Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 41 - 27. februar 2009 Í løtuni eru tað sjey føroysk børn og ung, sum barnaverndin hevur sent á stovn í Danmark og tað kostar samfelagnum sjey milliónir krónur Børn og ung Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í løtuni eru sjey føroysk børn og ung send uttanlands á ymsar stovnar. Her er bara talan um tey, sum barnaverndin hevur sent av landinum. Tey, sum eru farin uttanlands á stovn fyri ymisk brek og sjúkur, eru sostatt ikki tald við. Tað upplýsti Rósa Samu­ elsen, landsstýriskvinna í Løgtinginum fyrr í vikuni. Tað var Bill Justinussen, sum vildi hava at vita, hvussu nógv børn og ung barnaverndin hevur sent til Danmarkar á stovn. Hann heldur, at tað kann skapa enn størri størri trup­ ulleikar at senda børn og ung av landinum til eina fremmanda mentan og fremmant umhvørvi og utt­ an at hava sínar næstringar og vinfólk rundan um seg. Samstundis hava vit stovnar til børn og ung í Føroyum, sum standa hálv­ tómir, hóast teir eru full­ mannaðir við starvsfólki. Hann sóknaðist eisini eftir at frætta um eftirmeting er gjørd av hesum donskum stovnunum. Bill Justinussen er heldur ikki vísur í, at donsku stovn­ arnir altíð eru teir røttu tí ong­ in meting er gjørd av. Tvørtur ímóti eru teir mangan rætti­ liga raskir og dugnaligir at marknaðarføra seg sjálvar og tað er mest út frá upplýsing­ um frá teimum ávísu stovn­ unum sjálvum, at vit gera av, hvagar hvørt barn og ungfólk skal sendast. Sjey send av landinum Rósa Samuelsen upplýsti, at á nýggjárinum vóru sjey føroysk børn og ung á donskum stovni av barna­ verndarávum. Av teimum sjey, er tað eitt, sum varð sent á stovn fyrstu ferð í fjør, men hini seks høvdu øll verið á stovni í longri tíð. Landsstýriskvinnan segði, at tað er ógvuliga ójavnt, hvussu nógv hvørt stovnspláss kostar, men prís­ urin liggur ímillum slakar 700.000 krónur og 1,5 milli­ ón um árið fyri hvørt barn. Í miðal er prísurin ein milli­ ón fyri hvørt barn. Sostatt kostar hetta sam­ felagnum sjey milliónir um árið. Men kommunurnar betala góðar 1,2 milliónir í brúkara­ gjaldi, so útreiðslan hjá landskassanum er góðar 5,7 milliónir. Óvart á tinglimir Tað kom óvart á tinglimir, at tað eru so nógv børn, sum eru send av landinum av barnaverndarávum og summi tingfólk halda eisini, at hetta er ein óvirðilig støða. Fleiri tinglimir spurdu landsstýriskvinnuna um nøk­ ur útlit eru fyri, at vit skapa umstøður so at hesi børnini og ungu kunnu verða verandi í Føroyum. Bill Justinussen spurdi um tað ikki kanska er frægari at varðveita børn og ung í landinum, hóast vit ikki hava akkurát tað rætta tilboðið, heldur enn at lata tey missa sítt heimland og senda tey av landinum í fremmand umhvørvi, til fremmand fólk og til fremmanda mentan. Rósa Samuelsen vísir á, at arbeitt verður at umskipa alt økið fyri børn og ung og at menna tilboðini. Men ein orsøk til, at tey verða send av landinum, er at í summum førum hava vit ikki tað røttu servitanina. Og hon væntar ikki, at vit nakrantíð sleppa heilt undan at senda børn og ung av land­ inum, tí í summum førum kann trupulleikin vera so serligur, at okkum manglar servitan í Føroyum. Barnaverndin sent sjey børn og ung av landinum Finnland herðir vápnalógina Í Finnlandi ætla politikararnir at herða lógirnar um byrsuloyvi. Tað verð­ ur gjørt eftir tilmæli frá einari nevnd, sum stjórnin setti, eftir at ungir menn høvdu skotið fólk á tveimum