fríggjadagur 27. februar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 • 27. februar 2009
Vikuskifti 15
Vikuskifti
serliga umráðandi í føroyskari
listasøgu. Og brádliga veitst tú
hvat tað er, sum er púra galið:
HVAR BLEIV SAMTÍÐARLISTIN
AV? Tað tykist fullkomiliga
skilaleyst at seta eina framsýning
av føroyskari list upp uttan:
Zacharias Heinesen, Torbjørn
Olsen, Olivur við Neyst, Amariel
Norðoy, Eyðun av Reyni, Anker
Mortensen, Hanna Bjartalíð,
Hansinu Iversen, Rannvá Kunoy,
Øssur Johannesen, Sigrun
Gunnarsdóttir, Tummas Jákup
Thomsen osfr. Allíkavæl er eingin
av hesum nevndu listafólkunum
umboðað á teirri nýggju perm
anentu framsýningini í Listasavni
Føroya. Vit vita øll, at Listasavnið
er vorðið ov lítið og ætlaðar
útbyggingar av savninum fara
heilt vist at hjálpa uppá verandi
trupulleikar. Men hetta broytir
ikki upp á støðuna nú hendan
nýggja fasta framsýningin
fullkomiliga ignorerar ein
bróðurpart av tí bestu føroysku
myndlistini. Hugskotið at gera
eina serframsýning við einum
útvaldum listafólki í tí fyrstu pýra
miduni er gott, tó at tað sjálvandi
ikki bøtir um grundleggjandi
trupulleikan við samtíðarlistini.
Hendan presentatiónin av mynd
um hjá Tróndi Patursson tykist
harumframt heldur tom fyri ikki
at siga tóm. Her eru rættiliga fá
verk við, men verri er, at verkini
ikki eru særliga umboðandi fyri
samlaða verki hjá Tróndi. Um
eg sigi, at framsýningin hvørki
inniheldur nakran av teimum
eyðkendu ultramarinbláu málning
unum og ei heldur nakað glas
verk, skilir lesarin helst hvat eg
meini við.
Onkur góð mynd
hjá Torbjørn
Olsen hongur í
Mentamálaráðnum...
Antin hevur gestsins eyga í
hesum førinum ikki víst seg at
vera nóg gløgt, ella hevur danski
listfrøðingurin ikki havt nóg gott
tilfar at arbeiða við soleiðis at
skilja, at tey góðu samtíðarverkini
ikki hava verið tøk á savninum,
tá hon valdi út. Uttan at vita tað
fyri vist, havi eg ein varhuga
av, at mong av teimum góðu
samtíðarlistaverkunum, sum
eru ogn hjá Listasavninum eru
leigað ella lænt út til ymiskar
almennar stovnar. Hvussu er og
ikki má framsýningargesturin
bara staðfesta, at sum tað sær út
nú, tykist savnið heilt einfalt ikki
nóg gott í mun til høvuðsendamál
Listasavnsins, ið netupp er at
keypa og fáa til vega listaverk og
at sýna fram føstu framsýningina
í Listaskálanum. Savnið er opið
týsdag til sunnudag frá klokkan
14.00 til 16.00.
Andlitsmyndir hjá Mikines
Eminem verður lýstur ið mynd hjá Beintu av Reyni
listasavnið feb09
Mikinespýramidan er vorðin grá
Prent hjá John Olsen
Steinprent hjá Bjarna Werner Sørensen
Tann eldra myndlistin ið byrjanini av framsýningini