fríggjadagur 27. februar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 • 27. februar 2009
Vikuskifti
9
Eftir at hava sæð
filmin Slumdog
Millionaire undrist
eg yvir, hvør hevur
mutrað Hollywood
og allan filmsheimin,
so henda tunnliga
søgan fær styrki
og kemur fram
allastaðni
B
retski filmurin á hindi máli
Slumdog Millionaire hevur
vunnið tað, ið vinnast kann á
øllum heimsins filmsstevnum.
Mánamorgunin, okkara tíð,
ruddaði hann borðið hjá Oskari og
teimum í Hollywood.
Tá filmar verða tilnevndir
Oscarvirðisløn, skulu fleiri túsund
fólk hava avrit av filminum at
síggja - Screeners, tey rópa.
Soleiðis koma flestu nýggju
filmar beint á svarta marknaðin
og gerast kjakevni.
Hetta er bæði gott og ringt,
tí upphavsrætturin verður ikki
virdur, men hinvegin er hetta
frálíkt fyri fólk sum hava áhuga
fyri filmi, men búgva soleiðis fyri
at tey ikki síggja tílíkan film.
H
vussu er og ikki, mánakvøldið,
samstundis sum Oscartíð-
indini fóru um allan heim, sá eg
filmin Slumdog Millionaire.
Og eg undrist sáran.
Søgan er um ein ungan drong
í Mombai, sum vinnur í spurn-
arkappingini Hvør vil verða
miljóningur. Korrupta løgreglan
tekur dreingin, tí prógv sigast
verða fyri, at hann skal hava snýtt
í kappingini. Og kanska hevur
verturin eisini snýtt. Og kanska
hevur hann, verturin, glúpskar
bakmenn í indisku undirgrundini.
Og aftanfyri alla søgugongdina
er leitanin eftir barndóms-
kærleikanum Latika.
Filmurin ger vart við stættarmun
og mutur í heimliga samfelagnum.
Eftir at hava sæð filmin undrist eg
yvir, hvør hevur mutrað Hollywood
og allan filmsheimin, so henda
tunnliga søgan fær styrki og kemur
fram alla staðni.
Sum filmisk frásøgn er gongdin
ikki spennandi. Tey bæði ungu,
drongur og genta, fáa til endans
hvørt annað, men so er ikki meir
at siga um tað.
T
að undarliga góða í filmisku
søguni úr Mombai, vit kunnu
kallað tað síðuspor ella ágóði
úr hjáveiðu, hoyrir til eina aðra
filmiska frásøguhevd. Tað er
hin dokumentariska, heimildar-
filmurin. Her hevur søgan úr
Mombai sína styrki.
Vit fáa innlit í hvussu fátækra-
børn og familjur teirra liva og
verða viðfarin á okkara døgum.
Beint her og nú. Tað er styrkin í
søguni, sum mált eftir hesari alin
verður litrík og viðkomandi. Styrkin
í filminum er hin samfelagsliga
viðmerkingin og bert í lítlan mun
sum listarligt filmsverk.
Bestur er filmurin í endanum,
tá øll tey leikandi savnast á
tokstøðini í Mombai og syngja og
dansa – ein litfagran sang, sum
eisini vann ein Oscar.
Útferðin til Bollywood eitt
mánakvøld í Havn var undrunar-
verd. Eftirsmakkurin eitur mutur.
Tunnligur
Oscarvinnari
Manningin handan filmin Slumdog Millionaire
var møtt mannsterk til Oscarhandina at taka
ímóti einum Oscari fyri og øðrum eftir ...
Átta Oscar virðislønir
Heili átta Oscarvirðislønir fóru til filmin Slumdog Millionaire, sum sostatt gjørdist heilt
stóri Oscarslúkurin í ár við hesum virðislønum.
· Besti filmur: Slumdog Millionaire
· Besti leikstjóri: Danny Boyle (Slumdog Millionaire)
· Besta leikrit: Simon Beaufoy (Slumdog Millionaire)
· Besta cinematography: Anthony Dod Mantle (Slumdog Millionaire)
· Besti tónleikur: A. R. Rahman (Slumdog Millionaire)
· Besti sangur: A.R. Rahman (Slumdog Millionaire)
· Besta filmklipping: Chris Dickens (Slumdog Millionaire)
· Besta ljóðbland: Ian Tapp, Richard Pryke og Resul Pookutty (Slumdog Millionaire)
Sum filmisk frásøgn er
stóri Oscar-vinnarin ikki
spennandi. Drongur og
genta fáa hvønn annan,
og so er ikki meir at
siga um tað
Ummæli
Birgir Kruse