fríggjadagur 27. februar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 27. februar 2009
15
Eg eri í hvussu er vorðin
enn meira sannførdur um
– og serliga aftan á hesa
greinina hjá Jón Brian – at
vit mugu hava tvær tíðinda
deildir og tveir tíðinda
leiðarar í Kringvarpinum
Jón Brian Hvidtfeldt hevur
eina sera ógvisliga grein í
bløðunum í kvøld, har hann
leggur eftir okkum politik
arum. Eg skal ikki gera
nógvar viðmerkingar til
ósakligheitirnar, men skal
bara royna at greiða frá, hví
politikarar eru argir inn á
Kringvarpið.
Heilt frá byrjan, tá ið
ætlanin um at leggja útvarp
og sjónvarp saman bleiv
kunngjørd, varð dentur
lagdur á, at vit framvegis
skuldu hava tvær tíðinda
deildir. Í tíðindaskrivinum,
sum varð sent út í hesum
sambandi, varð m.a. sagt um
hetta: “Sostatt fáa vit ein
sterkan almennan public
service stovn, ið tó av givn
um grundum eigur at hava
tvey sjálvstøðug og óheft
redaktiónsumhvørvi.”
Hetta varð eftir eina fjøl
miðlasemju millum allar teir
stóru flokkarnar á tingi eisini
staðfest í lógaruppskotinum,
sum bleiv lagt fyri tingið 7.
apríl 2006. Grein 6, stk. 2
varð soleiðis orðað: “Stjórin
ger uppskot til stovnsbygnað,
sum stýrið staðfestir, tó so at
tað til eina og hvørja tíð
skulu vera tvær tíðindaeind
ir”, og í viðmerkingunum
verður sagt, at orsøkin til
ásetingina um tvær tíðinda
eindir er kappingarfyrilit.
Mentanarnevndin, ið fekk
uppskotið til viðgerðar, tók
fult undir við hesum, men
var ikki fullnøgd við orð
ingina og skeyt upp at seta
orðið “sjálvstøðugar” inn
aftrat, soleiðis at orðingin í
grein 6, stk. 2 bleiv herd og
kom at ljóða soleiðis: “ . . .
skulu vera tvær sjálvstøð
ugar tíðindaeindir”. Í sínum
viðmerkingum sigur Ment
anarnevndin um hetta:
“Nevndin hevur lagt stóran
dent á, at tað verða tvær
sjálvstøðugar tíðindaeindir í
Kringvarpi Føroya. Fyri at
staðfesta, at tíðindaeindirnar
vanliga skulu arbeiða hvør
sær, og fyri at tryggja fjøl
broytni í tíðindaflutninginum
soleiðis, at føroysku
samfelagsviðurskiftini verða
viðgjørd frá so nógvum sjón
arhornum sum møguligt,
skjýtur nevndin upp at
broyta grein 6, stk. 2 soleið
is, at orðini sjálvstøðugar
tíðindaeindir verða sett inn”.
Hetta er so greið tala, at
tað er óskiljandi, at nakar
skal hava funnið upp á hetta
við einum tíðindaleiðara.
Løgtingið hevur greitt og
týðiliga talað og sagt, hvussu
hetta skal vera. Her átti als
eingin ivi at verið!
Jón Brian nevnir í grein
ini, at Mentanarnevnd Løg
tingsins, sum eg sjálvur var
partur av, bleiv boðin á fund
í Kringvarpinum í mai í fjør,
har kunnað varð um ymisk
viðurskifti, og m.a. varð
greitt frá ætlanini um nýggj
an bygnað við einum
tíðindaleiðara.
At hesin fundur nú verður
nýttur sum alibi fyri at seta
bygnaðin í verk, er so langt
úti, at tað er ikki orð fyri tí.
– Ja, tað er beinleiðis mani
pulatión.
