Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. september 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 188 - 29. september 2001 Nr. 188 - 29. september 2001 5 - Eftirløn verður nýtt sum eitt slag av trygdarneti fyri at sleppa undan at seta heilsuskadd og rørslutarnað í starv, sigur Doris Hansen, formaður í Megin- felag teirra brekaðu í Føroyum ARBEIÐSFØRLEIKI Ingrid Bjarnastein Føroyar hava ongan skip- aðan politikk viðvíkjandi arbeiði hjá heilsuliga skaddum. - Heilsuskadd fáa bara eftirløn, og eru nógv fólk ónøgd við hetta, tí arbeiðið er ofta nakað, ið sigur eitt sindur um tín samleika, sigur Doris Hansen. - Tað vísir seg, at tað er arbeiði til allar hendur í Føroyum, og tí skuldu heilsuskadd eisini havt arbeiðsmøguleikar. Grannalond okkara hava øll eina skipan hesum við- víkjandi. Sum dømi kann nevnast, at í Danmark hava heilsu- skadd møguleika fyri "flex- job", "skåne-job" og eisini arbeiða við hjálpara, meðan vit ikki hava nakað av hesm slagi í Føroyum. Óvirkin skipan Fyri nøkrum árum síðani varð eitt ískoyti í forsorg- arlógini sett í gildi, sum sigur, at tað kunnu játtast vard størv, umskúling og annað til avlamin og onnur, sum hava avmarkaðan vinnuførleika. - Hetta kom í gildi fyri 4 árum síðani, men skipanin er enn óvirkin, tí fólk duga ikki at umsita hana, sigur Doris Hansen. - Tað er soleiðis, at um eitt fólk, ið hevur verið í vinnu, og síðan verður av- markað á ein ella annan hátt í arbeiðsførleika, so eigur viðkomandi at fáa eina umskúling, so at hann kann fáa eitt starv, har hann er førur fyri at arbeiða. Men soleiðis er tað nærum ongastaðni. - Tað eru nógv arbeiði, ið heilsuskadd kundu gjørt. Vit hava onkur vard verk- støð, men tey eru fyri menningartarnað. ALV hevði eitt verkstað, serliga fyri rørslutarnað, men tað varð niðurlagt, tí ongin leiðari var. Nú ætlar ALV at taka hetta uppaftur, og hava tey leigað høli í Smiðjugerði til hetta endamál. Hugburðurin má broytast - Tað er ofta ein spurningur um hugburð hjá arbeiðs- gevara og fakfeløgum um tey vilja taka ein við skerd- um arbeiðsførleika á ar- beiðsplássið. Tað er eisini ein spurningur um viðkom- andi verður sæddur, sum ein byrða, ella sum til- feingi, sigur Doris Hansen. - Politikkararnir tosa um hendan trupulleikan upp undir hvørt val, men tað verður ongantíð til meira enn tos. Ein viðtøka úti í landstýrinum sigur annars, at ein og hvør almennur stovnur (við ávísari stødd) skal hava eitt til tvey brekaði í arbeiði, men held- ur ikki hetta er nakrantíð gjøgnumført. - Í hesum teldutíðum skuldi tað uttan trupulleikar verið møguligt við upplær- ing soleiðis, at heilsuskadd eisini kunnu fáa arbeiði. Vit høvdu eitt uppskot uppá 40/60. Tað vil siga, at ar- beitt verður 60%, og harav skal Almannastovan gjalda 40% av lønini, fortelur Doris Hansen. Fundur Hesi evnini verða tikin upp á pallborðsfundi 7. no- vembur 2001. Pallborðs- fundurin verður um ar- beiðsmøguleikar hjá heilsuliga skaddum. Við vera Sámal Petur í Grund, Bjarni Djurholm, Petra Joensen, stjóri á Al- mannastovuni, Marius Dam, løgtingslimur, Vil- helm Johannesen, formað- ur í Arbeiðsgevarafelag- num, Pál Weihe, læknaligur ráðgevi á Almannastovuni, Gunnleivur Dalsgarð, for- maður í starvsmannafelag- num, Kristina Larsen, fyri- støðufólk í Alv og Ingrid Jacobsen fyri Meginfelag teirra brekaðu. Heilsuliga skadd fáa einki arbeiði -Sum nakað nýtt fer Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli og Tórshavnar Listaskúli undir nýggja lærugrein, ið eitur Reklamur/Lýsingar KVØLDSKÚLI Ingrid Bjarnastein Ein av nýggju lærugreinun- um í vetur hjá Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla er Reklamur/Lýsingar. Tað verður Gundur F. Mikkel- sen, ið kemur at undirvísa. - Skeiðið fevnir um allar lýsingar, greiðir Gundur F. Mikkelsen frá. - Tekstur, print, sjónvarp, útvarp og so framvegis. Eisini verður undirvíst í lýsingaávirkan og sálar- frøðini aftanfyri. Í Føroy- um eru vit ikki so framma- laga lýsingum viðvíkjandi. Sum oftast er tað bert tekstur og prísur, meðan í útlondum brúka tey nógv tað sálarfrøðisliga og løtu- myndir. Skeiðið er á merkonom/ teknonom støði. Sjálvur hevur Gundur útbúgving sum merkonom, og hevur hann