fríggjadagur 27. februar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
7
ein stova frá gamlari tíð er
eisini varðveitt, sum eitt minni
um tað tíðina, tá Nordisk Film
var millum Heimsins fremstu
filmsframleiðarar.
Nógv fólk vitja
Uni fortelur, at hóast Nordisk
Film ikki spælir sama leiklut í
heimsumfatandi filmsídnaðinum
í dag, so eru tað kortini nógvir
søgufróir filmsentusiastar, sum
koma á vitjan hjá Nordisk Film
í Valby, fyri at kunna síggja og
kenna søguna hjá Heimsins elsta
filmsfelagi. Uni tekur meg yvir
til tann tiltikna gula húsaveggin,
har Egon Olsen plagdi at koma
undan. Guli húsaveggurin
undirstrikar, sum alt annað, at
úti í Nordisk Film ætla tey ikki
at lata søguna doyggja. Kortini
máttu teir lata tann steinlagda
vegin í Korsbæk frá Matador-
røðini fara, í samband við eina
umbygging. Nógvir kendir danskir
filmssjónleikarar og leikstjórar
eru eisini javnan at síggja
úti á Nordisk Film, og hevur
Uni havt høvið at heilsa uppá
tey flestu innan filmselitina í
Danmark. – Tað eru fólk, sum
tú og eg. Tað er bara í fyrstani,
at ein er so ovurglaður fyri at
síggja hesar stjørnurnar, men tá
ein tíð er farin, so gerst hetta
gerandiskostur. Sigur Uni, sum
sostatt hevur havt eina skjóta
tillagingartíð, til tað serliga
arbeiðsumhvørvið úti á Nordisk
Film.
Hava selt hálva
miljón eintøk
Substanz Film hevur veruliga
gjørt vart við seg, við sínum
søguligu filmsverkætlanum. Bara
í Danmark hevur filmsfelagið
megna at selt eina hálva
miljón eintøk við søguligum
sjónbóndsfløgum, sum eru
skornar eftir líknandi leisti, sum
”Føroyskar søgur”. – Substanz
Film hava rakt okkurt hjá fólki,
sum tey hava tikið væl ímóti.
Tað hevur verið ein tørvar á, at
fólk hava fingið fatur í hesum
gomlu filmunum, og at bjarga
teimum, áðrenn teir forfarast.
Greiðir Uni frá. Substanz Film
hava eisini gjørt søguligar
filmsverkætlanir við filmsbrotum
úr Noregi, Finnlandi og Svøríki.
Í teimum førunum hava teir á
Substanz Film havt vitjan av
konsulentum og filmsfólkum frá
teimum avvarðandi londunum.
Talið av filmsframleiðslum er
komið upp á 80 filmar, sum
viðgera søguna hjá fimm
ymiskum norðurlondum. Í einum
minni bygningi er eitt rættiliga
stórt lagur við øllum teimum
ymisku sjónbandsútgávunum.
Tá talan er um tær donsku,
svensku og norsku útgávurnar
sæst, at talan er eisini um
serstakar filmsverkætlanir frá
ymiskum landspørtum, og eisini
frá ymiskum tíðarskeiðum.
Eisini er talan um ymisk evnir,
sum t.d. kongshúsið, seinni
veraldarbardagi, lýsingar
gjøgnum tíðirinnar o.s.fr.
Føroyski søgur 2
Substanz Film og Eik Banki
høvdu somikið góðar royndir
av ”Føroyskum Søgum”, at nú
liggur ræðið fyri at framleiða
ein ”tveyara”. Uni og klipparin,
Helgi Toftegaard úr Fuglafirði vísa
mær ymisk filmsbrot. Áhugavert
er brotið, sum Jákup Andreas
Arge hevur tikið á Tórshavnar
Skipasmiðju, tá Porkeningur
fór av bakkastokki. Uni hevur
fingið til høldar framúrskarandi
røðuna, sum Petur Mohr Dam
helt í samband við hátíðarhaldið.
– Hendan røðan hjá Petur Mohr
Dam er simpelthen ”Winston
Churchillsk”. Sigur Uni við
hávirðing, og sipar hann til
Nr. 41 • 27. februar 2009
r í aldargomlum umhvørvi
Uni Leitistein Hansen frammanfyri
arbeiðsplássinum hjá sær
Gomul hondvunnin mylna, sum varð brúkt til at gera vind í teimum gomlu
filmsdøgunum
Tiltikni húsaveggurin, har Egon Olsen plagdi at koma gangandi við enn einari
ætlan
Uni við rullistólinum hjá Tante Møhge úr Matador
➘