Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 41 - 27. februar 2009 Gongur sum ætlað letur ein nýggj pubb upp í miðbýnum í Havn til páskar. Hon fer at halda til á horn­ inum Niels Finsens­ gøta/Bøkjarabrekka, har sum eitt nú Simme og seinni DER hildu til í sínari tíð BÝARLÍV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Um hálvan annan mánaða fer ein nýggj kafé/pubb at seta sín dám á býarlívið í Havn. Tað er Hans Michal Hansen, sum til páskar fer at lata nýtt drykkju- og matstað upp á horninum Niels Finsensgøta/Bøkjara- brekka í hølunum, har Simme Musikkhús í sínari tíð helt til, og sum seinni hevur hýst fleiri øðrum fyritøkum, eitt nú DER, barnahandlum og parfumaríum. Hølið liggur í hjartanum av býar- og náttarlívinum í høvuðsstaðnum, og skal um dagin virka sum kafé, har fólk kunnu koma inn at hugna sær við einum kaffi- munni, og sum pubb um kvøldið. - Eg havi fingið fult skeinkiloyvi, eisini uttan- dura. Hølini liggja eisini sera væl fyri, so eg rokni við, at nógv fólk fara at vitja, sigur Hans Michal Hansen. Ein sera spennandi partur av verkætlanini er ein stór úti- terassa omanfyri bygningin. - Har er so ómetaliga veðurgott, stilli og rímiliga góður sólargangur. Tað skal eisini gerast soleiðis, at fólk í koyristóli kunnu koyra inn á terassuna, eins og barna- vognar sjálvandi eisini fáa lætta atgongd, sigur Hans Michal Hansen. Uttandura ætlar hann at hava eitt avmarkað skeinki- loyvi við øli og kanska onkr- um øðrum drekkandi – um- framt non-alcoholic drykkir – og lættar, liðugtgjørdar sandwichs. Og so ber sjálvandi eisini til at keypa køkur og heitar tilgjørdar rættir inni í barrini. - Hetta er ein spennandi verkætlan, sum eg rokni nokk so nógv við, sigur Hans Michal Hansen. Fanga dansifólk Um dagin, meðan hølini virka sum kafé, ætlar eigarin at leggja stóran dent á, at tað skal verða so barnavinarligt sum gjørligt. Barnafamiljur skulu kunna koma inn og njóta ein góðan kaffimunn og tað, sum hoyrir til til børnini. Tað er í stóran mun hetta, terassan er ætlað til, men er veðrið ikki til vildar, er rættiliga gott pláss innandura eisini. - Samlað kunnu vit hava góð hundrað fólk sitandi inni og á terassuni, sigur Hans Michal Hansen. Inni verða borð og stólar og benkur til eini 50 fólk, meðan onnur 50 kunnu sita úti á terassuni. Hendan er mest ætlað at brúka um dagin, men góðu summar- kvøldini er eingin ivi um, at fólk hava hug at sita úti og njóta ein bita ella eina øl. Og sum pubb um kvøldið er tað serliga dansifólkið, sum pubbin skal fanga. - Vit hava loyvi at hava opið frá klokkan 11 fyrra- part til miðnátt, men fríggjakvøld og leygarkvøld kunnu vit hava opið til klokkan fýra, og tá vóna vit sjálvandi at fanga fólk, sum fara eitt sindur tíðliga úr dansinum, sigur Hans Michal Hansen. Og her er tað, at góða plaseringin mitt í býnum kemur inn í myndina. Í løtuni verður arbeitt undir fullum trýsti við at seta hølini í stand. Eitt nú skulu tvey WC setast upp aftrat tí eina, sum er framm- an undan, og í heila tikið skulu hølini gerast hugnalig, so tey hóska væl til enda- málið. - Gongur sum ætlað, lata vit upp til páskir, sum eru um hálvan annan mánaða, sigur Hans Michal Hansen. Hann roknar við, at fáa brúk fyri tveimum starvs- fólkum gerandisdagar, men fleiri um vikuskiftini. - Starvsfólkið verður alt eftir tørvi, men eg rokni við, at vit mugu vera minst fýra fríggjakvøld og leygarkvøld, sigur Hans Michal Hansen. Hann hevur ikki enn gjørt av, hvussu nýggja kombi- neraða kaféin/pubbin skal eita. Nýggj