leygardagur 29. september 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 188 - 29. september 2001
Nr. 188 - 29. september 2001
7
Tórshavnar Komm-
una hevur útflýggja
Føroya Banka og
Føroya Sparikassa
bíðilistan við nøvn-
unum á teimum, sum
hava søkt um grund-
stykki í Havn. Leivur
Hansen vil hava
málið fyri á Býráðs-
fundi í næstu viku
ALMENT INNLIT
Áki Bertholdsen
Seinastu dagarnar eru tað
nógv sum hava fingiðå
óvæntað bræv frá Føroya
Sparikassa
og
Føroya
Banka.
Tað eru fólk, sum hava
søkt Tórshavnar Kommunu
um grundstykki, sum nú
hava
fingið
bræv
frá
peningastovnunum.
Í brævinum bjóða pen-
ingastovnarnir
teimum
fígging, nú tey hava søkt
um grundstykki og fara at
byggja.
Hetta hevur ørkymlað
tey, tí tey hava ikki biðið
um fígging og tey vita
heldur ikki, hvussu pen-
ingastovnarnir vita, at tey
hava søkt um grundstykki.
Útflýggjar bíðilistan
Summi av fólkunum á bíði-
listanum hava vent sær til
býráðslimir, m.a. til Leiv
Hansen, tí tey undrast á, at
peningastovnarnir
hava
fingið nøvnini á teimum,
sum hava søkt um grund-
stykki.
Leivur Hansen, býráðs-
limur, heldur, at málið er so
mikið álvarsligt, at hann vil
hava málið fyri á næsta
býráðsfundi, sum verður í
næstu viku.
Hann sigur, at tað er
Býráðið sjálvt, sum hevur
útflýggjað peningastovn-
unum listan við nøvnunum
á teimum, sum hava søkt
um grundstykki í Havn.
Hann sigur, at hann hevur
spurt seg fyri hjá um-
sitingini hjá Býráðnum og
har hevur hann fingið
upplýst, at Føroya Banki og
Føroya Sparikassi hava
søkt Býráðið um alment
innlit í bíðilistan til grund-
stykki.
Umsitingin í Býráðnum
spurdi síðani sakførarar til
ráðs og hjá teimum var
eingin ivi um, at bíðilistin
var almennur og at Býráðið
tí ikki kundi noktað pen-
ingastovnunum á fáa hann.
Sostatt vórðu bíðilistarnir
útflyggjaðir peningastovn-
unum.
Skuldi nokta
Leivur Hansen heldur, at
hetta er grovliga at mis-
brúka lógina um alment
innlit. Í hvussu so er mo-
ralskt.
– Eg haldi, at her er talan
um privat viðurskifti og tað
kann ikki bera til, at borg-
arar ikki skulu kunna sam-
skifta við Býráðið um
privat viðurskifti, uttan at
stúra fyri, at tað skal verða
almannakunngjørt.
Tí heldur hann, at Bý-
ráðið skuldi noktað at út-
flýggja bíðilsitan, hóast
sakførarar høvdu sagt, at
hann kom undir lógina um
alment innlit.
– Býráðið átti ikki at havt
útflyggja listan, fyrrenn tað
var óreingiliga greitt, at
Býráðið varð noytt til tað.
Tvs, at onkur hægri mynd-
ugleiki skuldi fingið høvi at
sagt sína hugsan um málið
fyrst.
Eitt nú heldur Leivur
Hansen, at hetta hevði verið
eitt væl hóskandi evni hjá
Løgtingsins Umboðsmanni
at tikið støðu til. Ella
kanska
skuldi
Býráðið
enntá roynt málið í rætt-
inum fyri at fáa endaliga
staðfest, um bíðilistin var
almennur.
Hann stúrir fyri, hvat
verður tað næsta, nú bíði-
listin við nøvnunum á teim-
um, sum hava søkt um
grundstykki, er almanna-
kunngjørdur.
– Kunnu vit nú vænta, at
nøvnini á teimum, sum fáa
sosialhjálp eisini verður
kunngjørdur,
ella
hvat
verður tað næsta, spyr
hann.
