Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 41 - 27. februar 2009 Hóast Eik samtakið kundi vísa á ein munandi betraðan grundrakstur og munandi øktar inntøkur frá rentum og ómaksgjøldum, vísir roknskapurin fyri 2008 eitt hall á 324 milliónir krónur ROKNSKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Virksemi uttanlands skuldi geva Eik Banka ikki bert eitt eyka bein at standa á, men gerast ein høvuðstáttur í samtakinum. Altjóða fíggjarkreppan hevur tó lagt fótonglar fyri hesum, og í staðin fyri at kunna vísa á risa avlop, vísir roknskap­ urin hjá Eik samtakinum eitt hall í staðin. Í ársfrágreiðingini við­ gongur bankin, at 2008 hevur verið eitt baldrut ár, og at hetta merkist aftur á virksemi bankans uttan­ lands. Altjóða fíggjar­ kreppan setti serliga síni spor í danska virkseminum og á virðisjavna av parta­ brøvunum. Tað er serliga parta­ brævakursurin, sum er rapaður, og har eru tað serliga kursurin á Atlantic Petroleum og Sprón, sum draga niður. Tað eru serliga hesi ið geva ein virðisjavna á ­246 milliónir krónur, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka. Hetta er eitt risahall, serliga sæð í mun til avlopið á virðisjavnanum fyri 2007, sum var heilar 192 milliónir krónur. Ein munur á nærum 440 milliónir krónur. Eitt annað, sum hevur drigið sera nógv niður í samlaðu tølunum, eru stóru burturleggingarnar hja samtakinum fyri 2008. Frá 2004 til 2007 vóru burtur­ leggingarnar ávikavist 87, 6, afturføring á 34 og 37 milliónir krónur, so tað sigur seg sjálvt, at tá talið fyri 2008 er heilar 554 milliónir krónur, so má hetta hava eina ógvusliga ávirkan á roknskapin. Hesar niðurskrivingar stava í størsta mun frá vinnuligum virksemi í Danmark, sum stendur fyri 40% av niðurskrivingunum. Haraftrat kemur ein heldur óvanligur postur, tá talan er um niðurskrivingar, nevni­ liga niðurskrivingar av útlendskum peninga­ stovnum. ­ Um nakar hevði spurt fyri einum ári síðani, hvør vandin fyri niðurskrivingum í sambandi við aðrar var, høvdu øll helst svarað, at hann var ómetaliga lítil. Men í dag síggja vit so nakað annað. Vit hava í roknskapinum fyri 2008 avskrivað góðar 154 milliónir í sambandi við útlendskar bankar, sigur Marner Jacobsen. Spjeiddur kredittváði Bæði útlán og innlán hjá bankanum mest sum eksloderaði frá 2006 til 2007. Í 2006 vóru tølini fyri útlán og innlán ávikavist 8,271 og 6,116 milliard krónur, meðan tølini fyri 2007 vóru 15,617 og 13,263 milliardir. Stóri vøksturin stavaði í høvuðsheitinum frá keypi­ num av Scandia Bankanum, sum kom við í roknskapin í 2007, og tað sama gjørdi Kaupthing Banki í Føroyum. ­ Men meðan útlánini eru so at siga tey somu í 2008 – 15,672 milliardir kónur – so eru innlánini vaksin rímiliga nógv, úr 13,263 í 2007 upp í 14,135 í 2008. Hetta merkir samstundis, at útlánsprosentið er lækkað úr 119 niður í 116, sum er tað næstlægsta í Føroyum. Bert Suðuroyar Sparikassi hevur eitt lægri útláns­ prosent, ið er niðanfyri hundrað, sigur Marner Jacobsen. Forstjórin í Eik Banka sigur, at bankin hevur ein sera góðan kredittváða. ­ 46% av okkara útlánum eru privat lán, harav 36% eru sethúsalán við harav góðari trygd fyri lánunum. 14% eru tænastulán, meðan bert 5% eru lán til høvuðs­ vinnuna, býtt á 4% í fiski­ veiði og 1% í alivinuna. So kredittváðin hjá okkum er góður og rættiliga væl spjeiddur, sigur Marner Jacobsen. Í tilfarinum til roknskapin sæst eisini, at nógv tann størsti parturin av sethúsa­ lánunum eru undir 500.000 krónur, heili 60%. Lán millum 500.000 og eina millión umboða 25%, meðan resterandi lánini – tey yvir eina millión – bert umboða 15% av samlaðu útlánunum til sethús. Væl fyri til kappingina Hóast altjóða fíggjarkreppan hevur ein avgerðandi týdn­ ing fyri gongdina hjá Eik Banka, so metir forstjórin, at bankin stendur væl búgvin í kappingini, serlg á heimamarknaðinum. ­ Vit hava nakrar fyri­ munir fram um hinar pen­ ingastovnarnar í Føroyum. Eitt nú eru vit teir einastu, sum kunnu bjóða real­ kredittlán, og vit eru teir einastu, sum kunnu bjóða e­kortið, sum hevur víst seg at vera ein stór suksé. So á tann hátt eru vit rímiliga væl fyri í heimligu kapping ini, sigur Marner Jacobsen. Hann sigur, at nýggjar strategiir í ár skulu tryggja bankanum og samtakinum ein betri rakstur, og eitt nú skulu betri synergiir heyst­ ast, sum tað eitur í tilfarinum til roknskapinum. Málið er at varðveita marknaðarpartin í Føroyum, men at vaksa á danska marknaðinum. Heldur ikki hevur altjóða fíggjarkreppan rætt samtakið, tí í ætlan­ unum fyri 2009 stendur ein møgulig upptøka av virk­ semi í øðrum Norður­ londum. Forstjórin í Eik Banka sigur, at tað ikki ber til at siga, um botnurin er náddur í fíggjarkreppuni, men hann loyvir sær tó at meta, at fallið í hvussu er ikki verður eins stórt í 2009 sum tað var í fjør. ­ Solvensurin er góður og gjaldførið er gott, so vit eru rímiliga væl fyri at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum standa fyri framman, og samanum tikið haldi eg tað sær rímiliga gott út hjá okkum, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka. Niðurskrivingar kosta hall Marner Jacobsen greiddi á tíðindafundi í morgun frá roknskapinum hjá Eik samtakinum, sum hevur eitt hall á 314 milliónir krónur Mynd: Jens Kristian Vang Sangkvøld í Filadelfia í Gøtu Leygarkvøldið er enn einaferð høvi at vera við til vælumtøktu sangkvøldini, sum hesuferð er í Filadelfia í Gøtu. Høvuðsdenturin verður lagdur á góðan felagssang. Solosangur er eisini á skránni. Á skránni verða sangir so sum ­ Eitt er landið so ljóst og so gott og Syng um Jesu undurfulla kærleik. Alt kendir sangir, sum eru sungnir ígjøgnum fleiri ár. Eisini fleiri nýggjari sangir eru á skránni, t.d. Eldast ei har. Tað er enn einaferð Jóannes S. Hansen sum hevur savnað einar 10 tónleikarar saman til kvøldið. So uttan iva kann kvøldið gerast eitt sang­ og tónleikauplivilsi. Aftaná sangløtuna verður boðið til kaffi og te við onkrum leskiligum afturvið. Kvøldið byrjar kl 19.30.