fríggjadagur 27. februar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 41 • 27. februar 2009
hvussu stórur retorikari Petur
Mohr Dam varð. Uni vísir á, at
Jákup Andreas Arge hevur gjørt
eitt stórt arbeiðið fyri at bjarga
mentunnararvi føroyinga. Annað
filmsbrot er við neytakonum í
Húsavík, har tað hevur eydnast
Jákup Andriasi at yvirtala
tilkomnar kvinnur í Húsavík at
vísa á filmi aldargamla føroyska
arbeiðssiðin: at fara til neytar.
Gamli svenski filmsmaðurin,
Steen Nordenskiøld, sum var ein
stórur Føroya-vinur, og ikki minst
Skúvoyar-vinur eigur eisini sín
part av verkætlanini ”Føroyskar
Søgur 2”. Í 1951 framleiddi Steen
Nordenskiøld ein litfilm, har
hann sjálvur greiddi frá tí, sum
fór fram. Myndir eru tiknar kring
oyggjarnar, men sjálvandi fyllir
Skúvoy nógv. Svenskarin bar so
stóran alsk til Skúvoy, at hansara
seinasta ynski varð, at jørðisku
leivdirnar hjá honum, skuldu
stroyðast yvir oynna, sum stóð
hjarta hansara so nær.
Filmsbrot við Ingálvi
av Reyni
Millum onnur forkunnug brot,
eru 16 mm litfilmarnir hjá James
og Alf Cordiner í Aberdeen.
Teir vitjaðu í Føroyum, í bæði
1948, 1953 og 1957, og liggja
nógv góð filmsbrot eftir frá
feðgunum í Aberdeen, sum
vóru handilsmenn, sum vóru
komnir í samband við nógvar
føroyingar, serliga føroyingar
innan brøðrasamkomuna. Millum
betri filmsbrotini hjá Cordiner-
monnunum, er vitjanin hjá
Ebenezer-kórinum í Aberdeen á
sumri í 1948. Á filmsbrotinum
ber til m.a. at síggja ein ungan
og spelknan Ingálv av Reyni,
sum tá var bert 28 ára gamal.
Litfilmsbrotini eru óvanliga skørp
og klár, ikki minst tá hugsað
verður um, at tey eru meiri enn 60
ára gomul.
Ov nógv farið fyri
skeyti
Uni og filmsklipparin, Helgi
Toftegaard úr Fuglafirði fegnast
um tann føroyska mentannararvin
teir sita við úti í Valby. Men Uni
letur ongan iva verða um, at hann
harmast um alt tað, sum er farið
fyri skeytið, ikki minst í savninum
hjá bæði almenna útvarpinum
og sjónvarpinum. – Tað hevur
alt ov lítil virðing og stuðul til
tey, sum hava gjørt eitt stórt
arbeiðið, fyri at dokumentara
tað føroysku søguna. Uni nevnir
Jákup Andrias Arge o.a. sum
hava gjørt eitt stórt ósjálvssøkið
arbeiðið fyri at dokumentera tann
føroyska mentannararvin, og at
slík undangongufólk áttu at verið
stuðlaði í teirra megnararbeiði.
Uni letur ongan iva verða um,
at hann heldur, at Almennu
Føroyar mangla eina savns- og
varðveitingarmentan, og at tað er
syndarligt at síggja alt tað, sum
fer fyri bakka.
Tónleikasøgan
manglar
Í hesum døgum situr Uni so
og skrivar handritið, sum
frásøgufólkini skulu lesa til
partarnar í ”Føroyskar Søgur
2”. Kortini saknar Uni ein
týdningarmiklan part av nýggjaru
søgu Føroya. Tað hevur ikki
eydnast Una at finna filmsbrot,
sum lýsa pionerárini í føroysku
popp- og rocksøguni. Uni heitir
so inniliga á fólk, sum eiga slík
filmsbrot, ella vita um folk, sum
eiga slík filmsbrot, um at siga
sær frá, sum skjótast. Tað ber
til hjá fólki at senda teldupost
til ulh@substanz.fo. Fólk kunnu
eisini ringja til 0045 22490919.
Tað ber eisini til hjá fólki at fara
inn á www.foroyskarsogur.fo, har
mangt forvitnisligt er at síggja og
lesa um spennandi verkætlanina.
4 búnar, sum kunnu fáa smílini fram hjá øllum. Yvonne, Egon, Benny og Keld
úr Olsen-bandanum
Búnarnir hjá teimum fínu damunum í Matador
Stovu-leikpallur frá stummfilmstíðini hjá Nordisk Film
Eitt skapandi og mennandi arbeiðsumhvørvi úti í Valby
… Søguligar filmsverkætlanir í aldargomlum umhvørvi
Hoyr samrøðurnar, sum
vóru gjørdar úti í Nordisk
Film á Rás2, mánamorgun
9. mars kl. 10