fríggjadagur 27. februar 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 • 27. februar 2009
Vikuskifti 13
Breckmann og Frændur
Í 80’unum vóru teir at finna á hvør sínum vongi í
føroyskum politikki – Óli Breckmann og Frændur – og
stundum var kjakið bæði heitt og harðligt. Nú hittast
Breckmann og Frændur til eitt kjak um protestsangir,
friðargongur og politiskan tónleik.
Connie í paradísi
Lygnir, sex og svik seta dám á sendirøðina Paradise Hotel,
sum danska rásin TV3 sendir. Í ár er Connie Brockie
úr Vági ein av luttakarunum í sendirøðini. Tosað
verður við Connie um, hvussu hon fekk hug at bjóða
seg fram til sendirøðina, og hvussu tað var at búgva
á mærglætishoteli í Meksiko, meðan upptøkutól
fylgdu øllum tí, sum fór fram.
Tónleikagestir tulka Frændur
Sangirnir hjá Frændum verða sungnir til alskyns tiltøk, og
tað munnu verða fáar veitslur kring landið, har onkur
Frændur-sangur ikki verður sungin – líkamikið um tað er
við sanghefti ella ikki. Hvonn Live hevur boðið nøkrum
føroyskum tónleikarum at syngja ein sang hjá Frændum.
Millum hesar eru Árni & Marnar, sum gera sína heilt egnu
tulking av einum Frændur-sangi.
Hvussu gongur
hjá Popczynski?
Í átta ár var póllendingurin Krzysztof
Popczynski spælari og venjari í før-
oysku fótbóltskappingini, og millum
stóru avrikini hjá honum vóru før-
oyameistaraheitini við VB og HB. Í
fjør fór Popczynski av landinum aftur,
men hann virkar framvegis sum
venjari. Vit finna fram til Popczynski
og frætta, hvussu tað gongur hjá
honum í hansara nýggja felagi.
Hundalív í Signabø
Óluva Johannesen venur chihuahua-hundar, og ja, tað er
eitt ordiligt hundalív í húsunum á Signabø, har Óluva
húsast við 15 hundum. Óluva vitjar á Hvonn við hundi og
greiðir frá, hvaðan áhugin fyri hundavenjing stavar, og
hvussu tað er at hava so nógvar ferføttar vinir.
r