fríggjadagur 27. februar 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 • 27. februar 2009
Vikuskifti
6
Danir eiga elsta heimsins elsta
filmsfelag, “Nordisk Film”, sum
liggur úti í Valby, norðanfyri
Keypmannahavn. Filmsfelagið
varð stovnað í 1906, og hesi 103
árini hava borgað fyri minniligum
films- og sjónvarpsfilmsætlanum.
Filmsrøðin hjá Nordisk Film,
sum føroyingar hava størstan
alsk til, er uttan iva røðin um
Olsen-bandan. Tíbetur hava vit
føroyingar hildið okkum til at
síggja donsku upprunarøðina.
Svenskarar og norðmenn keyptu
handritið frá Nordisk Film í
sínari tíð, og fóru í holt við at
framleiða ávikavist “Jønsson
Ligan” og “Olsen-banden” við
identiskum handritum, men
norsku og svensku sjónleikarnir
klára ikki at koma upp á ótrúligu
listarligu hæddirnar hjá Ove
Sprogøe, Poul Bundgaard, Morten
Grunwald, Kirsten Walther og
øllum, sum leiktu við í danska
Olsen-bandanum. Sjáldan hevur
ein filmsrøð megnað at rikið
so nógv fólk í Biograf-høllirnar.
Heilar tríggjar ferðir kom tað fyri,
at filmar við Olsen-bandanum
seldu meir enn eina miljón
atgongumerki í Danmark. Olsen-
banden ser rødt (1976): 1.201.145
seld atgongumerki. Olsen-banden
deruda' (1977): 1.044.787 seld
atgongumerki. Olsen-banden
går i krig (1978): 1.005.753
seld atgongumerki. Taka vit
sjónvarpsrøðirnar Nordisk Film
hevur framleitt, so kemur ein
ikki uttan um ”Matador” hjá Erik
Balling, sum eisini leikstjórnaði
filmsrøðina við Olsen-bandanum.
Teir 24 partarnir í sjónvarpsrøðini,
Matador standa, sum ein varði
í donsku sjónvarpssøguni, og
eru saman við Olsen-bandanum,
uttan iva hæddarpunktini í
søguni hjá Nordisk Film. Eisini
í hesum søguríka og hugnaliga
arbeiðsumhvørvinum finnast tað
føroyingar. Uni Leitistein Hansen
arbeiðir hjá Substanz Film, sum er
eitt filmsfelag, sum Nordisk Film
eigur helvtina av.
Drotningin til
arbeiðis
Uni Leitisstein Hansen tekur
ímóti mær í móttøkuni hjá
Nordisk Film. Uni og Substanz
Film hava í góðum samstarvi
við Eik Banka, verið við til at
bjarga einum týdningarmiklum
parti av Føroya søgu, við
filmsverkætlanini ”Føroyskar
Søgur”. Ein sjónbandsfløga,
sum mangir føroyingar hava
ognað sær, og fegnast um.
Uni vil kortini fyrst vísa mær
søguligu bygningarnar, sum hava
staðið í Valby, síðani byrjanina
í 1906, og sum enn eru í nýtslu.
Fyri stuttum hava tey í Nordisk
Film havt eitt serligt starvsfólk,
nevnliga Margrethu drotning,
sum er tiltikin dugnalig, tá tað
kemur til at seyma búnar, og at
gera kulissur. – Tað er ógvuliga
serstakt at sita og eta máltíðar
saman við drotningini fleiri dagar
á rað. Uni undirstrikar hvussu
spennandi arbeiðsplássið er. –
Drotningin er tó ikki eitt fólk tú
bara fert upp til, og byrjar at tosa
við. So hevði hon neyvan fingið
nógv arbeiðið frá hondini. Vit vóru
pent biðin um at verða diskrét,
og tað eru fólk von við her úti. Tí
her koma so nógv kend fólk út á
Nordisk Film, bæði í tíð og ótíð.
Uppgávan hjá drotningini var at
gera scenografiina – kulisirnar –
til ein film, sum varð framleiddur
her úti. Og hon var heilt einfalt
til arbeiðis her úti. Uni hevur
syrgt fyri, at drotningin hevur
fingið eitt eintak av filmsfløguni
”Føroyskar Søgur”, har hon kann
m.a. kann síggja Føroya-vitjanir
hjá sínum forfedrum. – Her er
eitt gott umhvørvi fyri fólk, sum
arbeiða við kreativum tingum.