Men Útvarpið (tað fjórða
statsvaldið, sum Jón Brian
sigur) smæðist ikki við í
tíðindunum á middegi 25.
feb. at fara so langt sum at
siga: “Áðrenn Kringvarpið
søkti eftir nýggjum deild
arleiðarum, hevði tað fingið
vissu frá bæði táverandi
landsstýriskvinnu, Kristinu
Háfoss, og Mentanarnevnd
ini í løgtinginum, at ein
tíðindaleiðari ikki var í stríð
við lógina”. Hetta er
beinleiðis ósatt!
Eg veit væl, at Kristina
Háfoss gav loyvi til hetta,
men Mentanarnevndin gav
als ikki nakra vissu um
hetta! Tvørturímóti!
Tíbetur er ein fundarfrá
søgn frá fundinum, og m.a.
stendur soleiðis skrivað:
“Stjórin spurdi, um hon
hevði heimild at broyta
tíðindaeindirnar sambært
lógini. Heidi Petersen og
Jógvan á Lakjuni vóru á
einum máli um, at tað kundu
tey ikki lova! Tey løgdu dent
á, at hetta var ein kunnandi
fundur, og tað var Kring
varpsstýrið, ið tulkaði
lógina.”
Eg má siga, at eg kenni
meg bóndafangaðan. Og tá ið
tú upplivir tað – og so ikki
um at tala ta stóru vanvirð
ing, sum Kringvarpið hevur
víst Føroya fólki í sambandi
við Morgunlesturin – ja, so
er ikki undarligt, at tú verður
argur.
Eg eri í hvussu er vorðin
enn meira sannførdur um –
og serliga aftan á hesa
greinina hjá Jón Brian – at
vit mugu hava tvær tíðinda
deildir og tveir tíðinda
leiðarar í Kringvarpinum.
Enn meira sannførdur
løgtingsmaður
Jógvan á
LakJuni
Loksins eydnaðist at fáa
undirtøku fyri einum
tiltaki, sum veruliga gagn
ar pensiónistum, skapar
virksemi í byggivinnuni og
eisini er við til at minka
um oljunýtsluna. Talan er
um at fáa gongd aftur í
virksemið hjá Bjálvingarst
uðulslánsgrunninum
Gott hjá pensiónistunum
Bjálvingarstuðulslánsgrunnu
rin er ein grunnur, sum ger
tað møguligt hjá pensiónist
um og fyritíðarpensiónistum
at fáa lán til at bjálva húsini
betur og harvið minka um
oljunýtsluna til upphiting.
Hetta er ein stórur lætti
fyri hesar samfelagsbólkar,
sum ikki hava ov nógv av
peningi og har oljurokningin
kann kennast serliga tyngj
andi. Hugsanin er nú at
tilboðið eisini skal fevna um
aðrar samfelagsbólkar –
hetta er at fegnast yvir.
Bjálvingarstuðulslánsgrun
nurin er ikki nakar nýggjur
grunnur, men trupulleikin
hevur verið, at eingin pen
ingur hevur verið í grunni
num. Nú verður peningur
fluttur inn í grunnin, soleiðis
at hann aftur gerst virkin.
Minka um oljunýstluna
Oljunýtslan í Føroyum er
ein stórur og tyngjandi post
ur, bæði hjá húsarhaldunum
og á gjaldsjavnanum. Tí
hevur tað stóran týdning at
fremja átøk, sum minka um
oljunýtsluna. At vit sam
stundis eisini minka um
útlátið av vakstrarhúsgassum
ger tað heila bara enn betur.
Av tí at sethús er stórur
partur av samlaðu húsamongd
ini, vil ein minking í olju
nýtsluni har hava stóran
týdning fyri at røkka málin
um. Pensiónistar sita ofta í
elstu og minst bjálvaðu set
húsunum og hevur tað eyka
stóran týdning at fáa júst hesi
húsini bjálvaði betur.
