leygardagur 29. september 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 188 - 29. september 2001
Nr. 188 - 29. september 2001
3
Petur Meinert Hansen
ættaður úr Klaksvík, búsitandi í Elduvík,
andaðist á Landssjúkrahúsinum hósdagin 27. sep-
tember, 59 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Elduvíkar kirkju
sunnudagin 30. sept. kl. 14.00.
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum gjørdu mær 100 ára
føðingardagin 1. august 2001 til ein minnisríkan
dag.
Tøkk tit, ið ringdu, sendu brøv, kort, blómur og
gávur.
Tøkk fyri vøkur orð, ið søgd vórðu, og vakrar
sangir, ið yrktir vórðu.
Tøkk til tykkum, ið stákaðust og gjørdu dagin
hugnaligan, og til tykkum mongu, sum góvu tykk-
um stundir at heilsa uppá meg.
Ein serlig tøkk til bygdaráðini í Funningi og á
Eiði og leiðslu og starvsfólk á Korndalsbýlinum,
sum skipaðu fyri.
Jesus signi tykkum øll.
Heilsan
Malla Reynbúð
Hin 27. september var ein
stórur dagur úti á Sevmýri,
henda dag fylti Albinius
Johannesen 90 ar.
Tað at hann nú í nógv ár
hevur búð á Sevmýri er væl
skiljandi, tí støðufastari
áskoðara hjá TB bæði til
dystar og venjingar tann tíð
tað var skal leingi leitast
eftir, og er hetta heldur ikki
løgið, tá hugsað verður um,
at bæði synir og abbasynir
hava verið trúgvir TB spæl-
arar og enntá sum høvuðs-
stuðlar á landsliðið okkara.
Eisini eigur hann lang-
abbadøtur ið gera seg gald-
andi í fremstu røð innan
sveimjingina,bæði innan-
lands og til oyggjaleikar.
Tá hann var ungur, vóru
ikki umstøður hjá honum at
luttaka á fótbótlsvøllinum, tá
Albinius hevur verið sjó-
maður alt sítt lív. Og vit sum
kenna umstøðurnar minnast
frøðina, tá dekksbáturin
»Kunoy« kom inn eftir fjørð-
inum, tá setti hesin útróðrar-
maðurin fótin á egið dekk.
Eitt, ið hevur eyðkent
Albinius er hansara altíð
lætta lyndi, ja hvør minnist
ikki tá hann javnan tók har-
monikuna fram, og var
hetta ein háttur at lætta
sinni eftir ein mangan tung-
an og strævnan dag.
Tá ein fær loyvi at liva so
leingi, og vera so byrgur sum
hann er, tá leita tankarnir til
hann sum øllum ræður.
Eitt so langt lív vil altíð
innihalda bæði gleði og
sorg, tí eisini hevur sorgin
vitjað, men tí var vunnið á,
tí undir lið hansara hevur
hann haft konuna Karolinu,
og hevur hon verið honum
ein stórur stuðul nú tey
hava haft gullbrúdleyp.
Men at Albinius hevur
búð á Sevmýri er rætt, tó
má ikki gloymast at hann er
VALARI av rætta slagnum,
og sum slíkur støðufastur
politiskt, sum granni og
vinur, ynski eg tykkum eitt
blítt lívskvøld.
Sverre
Albinius Johannesen, Tvøroyri 90 ár
NØVN Í VIKUNI
Bygdaráðsformaðuri
n á Strondum slapp
ikki á uppstillingar-
listan hjá Sambands-
flokkinum til
løgtingsvalið
Mong hildu, at Eivind Ja-
cobsen, sum er bygdaráðs-
formaður á Strondum, fór
at stilla upp til løgtings-
valið, men tá fyrsti upp-
stillingarfundurin
hjá
Sambandsflokkinum var á
Strondum, var Eivind ikki
settur á listan. Hetta skriva
Fregnir í gjár.
Eivind Jacobsen hevur
rættiliga gjørt vart við seg
farna árið. Hann hevur havt
nógvar
viðmerkingar
í
bløðunum, og hann hevur
verið rættiliga bersøgin.
Men tað er okkurt sum
bendir á, at sambandsfólk
ikki hava hug at seta erliga
sambandsmannin á upp-
stillingarlistan til løgtings-
valið.
Tá fyrsti uppstillingar-
fundurin var á Strondum,
varð Tummas Eli Høj
Joensen tikin fram um sum
sambandsumboð
hjá
strandingum
og
skála-
monnum.
– Eg havi ongar per-
sónliga ambitiónir um at
koma á ting, men eg veit, at
eg eri munurin, sum hevði
tryggjað samband fram um
loysing, sigur Eivind Ja-
cobsen við Fregnir.
Hóast
Eivind
heldur
fyrsta uppstillingarfundin
verða løgnan, so tekur hann
avgerðina til eftirtektar.
Eivind Jacobsen var ikki
á uppstillingarfundinum, tí
hann var á øðrum fundi hjá
Sambandsflokkinum sama
kvøld.
ek
Eivind vrakaður
Fleiri enn 1500 børn
savnaðust í gjár til
barnafagnað í
ítróttarhøllini á
Hálsi. Børnini høvdu
nógv at takast við
BØRN
Eyðun Klakstein
Børn úr øllum landinum
savnaðust í gjár í ítróttar-
høllini á Hálsi í Havn, har
Javni skipaði fyri stór-
fingnum barnafagnaði.
Tað var rættiligt lív í, tá
tey meira enn 1500 børnini
gjørdu innrás í høllini, og
tey høvdu nógv at fara í
holt við.
Ymiskir verkstaðir vóru
settir upp í høllini, og her
kundu børnini millum ann-
að royna seg í fiskibrunni,
tey kundu mála andlitini og
tey kundu mynda ymiskt úr
ull.
Eina ferð áðrenn døgurða
og eina ferð eftir døgurða
kundu børnini royna at
sparka bóltin í málið hjá
Tróndur Vatnhamar, sum er
málverji hjá B36. Hvussu
trupult tað var, sigur søgan
einki um...
Nógv at takast við
Umframt verkstøðini var
eisini ein pallur gjørdur, at
ymiskt undirhald var. Karl
Martin Samuelsen sang
barnasangir, Børn frá Dag-
stovninum á Argjum, sum
hava givið fløgu út, sungu
fyri børnunum, og næming-
ar spældu sjónleik.
Tá børnini komu í ítrótt-
arhøllina fyrrapartin skuldu
tey hava okkurt útklipp við
sær, og tað skuldi tey hanga
upp á eitt net.
Klokkan 10.30 varð dag-
urin settur, og tá bjóðaði
Jarvin Feilberg Hansen,
nevndarlimur í Javna, børn-
unum vælkomin, og Maud
Wang Hansen, sum umboð-
aði Føroya Pedagogfelag,
setti barnafagnaðin.
Frá klokkan 11.00 og
langt út á seinnapartin vóru
tey ymsu tiltøkini í høllini,
og børnini vóru hugagóð í
holt við teir nógvu møgu-
leikarnar.
Tá børnini fóru heimaft-
ur, lat Javni teimum eitt
tinganeyst at hava heim við
sær.
Meira er um barnafagn-
aðin á síðu 23.
Tað var lív í
Fleiri enn 1500 børn úr
øllum landinum brúktu í
gjár dagin í ítróttarhøllini á
Hálsi, har barnafagnaður var
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
3
2