Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 41 - 27. februar 2009 Facebook hevur fylt rættiliga nógv í blaðnum seinastu tíð­ ina, og í dag kann løg­ reglan upplýsa, at hon hevur havt tvey fólk inni til avhoyringar, so tað verður ikki leingi, til málið verð­ ur loyst frá teirra síðu Internet mIsbrúk Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í vikuni hevur Sosialurin gjørt rættiliga nógv burturúr heima síðuni Facebook og øðr um háttum at loypa á fólk við tøkni. Serliga eitt ávíst mál hevur fylt nógv, og nú veit løg reglan at siga, at teir hava havt fólk inni til av hoyr ingar. - Vit hava havt tveir per- són ar inni til avhoyringar, sig ur Bergleif Brimvík, krimina l ovasti. Skjótt arbeiði Í samband við hetta mál er løgreglan eisini løgd undir at arbeiða seint, men hetta heldur hann ikki vera rætt. - Málið varð fráboðað í januar. Vit hava gjørt kann- ing ar í málinum, og hava eisini fingið teir viðkomandi upp lýsingarnar frá tele fyri- tøkuni, so vit nú hava havt tvey fólk til avhoyringar. So eg haldi ikki, at mann á nakr an hátt kann siga at bor ið hevur verið seint at, stað festir kriminalovasti. Hann leggur afturat, at teir sjálv andi skulu hava ein rættar úrskur fyri at gera tí líkar kanningar, og hendan hava teir longu nýtt. So staðfestast kann, at nú restar lítið í, at brotsfólkini í Facebook málinum verða hand tikin. Fólk kunnu hjálpa Í sokallaða Face book máli- num hevur Theodor Joensen gjørt nakrar kanningar sjálv ur, og hetta heldur løg- reglan vera gott. - Tað sígur seg sjálvt, at betri eitt mál verður lýst, betri er tað, staðfestir Berg- leif Brimvík. Hann leggur tó afturat, at tað er sera týdn i ngarmikið, at fólk ikki bróta nakrar lógir, um tey gera tílíkar kanningar. Tíðindi gera mun Gjøgnum vikuna hevur Sosialurin gjørt nógv burtur úr hesum málið. Miku dagin greiddu tvey fólk frá, at teirra telda varð nýtt í málinum, og í gjár greid di Theodor Olsen frá hansara søgu, at familja hansara hevur verið fyri ágangi, og at hann sjálvur hevur gjørt kanningar í máli num. - Tað er gott at pressan tekur tílík mál upp, serliga part urin við fyribyrgjandi ar beiði gjøgnum dátu eftir- litið, sigur Bergleif Brim- vík. Hann leggur tó somu- leiðis dent á, at tað ikki er altíð, at ein viðgerð í fjøl- miðlunum hjálpir eini sak, tí tað kann eisini vera hin- vegin. - Í júst hesi sakini hava fjøl miðlarnir tó ikki gjørt nakran mun, sigur kriminal- ovastin. Fyri tíð síðan kom eldur í ein bil í Kvívík. Tá eldurin var sløktur, varð ein eldri maður funnin deyður í bilinum Deyðs or søkin er tó ikki nakað politi ið upplýsir, men orsøkin til brand in er funnin, og hendingarnar er greið ar bIlbrandur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tað var 16. februar, at ein eldri maður í Kvívík varð funnin deyður í bilinum hjá sær á einum parkerings- plás si í bygdini. Løgreglan hevur nú kannað málið og er komin fram til, at mað ur- in fyrst fekk eitt dánil si, og síðani kom eldur í bilin. - Tað, sum hendir, er, at mað u rin fær eitt dánilsi. Meðan maðurin er uttan vit heldur hann á spitaranuim í bili num, og hetta hevur við sær, at sera høgir um drað- ingar eru á motorinum í bili num, sum hevði eina ringa forbrenning, staðfestir Berg leif Brimvík, kriminal- ovasti. Tað, sum sambært løg- regl uni síðani hendi, var, at eldur kom í útstoyti á bili- num. Skitna forbrenningin hevði við sær, at bensin sam la ðist í pottinum á út stoytinum, og hesin brast eftir stuttari tíð. So skjótt hetta er hent, kom eldur undir bilin. Eldurin breidd- ist skjótt, og sera nógvur hiti var. Eftir stuttari tíð kom eldur in upp ígjøgnum dúrk- ið á bilinum, og tá eldurin festi í setur og so framvegis, so brendi heilt skjótt. Hetta sampakkar alt við fyrstu eygleiðingarnar av bili num, har fólk sóu, at eld urin var kyknaður har aft uri. Bergleif Brimvík leggur afturat, at deyðsorsøkin hjá mann inum verður ongantíð almenn, men at dánilsi hjá mann inum sjálvandi hevur havt við sær, at hann ikki kun di koma út bilinum. Avhoyra fólk í Facebookmálinum Brandurin í bilinum í Kvívík kannaður Nú er staðfest, hví eldur kom í hendan bilin í Kvívík tann 16. februar í ár Evran hevði gagnað Svøríki Svenski forsætisráðharrin, Fredrik Reinfeldt, heldur, at búskapargongdin í Svøríki ta seinastu tíðina hevur víst, at Svøríki eigur at fáa sær evruna til gjaldoyra. Tað segði hann við tíðindafólk í Reykjavík í gjár, har teir norðurlendsku stjórnarleiðararnir hava hildið fund. Fredrik Reinfeldt vísti á, at sviar vrakaðu evruna á fólkaatkvøðu í 1993, og at tað hevur verið politisk semja um at útseta spurningin til 2014. Meiningakanningar hava víst, at tey flestu hava verið ímóti at taka evruna ístaðin fyri krónuna, men at munurin hevur verið minkandi. Stjórnin hevði vunnið Var altingsval í Íslandi nú, hevði verandi stjórn varðveitt meirilutan. Ein kanning, sum Capacent Gallup hevur gjørt fyri Morgunblaðið, vísir, at Samfylkingin hjá Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráðharra hevði fingið 31,1 prosent av atkvøðunum, og at hin stjórnarflokkurin, Vinstri Grønir, hevði fingið 24,6 prosent. Hetta úrslitið hevði givið Samfylkingini 21 tingmenn og VG 16 ella tilsamans 67. Av hinum flokkunum hevði Sjálfstæðisflokkurin fingið 26,2 prosent og 17 tingmenn, Framsóknarflokkurin 12 prosent og átta tingmenn, og Frælslynti flokkurin hevði fingið eitt umboð í Altingið. Líkt er til, at fólkini, ið hava gjørt ólógligar gerðir við Facebook og øðrum miðlum, er heilt nær við at verða handtikin