Skapa virksemi í
byggivinnuni
Ein onnur orsøk til tiltakið
er, at stimbra um virksemið
nú tekin eru um at búskap
urin og serliga byggivinnan
er fyri bakkasti. Bjálving og
umvæling av húsum er
serliga arbeiðskrevjandi og
vil hetta vera við til at
stimbra munandi um virk
semið í byggivinnuni. Um
væling av húsum verður ofta
sagt at hava ein lønarpart á
millum 65 og 70 prosent. Til
samanberingar hevur ein
íløga í ein tunnil einans ein
lønarpart á umleið 20
prosent. Umvæling av
húsum vil hava nógv størri
ávirkan á byggivinnuna og
vil harumframt geva mun
andi fleiri inntøkur í lands
kassa og kommunukassar
nar, enn um peningurin bleiv
brúktur til berghol og vegir.
Til stuttleikar kann eisini
nevnast, at meðan banka
bjargingarnar vóru uppskot
úr danska fólkatinginum, er
hetta uppskotið eitt reint
føroyskt uppskot. Tí má
hetta uppskotið metast at
vera fyrsta føroyska íkastið
til ein hjálparpakka til
búskapin.
Langt og hart stríð
Langt og hart stríð hevur
verið fyri at fáa framt til
takið. Arbeitt hevur verið
fyri at skapa undirtøku fyri
uppskotinum, og hevur hetta
eydnast bæði í samgonguni
og anstøðuni.
Hóast undirtøkan hevur
verið fyri uppskotinum,
hevur gingið sera striltið at
fáa landsstýrið at koma við
neyðugu lógarbroyting
unum. Tá evstamarkið at
leggja lógaruppskot fyri
tingið er í dag, fríggjadagin
27. februar, avgjørdi eg fyrr
í vikuni sjálvur at taka stig
til at leggja uppskotið fyri
tingið, saman við øðrum
uppskotsstillarum. Tá vísta
tað seg at ganga skjótari hjá
landsstýrinum at koma við
neyðugu lógarbroytingunum.
Tí bleiv avgerð tikin um ikki
at leggja uppskotið fyri
tingið, men heldur at taka
undir við uppskotinum hjá
landsstýrinum.
Eg vil tí hervið takka
landsstýrismanninum í
fíggjarmálum fyri at hann
loksins kom við lógar
uppskotinum.
Fyrsti føroyski hjálparpakkin!
Streymnes
Magni
Laksáfoss
Uttan mun til, hvussu
Sjúrður Skaale snarar
málinum, so var sonevnda
“lásagølan” ein politisk
ósemja og eitt pínligt og
skammiligt valdsstríð
millum tveir floksformenn,
sum ikki kendu sær hógv.
Eftir at tíðindablaðið
Sosialurin farnu vikuna
hevur umrøtt sonevndu
“lásagøluna”, har stríðið
millum Jóannes Eidesgaard,
formann fyri Javnaðar
flokkin, og Høgna Hoydal,
formann fyri Tjóðveldi, m.
a. hevði við sær, at CHE
samgongan endaliga fór í
upploysn, leggur Sjúrður
Skaale í blaðgrein við
órøttum Føroya Løgting
undir valdsmisnýtslu og ein
meiriluta í Løgtingsins
Landsstýrismálanevnd, og
harvið undirritaða, undir at
fjala sannleikan í trætumáli
num um hølini í Tinganesi.
Samstundis samantvinnar
Sjúrður Skaale snildisliga,
men á villeiðandi hátt politik,
moral og løgfrøði, uttan at
gera vart við markamótið
millum politik og løgfrøði. Tí
hesa viðmerking.
Fullur opinleiki
Sum Sjúrður Skaale vísir á,
hevur Løgtingsins Lands
stýrismálanevnd viðgjørt
trætumálið um hølisviður
skiftini í Tinganesi út í æsir,
og í tí sambandi sjálvsagt
fingið útflýggjað neyðug
skjøl og upplýsingar í mál
inum, umframt frágreiðingar
frá høvuðspersónunum
báðum, Høgna Hoydal og
Jóannes Eidesgaard.
