fríggjadagur 27. februar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 41 - 27. februar 2009
Málið, sum politiski
myndugleikin
sær fyri sær, er, at
Føroyar skulu gerast
millum fremstu
ali- og matvøru-
fram leiðslutjóðir í
heiminum, tá ræður
um dygd og avkast.
- Føroysku alararnir
hava veruliga lagt
seg í selarnar at
gerast heimsins bestu
alarar, segði Jacob
Vestergaard, tá hann
setti aliráðstevnuna í
morgun
AliráðstevnA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Myndir: Vilmund Jacobsen
Rættiliga nógv fólk var til
setanina av aliráðstevnuni á
Hotel Føroyum í morgun,
sum Føroya Havbúnaðar
felag og Vinnuhúsið skipa
fyri.
Tað var Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður í fiski
vinnumálum,
sum
setti
stevn una
klokkan
9.30.
Sam bært skránni skuldi
Jóhan Dahl, landsstýris
mað ur í vinnumálum, seta
stevnuna, men hann er utt
anlands í løtuni.
Sum eg havi skilt, hevur
landsstýrismaðurin í vinnu
málum sett sær fyri serliga
at arbeiða við nøkrum fáum
satsingarøkjum, eitt nú ali
vinnuni.
Aling er svarið
Jacob Vestergaard nam í
síni setanarrøðu við veks
andi eftirspurningin eftir
fiski.
FAO, sum er mat vøru
stovnurin undir ST, hevur
sagt, at eftirspurningurin
eftir fiski í ár 2030 verður
umleið 37 miljónir tons
størri enn í dag.
Hann vísti á, at vanligur
fiskiskapur ongan møgu
leika hevur at nøkta henda
tørv, og tí er aling av fiski
svarið upp á henda alsamt
veksandi eftirspurning eftir
fiski.
Jacob Vestergaard segði,
at føroyska alivinnan hevur
havt ein markantan vøkstur
í útflutningi av alifiski síð
an kreppuna.
Útflutningsvirði nærk
að ist soleiðis einari miljard
krónum í 2008, legði hann
aftrat.
Stór menning
Alivinnan hevur sum heild
ment seg sera nógv seinastu
árini, og talan er soleiðis
um eina vinnu í stórari
framgongd, har ognar viður
skifti, stødd, fram leiðslu
tøkni,
staðsetingar
og
rakstrarhættir eru í støðugari
broyting.
Landsstýrismaðurin
segði, at málið, sum polit
iski myndugleikin sær fyri
sær, er, at Føroyar skulu
gerast millum fremstu ali
og matvørufram leiðslu tjóð
ir í heiminum, tá ræður um
dygd og avkast.
Hann segði, at føroysku
alararnir veruliga hava lagt
seg í selarnar at gerast
heim sins bestu alarar.
Samstarvið
millum
mynd ugleikar og vinnuna
er
eisini
fyrimyndarliga
gott, og sæst hetta millum
annað í tí einstandandi
skip an, sum vinnan og
Heilsu frøðiliga Starvsstov
an hava bygt upp í felag
Jacob Vestergaard vísti á,
at við hesi skipan ber til at
fylgja ymiskum parametrum
og á henda hátt fylgja við,
hvussu støða og framleiðsla
eru.
Fiskaaling granskar
Strategiin, sum ætlanin er
at fylgja fyri at røkka hesum
málum, er, at vinnugransk
ing, innovatión, vørumenn
ing og marknaðarføring
eins og marknaðaratgongd
verða raðfest í størri mun
enn nú. Eisini skulu karm
arnir fyri vinnuliga virk
semið støðugt dagførast.
Landsstýrismaðurin vísti
á, at eitt týðandi amboð hjá
tí almenna í sambandi við
menningin av alivinnuni er
partafelagið Fiskaaling.
Uppgávur
felagsins
vóru frá byrjan at menna
framleiðslumannagongdir
og at kanna, hvørjir møgu
leikar vóru fyri lønandi
aling í Føroyum. Nú leggur
felagið størri áherðslu á
granskingar og menn ingar
virksemi innan alivinnuna í
Føroyum.
Jacob Vestergaard vísti á,
at samstundis, sum størri
og størri dentur verður
lagd ur á gransking, er støða
tikin til at gevast við steðga
við kynbótararbeiðnum við
laksi, tí rognini fyri ein
stóran part verða innflutt,
og tí raksturin ikki er løn
andi.
Fiskaaling hevur sett og
ynskir at seta fleiri gransk
arar fyri at víðka um
granskingar og royndar
virksemi.
Styrkja Fiskaaling
Landsstýrismaðurin segði,
at Fiskaaling hevur sett sær
nágreinilig mál og lagt
strategi fyri, hvussu málini
verða rokkin.
Ætlanin er at stuðla
upp undir hesa tilgongd, og
lógaruppskot er gjørt um at
hækka
partapeningin
í
felag num við fænum, sum
er í Endurgjaldsgrunni Ali
vinnuna.
Jacob Vestergaard visti í
síni setanarrøðu eisini at
siga, at uppskot til nýggja
alilóg er á veg í tingið.
Endamálið við hesi lóg
er at geva vinnuni greiðari
og smidligari karmar at
virka undir.
Landsstýrismaðurin helt
annars, at evnini, sum Før
oya Havbúnaðarfelag og
Vinnuhúsið hava valt at
taka upp á ráðstevnuni, eru
væl vald og týðandi fyri
vinnuna.
Landsstýrið fer at
hækka partapen-
ingin í Fiskaaling
CIA kunnar um búskap
Tað er ikki vanligt, at ovastin fyri amerikonsku
fregnartænastuni úttalar seg um búskaparviðurskifti, men
tað gjørdi CIAovastin, Leon Panetta, á tíðindafundi
fyrradagin. Hann segði, at Barrack Obama, forseti, fær
dagliga kunning frá CIA um viðurskiftini í ymsum
londum, og um nakað bendir á, at búskaparkreppan kann
elva til ófrið har. Hann segði, at lond sum Argentina,
Ekvador og Venesuela eru døm um lond, har búskaparliga
kreppan kann elva til óstøðug politisk viðurskifti, sum
hann orðaði tað. Hann nevndi eisini Russland og Kina í
sama viðfangi.
Kunnu aftur síggja kistur
Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, hevur gjørt av at slaka
eitt sindur í reglunum um, at fjølmiðlar skulu ikki taka myndir
av flaggskrýddum kistum við amerikonskum hermonnum, sum
hava latið lív uttanlands. Forboðið hevur verið í gildi síðani
1991, men nú hevur Robert Gates, verjumálaráðharri, gjørt av,
at fjølmiðlarnir mkunnu vísa myndir av kistunum, um
avvarðandi hjá teimum deyðu hermonnunum hava góðtikið tað.
Sambært Pentagon hava 4.252 amerikanskir hermenn latið lív í
Irak síðani mars í 2003, og 584 eru falnir í Afghanistan síðani
síðst í 2001.
- Fiskiskapur hevur ongan møguleika at nøkta tørvin á fiskamati í framtíðini, og tí er aling
svarið upp á henda alsamt veksandi eftirspurning, segði Jacob Vestergaard, tá hann setti
aliráðstevnuna í morgun
Hans Jakku Mikkelsen, søluleiðari hjá Marine Harvest, greiddi
í morgun frá framleiðslu-og marknaðarútlitum í føroysku og
útlendsku alivinnuni
Formaðurin í Føroya Havbúnaðarfelag, Ragnar Joensen, sat
djúpt í stólinum í morgun og lýddi á góðu útlitini í føroysku
alivinnuni