Fyri Býráðið
Leivur Hansen sigur, at
hann nú hevur biðið um at
fáa málið fyri á næsta
býráðsfundi, sum verður í
næstu viku.
– Sakkøn, eg havi tosað
við, halda, at her er talan
um privat viðurskifti, sum
ikki koma undir lógina um
alment innlit. Tey halda
eisini, at tað er ein spurn-
ingur um hetta ikki eisini er
brot á skrásetingarlógina .
Tí mælir hann til, at
Býráðið ikki útflýggjar
bíðilistan aftur, fyrrenn full
greiða er fingin á, um hann
veruliga kemur undir
lógina um alment innlit.
Húsini skulu vera
klár at flyta onn í
longu tíðliga næsta ár.
Tað fer at hjálpa væl
upp á íbúðartørvin í
Runavík, sum er
rættiliga stórur
HÚSABYGGING
Áki Bertholdsen
Nú verður eitt stórt stig
tikið fyri at hjálpa upp á
íbúðarneyðina í Runavík.
Nú verða nevniliga ikki
færri enn 12 raðhús bygd á
Høgaleiti í Runavík. Hús-
ini verða bygt í tveimum
raðum við seks húsum í
hvørjum raði.
Høgaleiti er mitt í Runa-
vík, beint niðan av keiini og
útsýnið er tað besta, ið
hugsast kann.
Tað er byggifelagið HP-
Hús í Rituvík, sum fer at
byggja húsini.
Byggifelagið sigur, at
húsini vera 94 fermetrar
hvørt til støddar.
Øll loyvi eru fingin til
vega og ætlanin er at fara
undir byggingina so skjótt
sum gjørligt. Ætlanin er at
húsini verða liðugt at flyta
inn í einaferð í longu tíðliga
komandi summar.
Í løtuni verður arbeitt
uppá at fáa tilboð til vega
og at roknað prísir út, so
enn
veit
felagið
ikki,
hvussu nógv húsini fara at
kosta.
Men Byggifelagiðsigur,
at húsini verða í øllum
førum væl og virðiliga
kappingarfør í prísi og teir
lova eisini, at dygdin í
húsunum verður tann rætta.
Tað verður “Inni” sum er
sethúsasølan hjá Føroya
Sparikassa, ið fer at selja
húsini fyri HP-Hús.
Byggifelagið sigur, at
húsini verða púra klár at
flytainn í, tá ið tey verða
seld, tvs, at har verður bæði
gólv lagt í, málað, tapeser-
að og køkur settur upp.
Men sjálvsagt ber tað til
hjá hvørjum einstøkum
keypara at broyta húsini
eftir egnum ynski og at fáa
okkurt annað gólv, aðra
køk, ella aðrar litir og aðrar
hvítvørur, men kann sjálv-
sagt eisini broyta kostn-
aðin.
Byggifelagið upplýsir, at
gongur tað væl við hesi
byggingini,
er
ætlanin
avgjørt at halda fram og at
byggja fleiri raðhús av
hesum slagi.
Soleiðis fara tey 12 raðhúsini, sum nú verða bygt á Hagaleiti í
Runavík, at síggja út. Húsini verða púra klár at flyta inn í, tá ið tey
verða seld, men tað fer at bera til hjá fólki í ein vissan mun at gera
broytingar eftir egnum ynski
Bíðilistin til grundstykki
útflýggjaður peningastovnum
Tórshavnar Kommuna hevur
nú útflyggjað peninga-
stovnum bíðilistan við
nøvnum á teimum, sum
hava søkt um grundstyyki. Í
hesum føri hava peninga-
stovnar grovliga misbrúkt
lógina um alment innlit. í
hvussu so er moralst, og
Býráðið átti at havt noktað,
heldur Leivur Hansen,
býráðslimur
Fara nú at byggja
raðhús í Runavík
Hvørt leygarkvøld í
vetur fer útvarpið at
senda eina undir-
haldssending.
