fríggjadagur 27. februar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 41 - 27. februar 2009
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Fótbóltur sum
branding
Fremsta føroyska fótbóltsdeildin skifti í
gjár navn til Vodafone-deildin.
Í sjálvum sær er tað einvíst positivt
fyri føroyskan fótbólt, at tað á henda
hátt ber til at selja sítt egna brand,
og ongan tíð betri, enn tá peningurin
fyri avtaluna fer beinleiðis til arbeiðið
í feløgunum, sum jú eru sjálvt
grundarlagið undir FSF og harvið eisini
fótbóltslandsliðum okkara.
Seinastu fýra árini hava prógvað, at tað
eisini her heima væl og virðiliga ber
til at navngeva eina deild eftir ávísum
høvuðsstuðli.
Meiningarnar um hetta vóru annars
sera ymiskar, tá samstarvið millum
Formula.fo og FSF byrjaði fyri fýra árum
síðani. Og eitt nú fekk hetta somikið
ilt í part av kringvarpsmanningini, at
fótbóltsføroyar í nakrar vikur máttu
halda ondini, tí vandi var fyri, at
fótbólturin – og kanska ítróttur sum
heild – máttu av sendiflatuni.
Nú fýra ár seinni er eingin ivi um, at
Formula-heitið hevur bitið seg fast
millum manna. Tosað og skrivað verður
um Formula-deild, Formula-bólt og
Formula-feløg, uttan at hetta á nakran
hátt kennist ónáttúrligt.
Talan er um branding, sum hevur riggað
framúr væl. Ja, somikið væl, at hetta í
sjálvum sær kann gerast ein tann størsta
avbjóðingin í nýggja samstarvinum.
Formula-heitið er í dag somikið
inngrógvið í føroyska fótbóltsheiminum,
at tað fer at krevja eina sera miðvísa
marknaðarføring, um Vodafone-heitið
skal vinna seg líka fast. Og tað er at
vóna, at marknaðarføringin av hesum
fer at eydnast eins væl. Tí hetta er í
sjálvum sær fortreytin fyri, at talan
eisini í framtíðini kann verða um felags
branding av bestu fótbóltsdeildini og
føroyskum vinnufyritøkum.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Fyri stuttari tíð síðani,
beint undan jólum, kom
bókin Memoirer og auto
biografi í bókhandlarnar.
Tað er Heri Kragesteen,
sum hevur givið út dag
bøkurnar hjá langabba
sínum, Samuel Frederik
Samuelsen, Kvarter
mester. sum livdi alt sítt lív
í Tórshavn frá 1852 til
1932.
Nýkonfirmeraður á vári
1867 fór hann til Dan mark
ar at arbeiða sum snikkari,
men av heilsu orsøkum
noyddist hann heim aftur
heystið 1868: ”Jeg måtte
da med tungt Hjerte rejse
derfra, thi jeg havde faaet
Landet og Folket meget
kært…”
Samuel Frederik Sam uel
sen hevur óivað verið ein
sera uppvaktur og vælbe
gávaður smádrongur.
Hann var einabarn. ”I
min tidligste Barndom
voxede jeg op uden
Legekammerater, da vort
Hus laa enligt ved Skanse
vejen uden nogen Naboer
... Allerede i 6 Aars Ald
eren kunde jeg læse…”
Hann varð heimaundir
vístur, til hann ”i Otteaars
Alderen kom i Thorshavns
Realskole, som netop da
blev oprettet og begyndte
sin Virksomhed under
Overlærer E. Bojsen, som
var Enelærer de første 3
Aar…Vi var 18 Drenge at
begynde med. Pigebørn
blev ikke optagne i Real
skolen førend
flere Aar senere.” ”Egent
lig havde jeg ikki lyst til
noget undtagen Læsning,
som det ogsa gik mig godt
med – saa godt at jeg ….”