Ein meiriluti í Landsstýris
málanevndini, sum ansar
eftir, at landsstýrismenn og
løgmaður útinna sítt starv á
lógligan hátt, kom til tað
niðurstøðu, at illgruni ikki
var um, at lógarbrot, sum
verður átalað av tí almenna,
var framt, og at grundarlag
sostatt ikki var fyri at nýta
kanska úti við 1 mió. skatta
krónur og seta ein kanningar
stjóra at kanna málið.
Tað stendur einum og
hvørjum frítt fyri at gera seg
kunnugan við nevndu skjøl,
frágreiðingar og niðurstøðu
á heimasíðu Føroya Løg
tings, og á tann hátt gera sær
sínar egnu metingar av máli
num. So har er einki at fjala.
At Sjúrður Skaale hevur
eina aðra áskoðan enn meiri
lutin í Landsstýrismála
nevndini og løgfrøðiliga
ráðgevingin hjá Føroya Løg
tingi, eins og løgfrøðingar
eru ymiskir á máli, er einki
løgið í.
Tað kann tó tykjast undr
unarvert, at Jóannes Eides
gaard ella Høgni Hoydal,
um so er, at annar ella báðir
teirra kenna seg at hava
verið fyri so álvarsligum
lógarbroti, sum Sjúrður vil
vera við, ikki fráboðaðu
løgregluni lógarbrotið
beinan vegin hendingarnar
fóru fram.
Sjúrður fer í baklás og
vísir reyv.
Umframt at Landsstýris
málanevndin kann seta
kanningarstjóra, kann Før
oya Løgting seta kanning
arstjóra. Hettar tó treyta av,
at 2/5 av løgtingslimunum
taka undir við tí. Tað er tó
umráðandi at gera sær púra
greitt, at treytirnar fyri at
seta kanningarstjóra sambart
Stýrisskipanarlógini eru, at
talan er um illgruna um
lógarbrot. Eftir at niður
støðan hjá Landsstýrismála
nevndini fyrilá, fór Sjálvs
stýrisflokkurin undir at
savna inn undirskriftir við tí
endamálið at fáa Løgtingið
at seta kanningarstjóra.
Eftir øllum at døma er tað
ikki eydnast Sjálvsstýris
flokkinum og Sjúrða Skaale
at sannføra 2/5 av tinglim
unum um, at illgruni er um
lógarbrot, og at avgerðin hjá
Landsstýrismálanevndini var
skeiv.
Heldur enn at virða fólka
ræðið og ásanna, at avgerðin
hjá Landsstýrismálanevndini
var røtt, eins og ein stórur
meiriluti av tinglimunum
eftir øllum at døma ger, fer
Sjúrður Skaale í baklás,
vendir tingunum á høvdið
og leggur Landstýrismála
nevndina undir at fjala sann
leikan í málinum, eins og
Sjúrður vanvirðir Føroya
Løgting við skuldseting um,
at avgerðin hjá løgtings
monnum um ikki at taka
undir við at seta kanningar
stjóra, “luktar av valds
misnýtslu”.
Fyri at nýta málburðin hjá
Sjúrða Skaale sjálvum, so
vendir Sjúrður Skaale før
oyska fólkaræðinum og
einum stórum meiriluta av
føroysku veljarunum reyv, tá
fólkaræðiligu avgerðirnir
ikki eru honum til vildar.
Føroya fólk er dómari í
málinum um lásagøluna.
Sjúrður Skaale skal hava
púra rætt í tí, at lásagølan
gjørdi Føroyum fyri
skommum í grannalond
unum, eins og lásagølan
skaddi umdømið hjá – og
virðingina fyri føroysku
politisku skipanini millum
føroyingar. Í einum fólka
ræði sum okkara er tað
soleiðis, at politikarar og
løgtingslimir standa til svars
fyri sínum politisku gerðum
yvir fyri veljarunum. Í
hesum máli verður tað tí
tann føroyski veljarin, sum
kemur at gera av, hvør – ella
hvørjir tað vóru, sum gjørdu
føroyingum fyri skommum í
lásamálinum.
Sjúrður Skaale er farin í baklás
Løgtingsmaður og
formaður í
Landsstýris
málanevndini
Jaspur vang