Vertirnir eru eisini
kendir, men í løtuni
vita teir ikki reiðiliga,
hvat teir skulu kalla
sendingina, hóast
»Prosjekt leygar-
kvøld« fyrstu ferð fer
í luftina um tvær
vikur
ÚTVARPSSENDING
Heri á Rógvi
Føroyski lurtaraskarin kann
aftur í vetur gleða seg til
hoyra nakrar kendar røddir
hvørt leygarkvøld, tá tann
»nýggja« undirhaldssend-
ingin fer av bakkastokki
um tvær vikur. Røddirnar
eru sum áðurnevndu kend-
ar. Tveir útvarpsvertir sita
hvørt leygarkvøld í út-
varpsstovuni frá kl. 22.10
til 01.00. Tó verður tað ikki
teir somu tveir, sum fara at
sita aftanfyri mikrofonina
hvørja viku. Teir vera trígg-
ir, ið fara at skifta um at sita
í útvarpsstovuni. Talan er
um teir tríggjar Heðin
Arge, Rúna Jákupsson og
Bjarna Mohr.
Allir tríggir hava royndir
innan útvarpsarbeiði. Onk-
ur teirra kann óivað eisini
kalla seg bæði slóðbrótara
og pioner innan undirhalds-
øki í útvarpinum.
Hesir tríggir hava valt at
fara undir at gera undir-
haldssendingar hvørt leyg-
arkvøld í vetur. Uppkastið
til sendingarnar er fram-
vegis í stoypiskeiðini, og
tað eru heldur ikki teir mest
tíðindafróðu menninir, sum
vit hitta hetta hóskvøldið.
Navnið á sendingini er
framvegis ikki ásett, men
teir tríggir eru allir klárir
yvir hvat navn, tey flestu
helst seta í samband við
komandi sendingarnar.
Playlist
Uppkastið til sendingarnar
er higartil komið so mikið
ávegis, at tað er fastlagt, at
í útvarpsstovuni skulu tveir
vertir sita hvørt leygar-
kvøld. Hin triðji kemur tó
framvegis at vera knýttur at
sendingunum í tann mun, at
hann kemur at luttaka í
fyrireikingunum til send-
ingina. Sum skilst, so
krevja tílíkar sendingar sera
nógva fyrireiking. Serliga
eru tað tær so kendu spurn-
arkappingarnar, sum kunnu
leingja um arbeiðsdagarnar.
Og eitt slag av einari spurn-
arkapping verður eisini í
sendingunum í vetur.
Hóast teir framvegis sita
og tingast um hvussu og
hvat í sambandi við kom-
andi sendingarnar hjá teim-
um, so er tað tó fastlagt,
hvat tímin eftir midnátt skal
nýtast til.
Tað verður gjørdur ein
sokallaður playlisti. Hesin
góði listi fer at innihalda
sangir, sum eru frammi í
tíðini umframt klassikarar,
sum gott kunna verða
spældir
einaferð
enn.
Sangirnir á listanum eru
sjálvsagt valdir út av teim-
um
trimum
vertunum.
Møguleiki verður so hjá
lurtarunum at ynskja sær
eitt lag av playlistanum,
sum kemur at liggja frammi
á heimasíðuni hjá útvarpin-
um, og listin fer eisini
væntandi at innihalda heilt
fitt av sangum. Lurtararnir
kunnu ynskja sær eitt lag
við at senda eitt teldubræv,
men tað fer eisini at bera til
at ringja inn og fáa varpa
sína kvøðu beinleiðis kring
oyggjarnar.
Teir tríggir ásanna, at
hópin av sendingum eru,
har fólk kunnu ringja ella
skriva inn og ynskja sær eitt
lag, men teir haldu tó, at tað
er pláss fyri hesum tíman-
um hjá teimum.
Hetta við at lata fólk
ringja ella skriva inn er eis-
ini nakað, sum er roynt
áður, eitt nú í spurnarkapp-
ingunum og Beatbox.
Tað eru lurtararnir sum
eiga heiðurin av tílíkum
táttum, sigur Heðin Arge.
Heðin er boss
Við borðið hetta hóskvøld-
ið sita teir tríggir Bjarni,
28, Heðin, 35, og Rúni, 27.
Vit eru staddir í køkinum
hjá Útvarpi Føroya.
Fyrsti spurningurin er
sjálvandi, um hetta nú eru
nýggjar Náttarravnasend-
ingar. Spurningurin fær
eina heldur misjavna mót-
tøka, og svarið er eitt mill-
umting millum ja og nei.