pubb í miðbýnum Tað er her í bygninginum á horninum Niels Finsensgøta/Bøkjarabrekka, at nýggja kaféin/pubbin fer at halda til Leygardagin letur handil upp í Handilskjarnanum, sum fer at selja lágprísklæðir. Tað er Hilbert Dam, ið letur Factory Outlet upp UppLAting Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Hilbert Dam ger nú sítt íkast til handilslívið í mið- býnum. Hann letur leygar- morgunin upp handilin Factory Outlet á 1. hædd í Handilskjarnanum. Klædna- merkini eru í bíligara endanum, og kunnu flestu klæðini fáast fyri ein prís millum 49-300 krónur. - Vit hava lagt okkum eftir at selja klæðir til børn og konufólk. Klæðini til kvinnurnar eru eisini at finna í stórum støddum, sum eg veit er ein mangul- vøra her í Føroyum, sigur Hilbert Dam. Hilbert Dam er ein royndur vinnulívsmaður. Hann rekur ymiskar skógvahandlar í Danmark, og nú roynir hann seg so við klæðum. Saman við øðrum stórum innkeyparum úr Danmark, hevur hann fylt sær handilin við bíligum klædnavørum. - Eg trúgvi uppá kon- septið. Her fær mann eina góða vøru fyri ein góðan prís. Tað vísir seg, at alla aðra staðni er pláss fyri øllum prísflokkum á klædnamarknaðinum, og tað skuldi tað eisini verið rúm fyri í Føroyum, sigur hann. Hann vísir á, at tað má vera marknaður fyri tí, tá føroyingar fara í Bilka at fylla sær innkeypsvognin við bíligum klæðum. Hilbert Dam leigar allan bygningin. Hann hevur í eina tíð hugt uppá konseptið, og roynt at fingið onkran at leigað bygningin til enda- málið. Higartil hevur eingin bitið á, og tískil hevur hann sjálvur sett sær fyri at royna konseptið. - Eg rokni við góðari móttøku av handlinum, og vóni at hann kann skapa nakað av ferðslu í mið- býarøkinum, sum annars er deydligt, sigur hann. Vøran, sum Factory Outlet umboðar, kemur á goymslu 14. hvønn dag, og er tað sama vøra, ið kemur í donsku handlarnar. Lágprísklæðir í Handilskjarnanum Kovin letur 8 krónur fyri sil Kovin í Sandavági hevur umvegis Fiskamarknaðin boðað frá,at virkið keypir sil. Á heimasíðuni hjá Fiskamarknaðinum fáa skip og bátar eina vegleiðing um, hvussu silið skal pakkast. Sagt verður eisini, at silið skal verða hvítt. Tað kann tó eisini góðtakast, at tað er ljósareytt, men um silið hevur reyðan lit, kann tað ikki nýtast. Silið skal vera vein til tveir dagar gamalt, og Kovin bjóðar skipum og bátum átta króinur fyri kilo. Kovin sigur, at tað serliga trolbátar og útróðrar bátar sum kunnu taka silið, og á Fiskamarknaðinum siga tey seg vóna, at bátarnir fara at taka av tilboðnum. Frændur spæla nýggjar sangir á Rás2 Frændur hava nýggjar sangir á skránni, tá ið teir leygarkvøldið fara at spæla live í sendingini Hvonn Live á Rás2. Í ár eru liðin 25 ár, síðani Frændur góvu sína fyrstu plátu út. Leygarkvøldið heldur Rás2 25 ára dagin saman við Frændum. Hetta verður í stóru Hvonn Live sendingini, sum verður send beinleiðis av Hvonn í Havn leygarkvøldið. Í sendingini verður tosað við høvuðsmenninar í Frændum um farnar dagar, teir fara at kjakast við Óla Breckmann um friðarsangir og friðargongur, og Frændur spæla eisini live á Hvonn. Frændur tríva í onkrar av teimum góðu gomlu sangunum, og teir fara at spæla nakrar nýggjar sangir fyri fyrstu ferð alment. Eisini leggja aðrir sangarar leiðina framvið og syngja ein Frændur-sang. Teirra millum eru Árni og Marnar, sum fara at gera sína heilt egnu tulking av einum kendum Frændur-sangi. Hvonn Live verður at hoyra á Rás2 leygarkvøldið frá klokkan 19 til 22, og eisini eru fólk vælkomin á Hvonn at fylgja sendingini har.