hósdagur 26. februar 2009síða 42
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 40 - 26. februar 2009
lýsingar
Reyði Krossur Føroya
Handil við bókum við inngongd í Vágsbotni. Vit
sóknast eftir persóni at samskipa arbeiði við bók
handlinum, sum hevur 17 hjálparfólk. Handilin stendur
ómannaður. Keyparin rindar við at leggja peningin í
eina bússu. Leiðarin skal skipa vaktirnar fyri upp og
afturlating, sortering og uppsetan av bókum og hava
eftirlit við at mannagongdir vera fylgdar. Ein sera
áhugaverd uppgáva. Øll arbeiða sjálvboðin.
Lýsing frá rEyða Kross fØroya
EndurnýtsluHandil við klæðum, skóm, brúks
lutum og ymiskum skreyt og príðislutum við inngongd
frá Bryggjubakka. Vit sóknast eftir persóni at samskipa
arbeiði við endurnýtsluhandlinum, sum hevur 26
hjálparfólk. sum er, er handilin opin gerandisdagar kl.
13:3017:30 og leygardagar kl. 11:0014:00. Leiðarin
hevur ábyrgdina av at seta fólk og greiða frá uppgávum
og ansa eftir at mannagongdir vera fylgdar. Ein sera
áhugaverd uppgáva, har øll arbeiða sjálvboðin
skEið í 1. Hjálp
ynskir tú at lære 1.hjálp hevur tú nú høvi til hetta.
reyði Krossur føroya skipar fyri 12 tímar grundskeiðið
í 1. Hjálp í húsinum hjá reyða Krossi í Vágsbotni.
06.03.09 kl. 18:0020:00
07.03.09 kl. 10:0017:00 (1 tími til mat)
14.03.09 kl. 16:0020:00
Kostnaður kr. 700,00 fyri hvønn
skeiðleiðari: Bo Warberg (283629)
Hava tit áhuga í nøkrum av hesum, ella at fáa upplýsingar
um, hvørjar aðrar uppgávur eru, vend tær til:
súna Vinther tlf. 283630 ella tpost: suni@redcross.fo
Postbox 1015 | Bryggjubakki 10 | Tel 319630
fax 311217 | TPost: redcross@redcross.fo
Skúlatænari til
Føroya Studentaskúla
í Hoydølum
Eitt starv sum skúlatænari er leyst at søkja á Føroya
Studentaskúla og HF-skeiði frá 1. apríl 2009.
Uppgávur
Á skúlanum eru 3 skúlatænarastørv og uppgávurnar
eru: Umsjón við og røkt av bygningunum hjá stovni
num, at røkja økið uttan um bygningarnar, eftirlit
við hita, vatn og elskipan skúlans og at rigga til høli
í sambandi við próvtøkur og onnur tiltøk og at vera
til handa í dagligu viðurskiftum skúlans. Skúla
tænararnir arbeiða í skiftandi vaktum og tí koma
skeivar arbeiðstíðir regluliga fyri. Á skúlanum koma
frá 1. apríl at starvast 2 skúlatænarar í fullum starvi
og 2 í hálvum starvi, og nýggi skúlatænarin vísir til
verandi 1. skúlatænara, ið er leiðari hjá skúlatæn
arunum og reingerðarstarvsfólkinum.
Førleikar
Tann, ið settur verður eigur at hava handverkara
útbúgving, gott yvirlit og góð evni at samstarva.
Ávísur telduførleiki er ein fyrimunur. Somuleiðis er
tað ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um umsøkjarin
hevur góðan førleika at handfara elektriska útgerð,
s.s. teldur, ljóðútgerð og ljósútgerð. Fyri tann rætta
persónin er talan um eitt spennandi og fjølbroytt
starv við nógvum avbjóðingum.
Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjar
málastýrið og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag
Handverkaranna. Starvið verður at seta frá 1. apríl
ella skjótast til ber.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Mikkjal Helmsdal, rektara, telefon 312973 ella
Gunnar Johansen, skúlatænara, fartelefon 214613.
Umsóknir við prógvum, viðmælum og frágreiðingum
um arbeiðsroyndir skulu sendast til Føroya
Studentaskúla og HFskeið, Sanatoriivegur 1, FO
188 Hoyvík, ella sum teldupostur til skrivstovan@
hoydalar.fo og skulu vera skúlanum í hendi í seinasta
lagi hósdagin 12. mars, kl. 12.00.
Føroya Studentaskúli og HF-skeið
Hoydalar · FO-188 Hoyvík
Telefon 312973 - Telefax 318624
Teldupostur skrivstovan@hoydalar.fo
Avgreiðslutíð: Kl. 08.00 - 15.30
Avloysari til
Skúlatannlæknastovuna
í Vági
Søkt verður eftir avloysara fyri tannarøktara í
farloyvi.
Starvið er hálvtíðarstarv og verður at sett
skjótast tilber.
Ynskilig er, at umsøkjarin hevur hóskandi út
búgvin innan tannarøkt.
Meira fast at vita um starvið, við at venda sær
til Magna Eidesgaard tlf. 373126.
Umsókn saman við prógvum og upplýsingum
um royndir verða í seinasta lagi tann 6. mars
2009 kl. 12.00 at senda til: Vágs kommunu,
Vágsvegur 22, 900 Vágur.
Vágs Kommuna
Lesið
-so eru tit við!