eisini tikið nakrar lærugreinar víðari til teknonom. - Tey, sum hava hoyrt um hetta, halda, at tað er eitt gott hugskot, sigur Gundur F. Mikkelsen. -Hetta er jú tað, sum fer at henda í Føroyum. Serliga nú tá nógvar fyritøkur, ið hava havt monopol fáa kapping. Í Føroyum eru eisini fá, ið hava útbúgving á hesum økinum. Tey flestu eru grafikkarar ella okkurt tílíkt. Ætlanin er, at skeiðið skal byrja komandi mána- kvøld. Kvøldskúlaskeið í kreativum lýsingum Doris Hansen, formaður í Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum Landskassaavlopið minkar munandi komandi ár, vísir fíggjarlógaruppskotið , sum var lagt fram í tinginum í gjár FÍGGJARLÓG Edvard Joensen Rakstrar- og løguavlop landskassan, sum seinastu árini hevur ligið oman fyri 500 milliónir, fer komandi ár at verða 159 milliónir krónur, vísir fíggjarlógar- uppskotið fyri komandi ár, sum varð lagt fram í gjár. Samstundis sum heild- arveitingin er minkað við 356 milliónum (blokkurin), fara útreiðslurnar at vaksa við 278 milliónum krónum, segði Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, tá hann legði fíggjarlógina fram á gjár. Roknað verður við eini minking upp á 7,1% í inn- tøkum landskassans kom- andi ár, sigur Karsten Hansen. Hendan minkin kemst av, sigur hann, at teimum 356 milliónunum í heildarveitingini. Yvirtøkur fara komandi ár at kosta 386 milliónir krónur, sigur uppskotið. 256 milliónir fara sambært § 9 í heimastýrislógini til skúlamál og almenna for- sorg, meðan hinar 30 milli- ónirnar fara til beinleiðis yvvirtøkur sum Skipaeftir- litið, Vága Floghavn, neyð- og trygdartænastu og MRCC. Tíðindafundur varð hild- in í Norðulandahúsinum beint eftir, at fíggjarlógar- uppskotið var lagt fram í tinginum. Á fundinum í Norðurlandahúsinum greiddi landsstýrismaðurin nærri frá uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2002. Hann segði millum ann- að, at høvuðsraðfestingar- nar í fíggjarlógaruppskoti- num eru eldrarøkt, fólka- skúlin, fiskiveiðieftirlitið og samferðsla. Nógv tann størsti íløgu- posturin á komandi fíggj- arlóg er ætlaður vinnumál- um. Vinnumál fáa 152,6 milliónir komandi ár. Av hesum er tað samferðslan, sum fer við tí stóra partin- um. Nevnd verða mál sum nýggja Suðuroyarskipið, ferjulega á Syðradali í Kallsoy og Gásasalstunn- ilin, sum verða tey stóru útreiðslumálini á sam- ferðslusíðuni. Av hesum er Suðuroyarskipið sett til 90 milliónir krónur. Síðan koma almanna- og heilsumál við 53,4 milli- ónum, útbúgving og gransking við 12.25 milli- ónum og Løgtingið við 10 miliónum krónum til íløgur komandi ár. Løgmansfyrisitingin og fiskivinna fáa hvør sínar tvær miliónir at gera íløgur fyri í 2002. Samanlagt verður sagt í frágreiðingini hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni, at løguútreiðslurnar verða 13% hægri, enn roknað varð við á fíggjarlógarupp- skotinum fyri 2001. Karsten Hansen fegnað- ist um at kunna siga frá, at fólkaskúlin hesaferð fær eina rættiliga stóra hækk- ing. Tilsamans fær fólka- skúlin 21 milliónir meira at arbeiða við komandi ár enn í ár. Av hesum eru 12 milli- ónir settar av til lønir í fólkaskúlanum, meðan restin fer til beinleiðis menning av skúlanum, segði landstýrismaðurin. Eldrarøktin er mál, sum er raðfest í ovara enda, segði Karsten Hansen í framløguni. Tann posturin fer eisini at vaksa við 21 milliónum krónum. Tær verða býttar soleiðis, at tær 10 milliónirnar fara til lønir, meðan hinar 11 milli- ónirnar so eru til rakstur annars. Tær 159 milliónirnar, sum sambært fíggjarlógar- uppskotinum far at loypa av komandi ár, skulu brúkast soleiðis, at tær 141 milli- ónirnar verða afturgoldnar danska statinum, meðan hinar 18 milliónirnar verða settar í Landsbankan til konsolidering av lands- kassanum. Gjaldføri landskassans er betra munandi seinnu árini, vísti Karsten Hansen á. Tað verður við árslok 2002 mett at fara at verða umleið 2,3 milliardir krónur, meðan tað, tá tað ringast stóð til í 1992 var væl niðan fyri ta einu milliardina. Avlopið minkar Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, legði í gjár fram fíggjarlógaruppskot, sum hevur munandi minni avlop, enn tað seinasta Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 5 4