fríggjadagur 27. februar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 • 27. februar 2009
Vikuskifti
14
Listasøgulig byrjan
Hóast Ingeborg Bugge er gestur
her á landi soleiðis at skilja,
at hon býr í Århus, hevur hon
sjálvandi sett seg inn í føroyska
listasøgu, í øllum førum í byrjan
ina hjá vegarunum Jógvan
Waagstein, Niels Kruse og Kristin
í Geil, hvørs myndir framsýningin
eisini byrjar við. Onkrar av
hesum myndum hava helst størri
siðsøguligt enn listarligt virði
og spurningurin er um ikki tað
hevði verið hóskandi við eini
sonevndari salonguppheinging
av teimum gomlu myndunum.
Hetta uppskot verður bert
nevnt av tí, at Listaskálanum
greidliga tørvar pláss og av
tí at plásstrotið í rættiligan
stóran mun tykist avgerandi fyri
framsýningarúrvalið. Veggirnir í
Mikinespýramiduni eru vorðnir
gráir og henda dramatiska pallset
ingin hóskar serliga væl til tær
symbolskekspressivu myndirnar
frá 30´unum. Tann Munch
inspireraða “Kvøld” hóskar als
ikki við síðuna av høvuðsverkinum
“Aftur av jarðarferð”, eins og
tann stóra myndin frá 1960
av monnum, ið skera upp eftir
grindadráp kundi verið býtt
um við tvær av teimum góðu
andlitsmyndunum hjá Mikines.
Hinar andlitsmyndirnar kundu
verið settar til síðis og á henda
hátt varð enn eitt rúm til taks.
Óskiljandi
raðfestingar
Fyrsti klivin er ognaður myndum
hjá Ruth Smith, sum sambært
Ingálvi av Reyni er einasta lista
fólki, ið ikki málaði vánaligar
myndir. Henda skilagóða til
gongdin heldur fram í næsta
kliva, ið inniheldur átta av
framúrskarandi myndunum hjá
Steffani Danielsen, m.a. hava
vit nú høvið at síggja hansara
einastandandi sjálvsportrett.
Henda fordeilingin gevur lista
søguliga meining og tað ger
víðari uppheingingin av trimum
áhugaverdum myndum hjá Hans
í Mikladali eisini. Litgeislandi
serstøku myndirnar hjá Arnold
Vegghamar hoyra ikki heima
í hesum hópinum, men høvdu
hóskað betur í samtíðarhøpi.
Tummas Arge er væl umboðaður
við fleiri framúr myndum, men
hiðani gerast raðfestingarnar
alt meira óskilligar, eins og tað
listasøguliga yvirlitið hvørvur
fullkomiliga. Tvær ovurstórar,
sera vánaligar myndir hjá
Gunleif Grube eru makaðar
við tvær góðar, men rættiliga
ymishættaðar náttúrulýsingar
hjá Bárði Jákupsson frá ávikavíst
1988 og 2003. Valið tykist ikki
beinleiðis upplagt av verkunum
hjá Beintu av Reyni, sum hevur
latið úr hondum myndir, ið eru
fleiri ferðir áhugaverdari enn
Eminemportrettið.
Grafikkgongin
Janus Kamban er millum okkara
allarbestu listafólk, ið átti at
fingið eitt pláss fyri seg sjálvan
við prentum og standmyndum,
ið sum heild standa sum heim
leysir prýðislutir eitt sindur
tilvildarliga runt um í skálanum í
vindeygakørmum o.ø. Listasøgu
ligu varðarnir Jack Kampmann
og William Heinesen eru ikki
við á framsýningini, tvs. síðst
nevndi er bert umboðaður við
tveimum elasmáum klippmyndum
(tær á reseptbjálvunum hjá
apotekinum), ið ikki nýtast at
vera har í løgnum selskapi við
eitt nú fotomyndirnar hjá Annie
Heinesen, ið als ikki hoyra
heima á einum tjóðarlistasavni.
Tær eru ikki nóg góðar til tess
og sama er galdandi fyri Jónu
Rasmussen, sum ósamsvarandi
er eitt hitt best umboðaði
grafikarin í framsýningini.
Framúrskarandi grafisk listafólk
sum Marius Olsen skuldi verið
nógv betri umboðað, eins og
einastandandi grafikkurin hjá
Tóroddi Poulsen, sum ikki er
til staðar á grafikkgongini. Við
greiðum undantaki í fantastisku
prentunum hjá Janusi Kamban og
Elinborg Lützen er grafikkúrvalið
sum heild ikki serliga gott,
serliga tá hugsað verður um
samtíðarlistina og tey mongu
framúrskarandi grafisku verkini,
sum hava sæð dagsins ljós í
Grafiska Verkstaði Føroya. Her
í grafikkgongini hongur tekstil
parturin av framsýningini, sum er
so mikið pírin, at hann ikki nýttist
at verið har við undantaki í Titu
Vinther, hvørs eina verk er so
mikið gott, at fleiri eru vælkomin.
Samtíðarlistin
manglar
Framsýningin er so mikið lítil, at
tú uttan at vita av tí ert komin
runt og meðan tú ørkymlað
skymast rundan um teg, stingur
tankin seg upp um tað, sum
manglaði, Jóannis Kristiansen
og Frimod Joensen, men eisini
William Heinesen og
Jack Kampmann, sum
á ymiskan hátt eru
Gestsins eyga
List
Kinna Poulsen
Fráboðanin í tíðindaskrivi her í blaðnum síðsta leygardag um eina nýuppheinging av føstu framsýningini í Listasavni Føroya
vakti alt fyri eitt vónir um eina øðrvísi framsýning, ið veitir høvið til at skoða kend og minni kend listaverk við nýggjum
eygum. Tað er nýggi listfrøðingurin í Listasavninum, Ingeborg Bugge, sum stendur fyri hesi nýuppheinging, sum hevur sínir
glottar og sum kann viðmælast øllum at síggja, tó at hon fekk ummælaran at ivast stórliga í einum annars álítandi og
gestablíðum orðataki, ið sigur, at gløgt er gestsins eyga
Henda frálíka sjálvsmynd Steffan
Danielsens er komin upp at hanga
Tróndur Patursson framsýningin
➘