fríggjadagur 27. februar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 • 27. februar 2009
Vikuskifti 11
að listaframsýningar við verkum
hjá menningartarnaðum gjøgnum
árini.
- Eg veit ikki rættiliga, hvaðani
hesin samskipanarhugurin kemur.
Møguliga býr ein lítil fyriskipari í
búkinum, sum kemur til sjóndar
í slíkum støðum, sigur hon og
smílist.
Ein av framsýningunum, Jórunn
Dánialsdóttir hevur samskipað,
er nógv umtalaða Realskúlafram-
sýningin, og í Dagtilhaldinum
skipaði hon fyri myndaframsýning
við brúðarmyndum og eina við
barnamyndum. Næsta verkætlan
verður uttandura myndir av
børnum, ið spæla. Ætlanin er, at
hesar myndirnar skulu vera frá
1900 talinum, og fram til 1970
árini, altso áðrenn myndirnar
fingu lit, sigur hon.
Barnið flutti fjøll
Tað er stutt síðan, at Jórunn
Dánialsdóttir valdi at fara aftur
til sítt gamla yrki. Tímaglasið
er viðvent, nú 60 ára føðingar-
dagurin stendur fyri framman,
og tað var líka sum tað mest
nátúrliga fyri hana.
- Tað eru 18 ár síðan eg gavst
við hesum arbeiðnum. Nústani
føli eg, at eg eri í ferð við at fáa
yvirskot aftur. Børnini eru vorðin
vaksin og meir sjálvstøðug, og
eg havi meir tíð um hendi. Eg
átti mítt fyrsta barn sum 17 ára
gomul, eigi nú fýra, og havi tí
havt børn í meir enn 40 ár, sigur
hon smílandi.
Tað, at fáa eitt barn við Downs
syndrom, hevur flutt fjøll í lívun-
um hjá Jórunn Dánialsdóttir
og manninum. Hóast Jórunn
Dánialsdóttir er fegin um sína
nýggju tilveru, vildi hon onga
løtu verið tær upplivingar fyri
uttan, hon hevur fingið umvegis
Javna, ÍSB, stuðlum og øðrum.
Øll tey fólk, hon er komin í sam-
band við, allar upplivingar, ið
fylgja við at hava eitt barn við
Downs syndrom, hava bara verið
positivar, greiðir hon frá.
Listarliga verðin er sjálvsagt
broytt nógv, síðan Jórunn
Dánialsdóttir fyri 18 árum síðan
pakkaði seymimaskinuna burtur.
Handverkið er tað sama, men
teknikkirnir nýggir. Hon trongdi
tískil til eina innspræning av
onkrum slag, og gjørdi tí av at
fara ein túr til Holbæk Kunsthøj-
skole, har hon fór at fáast við
máling, sum er nýtt fyri hana.
Aftur komin valdi hon at taka
av einum tilboði hjá Føroya
Heimavirkisfelag, sum bjóðar
skeið undir heitinum, kreativ
brodering, har tað eisini verður
arbeitt nógv við seyming. Skeiðið
er í 8 modulum, og tær 9-11, ið
luttaka á skeiðnum, verða lidnar
í september. Úrslitið er vorðið til
rúgvismikla savning av verkum,
hon hevur evnað úr brodering,
seyming, máling og tekning.
- Eg vil siga, at eg eri meir
bevíst um tað, eg geri nú, enn
fyri 20 árum síðan. Tráanin eftir
at gera list er so mikið stór, at
hvør løta eg arbeiði, er ein gáva.
Eg kenni meg priviligeraða, sigur
Jórunn Dánialsdóttir.
Føðingardagsframsýningin við
verkum hjá Jórunn Dánialsdóttir,
verður í Smiðjuni í Lítluvík í
tíðarskeiðnum 6.-10. mars.
Eftir at hava verið burturi frá listini í 18 ár, er Jórunn Dánialsdóttir vend
heim aftur til sítt gamla yrki. Í samband við sín 60 ára føðingardag í
komandi mánað, letur hon upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Aftan fyri
hana síggjast tvey av hennara nýggju verkum
Myndir Jens Kristian Vang
- Eg vil siga, at eg eri meir
bevíst um tað, eg geri nú, enn
fyri 20 árum síðan. Tráanin eftir
at gera list er so mikið stór, at
hvør løta eg arbeiði, er ein gáva.
Eg kenni meg priviligeraða, sigur
Jórunn Dánialsdóttir
”