finskum skúlum. Í november í 2007 myrdi tann 18 ára gamli Pekka­Erik Auvinen átta fólk og so seg sjálvan á einum skúla í Jokela, og eitt lítið ár seinni myrdi 22 ára gamli Matti Saari 10 fólk og so seg sjálvan á einum skúla í tíu manns í Kauhajoki í vesturhluta landsins. Báðir drápsmenninir høvdu byrsuloyvi. Aldurs­ markið fyri at hava vápn er bara 15 ár, men tað skal nú upp í 18 ár. Hvalaveiða kostar ikki arbeiðspláss Landsfelagið hjá íslendskum útgerðarmonnum vísir aftur tíðindunum um, at íslendska stórhvalaveiðan kostar fleiri arbeiðspláss í fiskivinnuni, tí marknaðurin vil ikki keypa íslendskar fiskavørur orsakað av landsins stórhvalaveiði. Tíðindini hava sín uppruna í einum brævi frá bretsku handilsketuni Waitrose. Friðrik J. Arngrímsson, stjóri í landsfelagnum sigur við Morgunblaðið, at einki hald er í tíðindunum. Hann vísir á, at tá íslendingar tóku hvalaveiðina uppaftur í 2003, uttan at tað fekk nakra ávirkan á arbeiðsplássini í fiskaídnaðinum. Nú nýggi miðnáms­ skúlin í Suðuroy eru liðugur, er greitt, at hann fer at kosta næstan 86 milliónir, men harafturat hongur ein rokning upp á átta milliónir í leysari luft Skúladepil Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað hevur kostað 85,9 milli­ ónir krónur at byggja nýggja skúladepilin í Suðuroy. Tað staðfestir Helena Dam á Neystabø, landsstýris­ kvinna í mentamálum. Í Løgtinginum fyrr í vik­ uni vildi Tórbjørn Jacobsen, løgtingmaður, hava at vita hvat skúlin kostar at byggja, nú hann er liðugur og verð­ ur tikin í nýtslu í allar nærmastu framtíð. Upprunaliga skuldi nýggj­ ur studentaskúli byggjast í Vági fyri 45 milliónir. Men so varð skúlin fluttur til Hovs, har ein depil er bygdur, sum eisini skuldi umfata heilsuskúlan og upp­ runaliga skuldi tann skúlin kosta 60 milliónir. Men síðani er ætlanin alsamt dýrkað. Helena Dam á Neystabø segði, at enn eru ikki allar rokningar komnar inn, men sum tað sær út nú, fer fesk­ asta kostnaðarmetingin upp á 85,9 milliónir, fer at halda. Men landsstyriskvinnan staðfesti eisini, at umframt hetta, hongur ein rokning upp á átta milliónir í leysari luft sum byggifelagið heldur seg hava krav upp á afturat, men sum Landsverk ikki vil kennast við og kanska endar tað við sakarmáli. Dýrkaður 100% Tórbjørn Jacobsen sigur, at verður allur kostnaðurin tik­ in við, eisini grundstykkið, sum varð grivið út í Vági, eru slakar 96 milliónir brúkt­ ar upp á skúlan og ting­ limurin hjá Tjóðveldinum átalar, at miðnámsskúlin í Suðuroy sostatt er blivin 51 milliónir krónur, ella yvir 100% dýrari enn ætlað. Hinvegin er tað eisini greitt, at grundstykkið, sum varð ætlað til skúlan í Vági, er ikki farið fyri skeyti, tí nú skal tað ístaðin brúkast til ellis­og røktarheim og økisdepil fyri sinnisveik. Tinglimir úr samgonguni hava ført fram, at orsøkin til, at skúlin kostar so nógv meiri enn upprunaliga ætl­ að, er, at projektið er víðk­ að til eisini at umfatað heilsuskúla, sum hevur hús­ ast undir ússaligum viður­ skiftum, so at tað nú eru tveir skúlar, sum eru bygdir í Hovi. Skúladepilin í Hovi kostar 85,9 milliónir Er tað betri at senda børn og ung av landinum til fremmand fólk og fremmand umhvørvið, heldur enn at hava tey í Føroyum, hóast vit kanska ikki hava eitt tilboð, sum akkurát er skræddaraseymað til tey?. Tað er ein spurningur, sum kjak var um í Løgtinginum fyrr í vikuni, tí tað kon óvart á tinglimir, at vit senda so nógv børn og ung av landinum