Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 41 - 27. februar 2009 Nýggj finsk skúlabók, sum nú er komin á marknaðin, sjónligger Føroyar í finskum undirvísingarhøpi. Hetta er úrslit av ungdómsráðstenvuni Ung i Norden 2006, ið var hildin í Tórshavn Branding Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í 2006 var størsta altjóða ungdómstiltakið, sum Føroyar hevur verið vertur fyri, hildið við bólkum av listarliga áhugaðum ungum úr øllum Norðurlondum og sjálvstýrandi økjum. Ung i Norden 2006 var hildin í Venjingarskúlanum og Vinnuskúlanum. Nordisk Ministerråd, Mentamála­ ráðið, Tórshavnar Komm­ una og Norðurlandahúsið fíggjaðu stevnuna. Nú er enn eitt ítøkiligt úrslit av hesi ráðstevnu komið í ljósmálan. Høvundarnir av nýggjari finskari skúlabók, PREMI­ ÄR, sum hevur til endamáls at læra finskmæltum finn­ um svenskt, hava nevnliga valt ungdómsráðstevnuna Ung i Norden 2006, ið varð hildin í Havn, sum høvuðs­ tema. Hetta merkir at Føroyar verða sjónliggjørdar í finskum undirvísingarhøpi, har framhaldsnæmingarnir kunnu lesa um Ung i Norden stevnuna í Havn í átta kapitlum í bókini. Hetta brandar sanniliga eisini Til tiltakið Ung i Norden 2006 gjørdi Rakel Helmsdal eina heimasíðu, har øll kundu finna tíðindi og praktiskar upplýsingar um tiltakið. Tað serstaka við hesari heimasíðu er, at hon varð skrivað á heili nýggju málum, og at einhvør tí kundi lesa tað, ið á har stendur, á sínum egna móðurmáli. Tað er júst hetta, sum hevur givið finsku høvund­ unum íblástur til nýggju skúlabókina. Í bókini verð­ ur nevnliga skrivað á fleiri málum og um fleiri Norðurlond. Har kunu finskir skúla­ ungdómar lesa um Føroyar, føroyingar og føroyska mentan. Eisini stendur nógv skrivað á føroyskum í bókini, umframt at føroysk mállæra eisini er at finna. Helena Dam á Neystabø fekk mikudagin handað eitt eintak av bókini frá Norðurlandahúsinum, og hon heldur hetta verða enn eitt gott prógv um ítøkilig úrslit av mentanartiltøkum. ­ Hetta brandar sanniliga eisini Føroyar. Nú verða Føroyar eisini nevndar í stórum økjum í Norður­ svøríki og Suðurfinnlandi, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýris­ kvinna í Mentamálum. Føroyar brandaðar í finskari skúlabók Helena Dam á Neystabø fær handað eintak av finsku skúlabókini frá Hedvig Westerlund-Kapnas úr Norðurlandahúsinum Í morgin verður nýggi fólkaskúlin á Sandi tikin í nýtslu. Hetta verður ein stór broyting í mun til gamla skúlan, sum í heyst verður 125 ára gamal FÓLKaSKÚLi Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Gamli skúlin á Sandi verður 125 ár í heyst, og tí er tíðin avgjørt komi til, at lærarar og børn fáa nýggj og tíðarhóskandi hølir at halda til í. Tað heldur borgarstjórin á Sandi, Páll á Reyna­ túgvu. ­ Nú var avgjørt neyðugt við nýggjum karmu til okkara framtíð. Til børnini hjá okkum og eisini til lærararnar, sum gera eitt ógvuliga gott arbeiði her í Sands skúla. Tey hava verið tolin – onkur vildi sagt alt ov tolin – men nú síggja vit við gleði fram ímóti degnum í morgin, tá skúlin verður tikin í nýtslu, sigur Páll á Reynatúgvu. Sands skúli er í hvussu er til tíðir ein meiri enn ein­ flokkaður skúli, og tað merkir, at ein lærari skal kunna undirvísa minst tveimum flokkum sam­ stundis. ­ Tað merkir tað, at næm­ ingarnir kunnu hava sína føstu skúlastovu, og kortini verða undirvíst av sama lærara saman við einum øðrum flokki, og tí er nógv­ ar skjótihurðar í skúlanum, sigur Páll á Reynatúgvu. ­ Tað hava vit roynt at tikið hædd fyri, og vit hava roynt, saman við skúla­ stýrinum og lærarunum, sum hava skil fyri viður­ skiftunum, at tilrættislagt skúlan so væl sum tilber. Og í mun til kostnaðin haldi eg, at vit hava fingið ótrú­ liga nógv fyri pengarnar, sigur Páll á Reynatúgvu. Skúlin er ógvuliga væl útgjørdur, og eitt nú eru allar salvur samvirknar, eins og onnur útgerð er state­of­the­art. ­ So er bara at vóna, at lærararnir skjótt kunnu tillaga seg frá gamla skúlanum til ein nútímans skúla, ikki minst lopinum frá grønu talvuni til hesa nýggju, og at eisini børnini taka væl ímóti hesum, sigur Páll á Reynatúgvu. Í fólkaskúlanum á Sandi ganga í dag fimm flokkar, men ynski hjá bæði bygdarráðnum og skúla­ stýrinum er, at fáa sætta flokk heim til Sands úr Meginskúlanum, og tað er nýggi skúlin eisini tillagaður at kuna hýsa. ­ Vit fara úr 240 fermetr­ um upp í 812 fermetrar og úr einum gomlum skúla inn í ein nýggja og ljósan skúla, so broytingin verður ógvuliga stór hjá bæði lærarum og næmingum, sigur Páll á Reynatúgvu. Almenn móttøka verður í skúlanum í morgin, tá hann verður alment tikin í nýtslu. Nýggi skúlin á Sandi tikin í nýtslu Lærarar og børn á Sandi fáa nú nýggjan fólkaskúla IMF kunnar seg í Íslandi Fyri nøkrum døgum síðani komu nøkur umboð fyri Altjóða Gjaldoyra­ grunnin IMF til Reykjavíkar at kanna ta búskaparligu støðuna í Íslandi. Talan er eftir øllum at døma um eina neyva kanning, tí sambært íslend­ sku fjølmiðlunum fara IMF­umboðini ikki avstað aftur fyrr enn tann 10. mars. Í gjár vóru umboðini í íslendska fíggjarmálaráðnum og tosaðu við embætisfólk har um fíggjarstøðuna hjá tí almenna, viðurskiftini í vinnulívinum og støðuna hjá íslendsku krónuni. Aftan á vitjanina skulu IMF­serfrøðingarnir lata grunninum eina frágreiðing um úrslitið av vitjanini. Nógv gull í Grønlandi Nýggjar rannsókni, sum danska­grønlendska felagið NunaMinerals hevur latið gera, benda á, at tað ber væl til at finna gull og wolfram í rakstrarverdum nøgdum í Grønlandi. Tað sigur felagið í einari fráboðan til virðisbrævamarknaðin í Keypmannahavn. Sagt verður, at jarðfrøðingar gera í løtuni kanningar á Ymer­oynni í Landnyrðingsgrønlandi. Wolfram er eitt sera hart evni, sum verður brúkt til eitt nú knívar og til turbinurnar í tyrlumotorum. Sum er kemur umleið 90 prosent av øllum heimsins wolfram úr Kina, skrivar Ritzau.