Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 41 - 27. februar 2009 Flogfarið hevði trupulleikar Loftferðslumyndugleikarnir í Niðurlondum fara nú bat kanna tann svarta kassan úr tí turkiska flogfarinum, sum datt niður uttan fyri Amsterdam fyrr í vikuni. Kassin bleiv funnin í gjár. Samstundis er komið fram, at tað turkiska Boeing-flogfarið hevði havt trupulleikar í seinastuni. CNN veit at siga, at flogfarið mátti til umvælingar tann 18. februar. Nakrar dagar seinni vóru aftur trupulleikar, tá flogfarið skuldi úr Turkalandi til Madrid, og ferðin bleiv avlýst. Turkish Airlines, sum átti flogfarið, hevur ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini um trupulleikarnar. Obama til Danmarkar Okkurt bendir á, at amerikanski forsetin kemur til Keypmannahavnar í oktober í sambandi við fund hjá olympisku nevndini. Heimbýurin hjá Barrack Obama, Chicago, hevur søkt um at sleppa at skipa fyri teimum olympisku summarleikunum í 2016, og eftir øllum at døma skal forsetin tosa vegna býin, tá avgerðin skal takast á fundi í Keypmannahavn fyrst í oktober. Tað er borgarstjórin í Chicago, Richard M. Daley, sum ber tíðindini um ta ætlaðu forsetavitjanina. Við bløð í Chicago sigur borgarstjórin, at tað er heilt vist, at Obama fer til Keypmannahavnar tann 1. oktober. -Hetta er gleðiligt, men vit høvdu satt at siga væntað, at hann skuldi koma at halda eina av sínum framúrskarandi røðum, sigur formaðurin í danska ítróttarsambendinum, Niels Nygaard, við B.T. í dag. Sumt letur aftur, annað letur upp. Býar lívið í Havn er nógv broytt seinastu árini, og rákið vísir, at fólk ikki longur sláa seg til tols við eina kalda veðr og ein sjuss. Í staðin vísir tað seg, at fólk ynskja sær eksotiskar drykkir, dýrt øl og rúsdrekka, og sunnan mat Býarlív Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Broytingar fara fram í før- oyska býarlívinum. Rákið vísir, at tíðin er farin frá pyls um, burgarum og pizza, og at fólkið í staðin ynskir sunnan og meir eksotiskan mat. Tað sama kann sigast um drykkivanar, og eru fólk farin at leggjast á eksotiskar drykkir og fremmant øl. Seinastu árini hevur verið at kalla stutt millum upp- latingar av nýggjum barrum og matstovum. Men seinas- tu tíðina er tað øvugta hent – tað er vorðið stutt millum aftur latingarnar. Jinx á Áar- vegnum og Kondittaríið í Niels Finsensgøtu er aftur- latið, og spildurnýggja Patio í Niels Finsensgøtu lat aftur eftir bert stutta tíð. Verts húsið ovarlaga í Niels Finsens gøtu hevur í longri tíð staðið tómt, og Cippo, sum var partur av nátt- klubba samtakinum, Í Býin, er somuleiðis afturlatið. Tað er eitt gott hálvt ár síðan roykibannið fyri almenn støð varð sett í verk. Kortini siga matstovu- og barreigarar, Sosialurin hevur tosað við, at royki- bannið ikki hevur gjørt mun. Sum eitt alternativ til roykj arar, hava onkrir valt at seta borð og hitalampur upp í túninum, og tað hevur nøkt að tørvin hjá roykjar- un um. Kortini vísir tað seg, at tað er torført at lívbjarga sær í býarlívinum, nú kapp- ingin vísir seg at standa millum tað siðbundna og tað eksotiska, bæði hvat við víkur mati og drekka. Góðskan í hásæti Onkrar upplatingar av nýggj um støðum eru ávegis, og sum koma at halda til í somu hølum, sum onnur mat støð hava húsast í ella í øðr um hølum, sum standa tóm. Av nýggjastu up plat- ing um er Hvonn, sum hevur hálvt annað ár á baki. Hvonn, sum heldur til á tveim um teimum niðastu hædd unum á Hotel Tórs havn, hevur bæði matstovu og barr, og hevur lagt seg eftir at bjóða kundunum nakað annað, enn tey eru von við, so sum dýrt øl, whisky og cocktails. Barrin, kafe’in og matstaðið lat upp á heystið 2007, áðrenn royki bannið varð sett í verk, og beint eftir bestu summar tíðina. Kortini bjóð- aði Hvonn til uttan dura kafé, og bannaði innan dura royking. - Vit satsaðu stórt við Hvonn. Vit valdu at raðfesta góðsku í mati, sniðgeving, tænastu og úrvali, og hava sett okkum fyri at vit fram- vegis skulu vera ein succes um fimm ár. Vit vóru tey fyrstu, ið bjóðaðu fajitas, margari tas og mojitos, og