fríggjadagur 27. februar 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 41 - 27. februar 2009
Tá ið streymurin fór
seinnapartin í gjár,
riggaði skipanin,
sum skuldi tryggja
Landssjúkrahúsinum
streym, ikki til fulnar.
Hetta var so óheppið,
sum tað kundi verið,
men vit hava fleiri
trygdarskipanir, so
tað var ongin vandi á
ferð, sigur leiðarin á
tænastudeplinum
StreymSlit
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Seinnapartin í gjár hendi nak
að, sum ikki eigur at henda:
Landssjúkrahúsið misti ein
part av streyminum.
Streymurin hjá SEV fór
seint seinnapartin í gjár,
men Landssjúkrahúsið hev
ur
trygdarskipanir,
sum
eiga at taka yvir sjálvvirk
andi, fyri at tryggja, at alt
virkar, sum tað eigur.
Men seinnapartin í gjár
riggaði hendan sjálvvirkandi
trygdarskipanin og tí kom
Landssjúkrahúsið at liggja
partvís í myrkri í einar 40
minuttir.
Sló ikki til
Jan á Argjaboða sigur, at tá
ið streymurin fór, riggaði
eitt battarí ikki sum sjálv
virkandi skal kobla trygdar
skipanina til.
Hann sigur, at hetta var
so óheppið, sum tað kundi
verið, tí teir høvdu roynt
skipanina fyrr um dagin og
tá riggaði alt, sum tað
skuldi.
Skipanin verður roynd
við
jøvnum
millumbili,
men hetta brekið hevur so
tikið seg upp í teimum fáu
tímunum, ið gingu frá tí, at
skipanin var roynd og til
streymurin hjá SEV fór.
Leiðari á tænastudepl
inum á Landssjúkrahúsin
um, leggur dent á, at ongin
sum helst vandi var á ferð, tí
Landssjúkrahúsið
hevur
tvær trygdarskipanir, so at
øll neyðug tól og útgerð
framvegis virka, sum tey
skulu, skuldi tann fyrra
trygdarskipanin
eisini
svikið.
Tað merkir at øll tól med
isinsk tól, øll tól á intensivari
deild og alt, sum verður
brúkt til eygleiða sjúklingar,
virkaðu sum tey skulu og
somuleiðis virkaðu allar
teldur.
Á skurðstovunum hava
týdningarmikil tól eisini
sína trygdarskipan sum gev
ur læknunum møguleika at
enda eina skurðviðgerð í
ringasta føri.
Eftirmeta støðuna
Tað merki, at á Landssjúkra
húsinum mistu tey bara
sjálvt ljósið, men annars
virkaði
allur
neyðugur
útbúnaður.
Hinvegis ásannar Jan á
Argjaboða,
at
tað
er
avmarkað, hvussu leingi
tær síðstu trygdarskipanir
nar virka, tí meiningin er, at
tann fyrsta trygdarskipanin,
sum er ein motorur, ið kann
ganga óavmarkað, skal sláa
til sjálvvirkandi.
Men tað gjørdi hon so
ikki í hesum føri og tískil lá
Landssjúkrahúsið partvís í
myrkri í einar 40 minuttir,
tó at tær eyka trygdarskip
anirnar gjørdu, at allur
neyðugur útbúnaður virk
aði, sum hann skuldi.
Jan á Argjaboða sigur, at
tær eyka trygdarskipanirnar
halda í einar tveir tímar.
Av tí, at brekið hendi eftir
arbeiðstíð, var neyðugt at
senda boð eftir tilkallivakt
ini, sum altíð er tøk og tískil
tók tað 40 minuttir, til tað
eydnaðist teimum at seta
motorin til við hond.
Hevði brekið hent um
dagin, hevði meiri fólk
verið til arbeiðis á staðnum
og so hevði tað neyvan tikið
so langa tíð, sigur Jan á
Argjaboða.
Tænastuleiðarin
stað
festir, at hetta er eitt mál,
tey taka í størsta álvara,
hóast hetta var so óheppið,
sum tað kundi vera og hann
veit ikki, hvussu tey kundu
tryggja seg ímóti slíkum,
tekniskum breki.
Longu í morgun fóru tey
at eftirmeta støðuna fyri at
vita, um tey skulu broyta
mannagongdir viðvíkjandi
regluligum eftirliti o.s.fr.
Ein spurningur, sum tey
hava til viðgerðar, er, hví
tað tók 40 minuttir at seta
motorin til við hond, tí tað
heldur Jan á Argjaboða er í
longra lagi.
Tá ið vit hava við tekn
ikk at gera, kunnu vit aldrin
siga aldrin og hetta var eitt
so óheppið samanfall, sum
hugsast kann og beint nú
veit eg ikki, um vit kunnu
tryggja okkum betri, sigur
Jan á Argjaboða.
Landssjúkrahúsið í myrkri
í 40 minuttir
Í gjár hendi tað, sum ikki eigur at henda: Trygdarskipanin á Landssjúkrahúsinum virkaði ikki til fulnar, tá ið streymurin fór, men so tóku aðrar trygdarskipanir yvir, so ongin vandi var á ferð
Serbaleiðari fríkendur
Fyrrverandi serbiski forsetin Milan Milutinovic varð í gjár fríkendur í
altjóða krígsbrotsmannadómstólinum í Haag. Milutinovic, sum tók við sum
forseti eftir Slobodan Milosevic í 1997, varð ákærdur fyri krígsbrotsverk
ímóti albanska fólkinum í Kosovo seinast í nítiárunum. Men hann bleiv
fríkendur, tí sambært dómarunum gjørdi hann ikki annað enn tað, sum hann
fekk boð um at gera. Fimm aðrir serbar, sum komu fyri rættin í Haag í gjár,
vórðu dømdir sekir og fingu millum 15 og 22 ára fongsul.
Týskarar missa arbeiðið
Arbeiðsloysið í Týsklandi veksur í hvørjum. Í síðsta mánaði vóru 8,3
prosent av týsku arbeiðarafjøldini arbeiðsleys, og nú er hetta talið 8,5
prosent, skrivar DPA. Tað merkir, at 63.000 týskarar hava mist arbeiðið
tann seinasta mánaði, og sostatt eru 3,5 milliónir fólk í Týsklandi
arbeiðsleys nú. Týska hagstovan sigur, at arbeiðsloysið er serliga stórt í
byggivinnuni, men hagstovan roknar við, at vøksturin fer eisini at vísa seg í
øðrum vinnugreinum seinni í ár.