Sjálvandi, tá Jan Gintberg hevur
sitið og flent eftir sínum egnu
skemtisøgum í fleiri dagar á rað,
so blívur tað ikki við at verða
stuttligt. Men tað er so her tað
hendir, um tú ert áhugaður at
arbeiða innan filmsídnaðin. Tað
triviella kann eisini spøkja í tí
kreativa umhvørvinum.
Elstu leikpallar í
Heiminum
Vit spáka runt í filmsbýnum hjá
Nordisk Film. – Her sært tú ein
leikpall. Sigur Uni entusiastiskur.
– Hetta er helst elsti leikpallur
í Heiminum. Sjálvir halda vit
í Substanz Film til í einum av
teimum elstu bygningunum,
sum er á staðnum. Vit trína
innar í gamla bygninginum við
teimum gomlu leikpallunum,
rekvisittunum, leikbúnunum,
og teimum ellugomlu films-
upp tøkutólunum. Eitt tað fyrsta
eygað ber við, er ein gamal
rullistólur, og Uni staðfestir hvønn
rullistól talan er um: - Hetta er
so rullistólurin hjá Tante Møhge
frá Matador. Eg síggi tað gomlu
frammanfyri mær: - Kør så
Misse! Skamt frá rullistólinum
eru fýra leikbúnar, sum fáa eitt
stórt smíl fram hjá undirritaða.
Talan er um klæðini hjá Egon,
Benny, Kjeld og Yvonne. Sum ein
filmur koma tær stuttligu løturnar
fram fyri mær. Egon avgjørdur við
sigarini í munninum: - Jeg har
en plan! Benny, sum fer upp á
flákra og sigur: - Skidegodt Egon.
Yvonne sum skeldar: - Altså
ved du nu hvad Egon. Tríggjar
av teimum fýra legendunum eru
farin foldum frá, men serligu
búnarnir standa eftir í hesum
gamla bygninginum, sum ein
minnisvarði yvir nakað, sum
bæði er glæsiligt og stuttligt.
Aðrir filmssøguligir leikbúnar
eru eisini at finna í bygninginum,
m.a. búnarnir hjá teimum fínu
damunum í Matador. Á vegginum
eru fleiri filmssøguligar myndir,
á tí einu fotomyndini sæst, at
Nordisk Film royndi seg við einum
filmi um ”Titanic”, stutt aftaná, at
skipið sakk í 1912. Millum hinar
myndirnar frá 103 ára gomlu
søguni hjá Nordisk Film, er ein
mynd av høvuðsgøtuni í Korsbæk
frá Matador-røðini.
Millum Heimsins
fremstu
Frá byrjanini í 20. øld var Nordisk
Film millum størstu filmsfeløg
í Heiminum. Fyrstu 23 árini hjá
Nordisk Film, vóru í tíðini, tá
stummfilmurin ráddi. Ikki fyrr
enn í 1929 tóku talufilmarnir yvir.
Danska filmssjónleikarainnan,
Asta Nielsen varð heimsgitin,
báðumegin fyrra veraldarbardaga.
Tá vóru filmarnir bornir av tí
dramatiska og visionela. Ikki var
neyðugt at leggja sær orðini á
enskum, fronskum ella týskum,
og tóku Asta Nielsen og Nordisk
Film av hesum møguleikanum. Ein
annar danskur filmssjónleikari,
sum varð nógv frammi í
stummfilmsárunum, var Harald
Schjønberg. Uppi á loftinum í
tí søguliga bygninum við øllum
teimum søguligu lutunum, er
møguleiki hjá fólki at bíleggja
sær eina spennandi máltíð í
einum filmssøguligum umhvørvi.
Á hesum loftinum eru filmstól
og filmsframvísarar, sum eru
aldargamlir. Eitt leikumhvørvi,
Søguligar filmsverkætlanir
Uni Leitisstein Hansen hevur eitt
sjáldsama spennandi arbeiðs lív.
Arbeiðsum hvørvið úti á Nordisk Film í
Valby angar av søgu og skapandi list
Samrøða
Heri Simonsen
heri@sosialurin.fo