– Vit hava ikki givið
sendingini nakað navn.
Higartil arbeiða vit bara
undir heitinum »Prosjekt
leygarkvøld«, men hetta
verður ikki eins og náttar-
ravnasendingar, hóast hesar
sendingarnar á sumum økj-
um sjálvandi fara at líkjast,
sigur Rúni Jákupsson.
Allir tríggir vita væl, at
fólk fara at seta hesar send-
ingarnar í samband við tær
kendu náttarravnasendingar
frá fyrr.
Tá prátið fer at snúgva
seg um, hvør teirra hevur
tað avgerðandi orðið, tá
onkur træta stingur seg
upp, so hyggja teir báðir,
Bjarni og Rúni, beinanveg-
in at Heðini.
– Eg havi nú gjørt tílíkt í
so nógv ár, at tað gevur
mær eina ávísa magt, sigur
Heðin Arge, og hinir báðir
eru ikki ósamdir við hon-
um.
Heðin byrjaði við at gera
náttarravnasendingar leyg-
arkvøld fyri átta árum síð-
ani. Fyri trimum árum síð-
ani kom Rúni uppí. Sein-
asta vetur, tá var tað Bjarni,
sum saman við einum øðr-
um, skipaði fyri einari
leygarkvøldssending.
– Tá vit byrjaðu uppá
Náttarravnarnar, so rakti
tað veruliga eitt turt stað,
og havi eisini merkt ein
ógvuliga stóran og breiðan
lurtaraskara øll árini, sigur
Heðin Arge.
Hvussu sendingin kemur
at eita er framvegis ikki
alment greitt, men mestir
verður tað ein góður bland-
ingur av ravnum og leygar-
kvøldssendingini.
Náttarravnaløta hvørt leygarkvøld í vetur
Útvarp Føroya fer nú
undir vetrarskránna.
Lurtararnir kunnu
vænta sær eitt sindur
av hvørjum henda
komandi veturin
SKRÁ
Heri á Rògvi
Útvarp Føroya fer nú undir
sína vetrarskrá. Ætlanin er
at senda 110 tímar um vik-
una komandi vetur. Tá tað
verður kaldari í veðrinum,
so hava fólk kanska betri
tókka til at lurta eftir út-
varpinum, og í vetur bjóðar
Útvarp Føroya lurtaranum
eitt sindur av hvørjum.
Útvarp Føroya fer at
senda longri út á kvøldi øll
kvøld í vikuni. Mánadag til
hósdag fer Útvarp Føroya
at senda til kl. 23. Fríggja-
kvøld verður sent til kl. 24,
leygarkvøld til kl. 01. og
sunnudagar til kl. 22.
Nakrar sendingar, sum
vanliga hvíla um veturin
verður framvegis á skránni.
Nógvar nýggjar sendingar
eru eisini á skránni, eins og
onkur kend sending kemur
aftur á skránna.
Jógvan Jespersen, út-
varpsstjóri, sigur, at teir í
vetur fara at senda rættiliga
nógv. Tilfarið verður eisini
rættiliga fjøllbroytt, sigur
hann.
Av nýggjum sendingum
kunnu nevnast Stýrivolt,
sum stílar fyri. Tað flestu
hugsa óivað um kortspæli,
men talan er um eina men-
tunarsending. Eisini verður
nakrar sunnudagar farið
fram við ánni, har Jón Heð-
in Trondheim er úti í náttúr-
uni.
Heldur ikki klaksvíking-
arnir úr Studio Pegasus eru
gloymdir í nýggju skránni.
Teir fara m.a. at gera send-
ingina Heimabeitið. Eisini
verða sendingarnar úr Múla
sendar sunnukvøld í vetur.
Fara at senda 110 tímar
um vikuna
Teir tríggir, f.v. Heðin, Bjarni og Rúni, fara í vetur at undirhalda føroyingum í Útvarpi Føroya
hvørt leygarkvøld. So tey, sum dáma at sita uppi, fáa okkurt at leggja oyra til.
Mynd: Heri á Rògvi
Sendingarnar úr Múla eru
millum sendingarnar á
vetrarskrá útvarpsins
C
M
Y
K
7
6