tað vísti seg at riggja, sigur Johan nes Jensen, stjóri í Hvonn. Og Hvonn er ein succes. Fyri tey, ið eru regluligir gestir í býarlívinum í Havn, er tað greitt, at Hvonn er vorðið nýggja staðið. Tað er har, stóra fjøldin savnast, líka mikið hvønn sam felags- bólk, ein hoyrir til. - Tað er eingin ivi um, at Hvonn rakti seymin á høvd- ið. Vit hava fult hús at kalla hvørt kvøld, og hava í heila tikið størri undirtøku enn vit nakrantíð høvdu væntað, sigur stjórin í Hvonn. So væl gongur tað hjá Hvonn, at spildurnýtt kon- sept letur upp við Áarvegin í vár. Talan er um eina sushi- og vínbarr, sum fer at húsast í hølunum hjá Jinx. - Hetta er ein gamal dreym ur hjá okkum. Eg haldi, at býarmentanin hjá fólki er nógv broytt tey seinastu 5-7 árini. Tann posi- tiva vegin, við tað at fólk fara meir út í staðin fyri at sita heima. Og vit førka kundarnar, og skapa ein tørv. Og tað vísir seg, at hevur tú eina góða vøru, so yvir livir tú. Tað setir sjálv sagt krøv, tí heildar sjónar miðið skal vera í lagi, sigur Johannes Jensen. Stamkundin yvirlivir Glitnir, sum heldur til á Skála trøð í Havn, kennir svið an av kreppuprátinum. - Tað gongur slettis ikki so galið, men eg má siga, sølan er altso ikki tann sama, sigur stjórin í Glitnir, Hans Andreasen. - Fólk koma ikki so títt sum fyrr, og tað er uttan iva orsakað av krepputosinum, heldur stjórin. Eftir at hava hugt eftir tølum og ferðslu í Glitnir seinastu tíðina, sæst at fólk oftast leggja sær leiðina í Glitnir 2. og 3. hvørt viku- skiftið í staðin fyri fyrsta ella síðsta vikuskifti, sum er tíðarskeiðið, fólkið hevur fingið løn. Fríggjakvøld er karaoke kvøld, og leygarkvøld er dansur. Tað er misjavnt, hvussu nógv fólk møtir upp til hesi kvøldini. Tískil hevur Glitnir onnur tiltøk, so sum dartkappingar, fót bólt á stórskíggja og Nin ten do WII kappingum, at bjóða kundunum. Í barrini er matur at fáa hvønn dag, sum nógv verður selt av, og av drykkivørum er tað tað siðbundna, sum verður selt – altso øl og sjussar. - Vit hava nógvar stam- kundar, og hann yvirlivir. Restin er yviskotið, sigur Hans Andreasen. Eftir meir enn eitt hálvt ár við roykibanni, kann stjórin í Glitnir staðfesta, at tað ongan skaða gjørdi á søluna. Í túninum eru borð, stólar og hitalampur settar upp til endamálið. - Tað hevur verið verið ein succes. Men givið er, at tá vindurin stendur beint inn við 20 m/sekundið, er ikki standandi uttanfyri. Eg haldi, at hendan tíðin sum heild er tung hjá teimum flestu. Tá vit so koma út í mánaði fram eftir, gongur væl hjá øllum, við tað at meir fólk kemur út. Vit skulu ikki klaga um støð- una, sum hon er júst nú, men vit fara at síggja tíðina ann og vóna tað besta, sigur Hans Andreasen, stjóri í Glit nir. Mynstrið broytist Føroya elsta kafe, Café Natúr, ásannar líka sum Glitnir, at mynstrið í býar- lívinum er broytt. - Fólk koma seinni út. Sjálv andi halda vit at royki- lógin er góð, men tað hevur við sær, at fólk koma seinni út. Tey sita longri heima og roykja og drekka sær nakrar sjussar enn at koma tíðliga oman í býin, sigur Rúni Olsen, partaeigari í Café Natúr. Fyrr settust fólk oman í Café Natúr klokkan 19-20 um kvøldið, og vóru sitandi til út á kvøldið. - Vit vóna at mynstrið broyt ist aftur. Vit eru elsta kafé í landinum, og hava eitt sterkt image. Vit liggja væl fyri her við portrið til Havn ina, og tað er eisini av ferða fólki, vit vinna pen- ing. Tað er ein breiður mál- bólk ur, ið vitjar Café Natúr. Millum 18-50 ár. Tað eru øl og sjussar, ið verður selt yvir barrina, umframt vørur nar úr kafé’ini. Parta- eig arin sigur, at yngra fólk- ið fer úr Café Natúr og niðan eftir í býin, meðan tey eldru verða sitandi og lurta eftir livandi tónleiki um vikuskiftið. - Fólkið hevur meir at velja í í dag, og tað merkist. Men tað er lágsesong í løtuni, og vit royna ikki at síggja alt ov svart upp á støð una, sigur Rúni Olsen, parta eigari í Café Natúr. Býarlív: Tað eksotiska vinnur Tað vísir seg, at føroyska býarfólkið ynskir eksotiskan mat og drekka heldur enn eina kalda bjór og ein sjuss Savnsmynd