Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-26, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2009síða 41

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 26. februar 2009 41 Í kvøld letur ein nýggj barr upp í miðbýnum í Havn. Heitið á nýggju barrini er La Terrasse, og er tað Mouldi Manai, ið hevur tikið stig til nýggju barrina Casablanca, Manhattan og Rio Bravo – alt undir einum takið. Soleiðis var tað fyri nøkrum árum síðani, tá ið Mouldi hevði húsini á Tórsgøtu um hendi. Men síðan Casablanca lat aftur fyri sjey árum síðani, hevur bert gingið niður eftir bakka. - Casablanca var ein rungandi succes, og tí hevur tað verið trupult hjá øðrum eigarum at halda kósini. Tað er trupult at yvirtaka eina succsesfyritøku, og serstakliga tá ein roynir at broyta konseptið, sigur Mouldi. Nú vil Mouldi endurskapa konseptið, og letur tí upp nýggja barr í hølunum hjá Casablanca í kvøld. - Eg vil hava konseptið “alt undir einum takið” aftur. Tað skal verða møguligt hjá fólki at fara í La Terrasse at fáa sær ein drykk, síðani uppá í Rio Bravo at eta, og so aftur at hugna sær við einum drykki og góðum tónleiki í La Terasse, sigur hann. Fólk skulu hava virðing fyri sær sjálvum Nýggja barrin er øll hvít málað við svørtum møblum, og ljósrørum frá hálvveggum til loftið. Spurdur um hvønn aldursbólk hann hevur lagt seg eftir, sigur Mouldi soleiðis. - Eg vil hava fólk sum hava virðing fyri sær sjálvum at koma í La Terrasse. Fólk, sum leggja dent á góðsku, modernintet og hugna. Aldursbólkurin er óavmarkaður, bara fólk hava virðing fyri sær sjálvum, og krevja okkurt av umhvørvinum, so fara tey at trívast her, sigur hann. Sum verða man í einari barr, so er eisini stórt úrval av drykkivørum, umframt lættum mati. Eksotiskar drykkivørur eru blivnar heldur vælumtóktar seinastu tíðina, og hesum rákinum ætlar Mouldi eisini at fylgja. - Vit leggja okkum eftir at nøkta tørvin hjá kundum okkara, og fara millum annað at hava Cosmopolitans og Mojitos sum partar av okkara vøruskrá. Drekk eina øl uttanfyri Navnið kemst av, at uttanfyri hølini hjá La Terrasse er ein “terrassa”, har fólk fáa høvi at njóta eitt hvørt uttanfyri. Har er uttandura barr, hitaanlegg og markisur, soleiðis at til ber at sita uttanfyri, óansæð veður. - Um ein kundi kemur framvið, sum møguliga hevur fingið ov nógv niðurum, ella um pláss ikki er fyri fleiri kundum júst tá, so ber tað til at keypa sær eitt hvørt, og seta seg uttanfyri at njóta tað, sigur Mouldi. La Terrasse letur hevur innbodnir gestir á vitjan í kvøld frá 19.00 til 21.00, men eftir hetta, verður barrin opin fyri almenninginum. La Terasse: Skal endurskapa Casa blanca stemningin Atkvøð – og send Høgna til USA Fyrr í ár var Høgni Lisberg útvaldur saman við sekstan øðrum, at vera partur av einum stórum promo- átaki í universitets umhvørvinum í USA. 10.000 fløgur og 20.000 download-kort vóru í januar býtt ímillum næmingar í 100 universitetum kring alt landið, har lokal umboðsfólk royna at marknaðarføra hesir sekstan luttakandi bólkarnir. Felagið handan stóra tiltakið, Platform One, hevur eisini keypt sær pláss á heimsins størstu tónleikaráðstevnu SXSW (South by Southwest), ið verður hildin í døgunum 18.-22.mars í Austin, Texas. Frá mikudegnum 26.feb. til og við týsdag 3.mars, ber til at atkvøða á heimasíðuni fyri, hvør av teimum 16 bólkunum skal umboða Platform One og sleppa við til heimsins størstu tónleikamessu. Teir tríggir bólkarnir, ið hava fingið flestar atkvøður sleppa við. Í skrivandi løtu liggur Høgni sum nr. 5. Til ber at fylgja við gongdini hjá Høgna á http://www.platform-1. com/votestatsbynumber. php. s Føroyingar kunnu eisini atkvøða, og verða við til at senda Høgna til USA í mars. Vitja heimasíðuna http://www.platform-1. com/campus_corner.php Tað ber til at atkvøða fleiri ferðir. Fylgið við Høgna á www.myspace.com/ hognilisberg