Umleið 19 ára gamal mælti
Finsen, amtmaður, SFS at
fara á læraraskúla. Hann
mintist hvussu væl SFS
royndist í realskúlanum,
men tá ið amtmaðurin fekk
at vita, hvat SFS hevði lov
að pápanum, áðrenn hann
doyði, og at hetta var orsøk
in til, at hann ikki fór í
skúla aftur, útvegaði amt
maðurin honum so í staðin
fyri starv í ”Politikorpset,”
har hann kom at starvast,
til hann varð pensioneraður
í 1922.
Hesin amtmaðurin Fin
sen var pápi Niels R. Fin
sen. Sum kunnugt var NRF
føddur og uppvaksin í
Havn, og sum lækni og
professari var hann heims
kendur fyri gransking av
og viðgerð við ultra violett
um ljósi. Hann var tann
fyrsti læknin í tí danska
kongaríkinum, sum fekk
nobelprísin (í 1904).
Í bókini Politi í Føroyum
fyrr og nú frá 1999 er poli
tiarbeiðið síðst í 19. øld og
í 20. øld væl lýst við brot
um úr endur minningunum
hjá SFS, men tað ger ikki
bókina Memoirer og Auto
biografi minni áhugaverda
og í støðum eisini spenn
andi: Einaferð fór vaktar
skipið ”Guldborgsund” inn
á Vestmanna við fýra
skotskum trolarum, sum
høvdu trolað innan fyri 3
míla markið. Sjálvur sætti
fór SFS við skjútsbáti til
Hvalvíkar, haðani teir
gingu til Vestmanna. SFS
fór fyrst umborð á ”Guld
borgsund” og bað um
vápn, áðrenn teir skuldu
umborð á trolararnar fyri at
sigla teir til Havnar. Hetta
gjørdist ein sera dramatisk
ferð. Við revolvara í hond
ini gav SFS trolara skipar
anum á brúnni greið boð:
”Well, I am obliged to do
my duty, you are a dead
man, if you disobey me,
you are mistaken, you are
not the master here, we are
bound for Thorshavn, and
there we shall be this
evening……”
”I Aaret 1899 havde en
Pige fra Midvaag beskyldt
den derværende Præst for
Voldtægtsforsøg, og efter
en tids Arrestation – hun
blev arresteret kort efter
Nytaar 1900 – og senere
nogle Ugers Observation
paa Hospitalet, blev det
bestemt at sende hende ned
til Danmark for at under
søge hendes mentale
tilstand …… endskønt hun
viste sig normalt opvakt og
tækkelig….”
Amtmaðurin gjørdi av, at
”sende mig afsted med
hende for at have hende
under Opsyn, da hun
stedse var arrestant….. ”
Dostojevskij skrivaði
ódoyggiligar bókmentir;
eisini stuttsøgur við støðí í
tilvildarligum hendingum
ella onkrum í einum tíð
indastubba, í einari kunn
gerð ella í slatri, sum kom
honum fyri oyra. Hvat
drama hevði ikki ein Dosto
jevskij ella ein Ibsen kunn
að skrivað um ”gentuna og
prestin í Jansagerði anno
1899?”
Bókin við 225 síðum er
sera áhugaverdur lesnaður.
Hon gevur livandi innlit í
tíðina, sum so líðandi
gjørdi vart við seg, tá eina
handilin í Føroyum fór í
søguna, og ein nýggj tíð
tók seg upp.
Tá ið William Heinesen í
1958 gav út bókina Det
dyrebare Liv (brøv frá
JørgenFrantz Jacobsen)
vildu donsk bløð vera við,
at hetta var ӌrets betyde
ligste bog,” so lítil hon
annars var.
Hetta rann mær í hug, tá
ið eg væl nøgdur legði
Memoirer og Autobiografi
frá mær.
Havnarfólk – og nógv
onnur – takka lang abba
soninum, Hera Kragesteen,
fyri bókaútgávuna.
Bókaummæli: »Ódoyggiligar bókmentir«
HErI MoHr
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Heri Mohr ummælir endurminningarnar hjá Sámali á
Krákusteini