngri
enn hann. Døturnar itu
Esther og Agnete.
Ábendinger eru um, at
tey eftir, at Michelsen er
deyður, hava búð hjá Jacob
Lützen, sum var granni hjá
realskúlanum. Tað sær
eisini út til, at dóttirin
Agneta hevur búð hjá Oluf
Skaalum. Hann var annar
av teimum føroysku lærar
unum i realskúlanum og
hevur verið starvsfelagi hjá
Michael.
Skaalum
var
kendur
sum
sambands
maður
og
blaðstjóri
á
Dimmalætting, so tað er
væl hugsandi, at vinkapur
hevur verið millum Skaal
um og Michelsen. Annars
gevur William Heinesen
eitt sera gott ummæli av
Skaalum sum lærari og
menniskja. Hin føroyski
lærarin var Jacob Dahl, sum
seinni gjørdist próstur.
Frágreiðingin til fjórða
persónin á postkortinum
var, at Kirstine var júst
blivin við barn, tá ið Mic
hael doyði. Sonurin Thyge
var nevniliga føddur 14.
september 1911 í Hals.
Tískil eru Kirstine og døt
urnar farnar úr Føroyum
nokk so skjótt. Men fyrst
hevur Kirstine givið mann
inum eina vakra grøv, sum
tað sæst á jólakortinum.
Blómurnar á grøvini benda
á, at tey eru farin niður um
summarið.
Tey komu at búgva hjá
foreldrum hennara í Hals
nærindis Ålborg. Mamman
Ane er helst deyð í 1916, tí
tá er pápin Jørgen Jørgensen
einsamallur í húsi við
teimum.
Kirstine arbeiddi í nógv
ár sum jarðarmóður í Hals
og doyði í 1952. Hon giftist
ikki aftur.
Esther, fødd 10. januar
1907, giftist við einum lær
ara í Hals í 1926. Hon doyði
í 1961. Tað er við henni, at
ættin er førd víðari.
Agnete, fødd 29. januar
1908, gjørdist sjúkrasystir
við Sundby nú Amager
Hospital í Keypmannahavn.
Hon giftist ikki og doyði í
1993.
Thyge doyði longu í 1918
av sponsku sjúku, bert 7 ára
gamal.
Charles Brussels heldur,
at abbabeiggin var ein
góður maður og skuldi ikki
verið gloymdur. Tað verður
hann tískil heldur ikki við
hesum greinum.
Michael Michelsen:
Fólk komu úr USA at síggja
hansara grøv
Vit høvdu herfyri eina frásøgn um danska læraran við realskúlan í Havn Michael Michelsen, sum var deyður
í ungum árum í 1911. Greitt varð eisini frá, at fólk úr Amerika høvdu vitjað grøvina á sumri 2007, men at tað
ikki eydnaðist at hitta tey. Men hetta gevur høvi til eina grein afturat um hesa grøvina
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Næsti partur
Komandi partur
verður um Eyvind
hjá Onnu Sofíu og
Johan Hendrik
Egholm. Hann doyði
ungur. Tað sama
gjørdi bróðursonur
hansara, sum var
uppkallaður eftir
honum
Michael Michelsen saman við konuni Kirstine. Gentan t.v. er
Agnete Lilivati. Hin er Esther
Ane, mamma Michael, frammanfyri hennara
endurnýtsluhandil í Grenå
Valdemar Mikkelsen, beiggi
Michael
MICHAEL FERDINAND
MICHELSEN
F. I GRENAA 3/3 1866
D. I THORSHAVN 31/1 1911
Grøvin í 1911