Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 10 Nr. 41 • 27. februar 2009 Listakvinnan, Jórunn Dánials­ dóttir verður 60 ár í apríl. Dagurin verður ikki hátíðarhildin við sjampanju og kransakøku ella uttanlandsferð. Í staðin letur hon framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Kjallarin er á tremur við listaverkum, hon hevur seymað, broderað, teknað og málað, og sum bert bíða eftir at verða borðin inn í framsýningarhølið, og sýnd fyri almenninginum. ­ Ja, tað kennist sum at koma heim, sigur Jórunn Dánialsdóttir, tá hon verður spurd hvussu tað kennist at venda aftur til sítt gamla yrki eftir so nógv ár. Jórunn Dánialsdóttir varð í 1977 útbúgvin handarbeiðs­ lærarinna á Håndarbejds Fremme seminarinum í Keypmannahavn, og var eitt ár á vevstovuni hjá listakvinnuni Margrethe Agger. Í1978 fór hon at undirvísa í krea­ tivari seyming á kvøldskúlanum í Havn, og tí helt hon fram við, til hon hevði fingið bæði yngstu børnini. ­ Tað vóru fleiri ting, ið gjørdu, at eg gavst. Eg var fyri tað fyrsta troytt av tí. Tað kendist ofta sum at luftin fór úr ballónini, tá eg móð kom heim um kvøldið, eftir at hava undirvíst, minnist hon aftur á. Tey bæði yngstu børnini eru rættiligir eftirnølarar í familjuni. Esther Maria er fødd í 1987 og Mats Andrias í 1989. Esther Maria er fødd við Downs syn­ dromi, sum hevði við sær, at verðin hjá Jórunn og manninum varð vend á høvdið. Jórunn Dánialsdóttir valdi at gevast við undirvísingini, og fór í staðin at arbeiða í niðursetta tíð sum krambakvinna í SMS. Eftir at Esther Maria fekk staðfest Downs syndrom, gjørdist hon virkin innan arbeiðið hjá Javna, felagið hjá menningartarnaðum í Føroyum, sum tók nógv av hennara tíð. Fyriskiparin í búkinum Líka síðan Jórunn Dánialsdóttir var smágenta, hevur hon verið kreativ, og so langt hon kann minnast, hevur listin hugtikið hana. Gjøgnum árini hevur hon avrikað eitt sindur av hvørjum, eitt nú hevur hon prýtt móttøku­ hølið á Lágargarði, eina plakat fyri Føroya Arbeiðskvinnufelag hevur hon gjørt, og seinastu árini hevur hon fyri­ og samskipað ymiskar myndaframsýningar, sum hon hevur lagt eitt stórt arbeiði í. ­ Mær dámar so væl at fáast við hesar fotoframsýningarnar. Og eg havi gjørt nógv við tað. Talan er um privatar myndir, og fyri at finna út av so nógvum sum gjørligt um myndirnar, havi eg verið runt hjá eldri fólki, og spurt meg fyri um myndirnar. Uttan navn og árstal er lítið virði í myndunum, sigur Jórunn Dánialsdóttir. Harafturat hevur hon samskip­ 60 ár: Listakvinnan er komin heim Jórunn Dánialsdóttir hevði ein 18 ára langan steðg frá listini, sum í mong ár var hennara starv. Hon er nú vend aftur til sítt gamla yrki, og í samband við sín 60 ára føðingardag, hevur hon framsýning við seymaðum og málaðum myndum List Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo