Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 41 - 27. februar 2009 Kistan við Bryndis Una­dóttir fer úr Lands­ sjúkrahúskapellinum fríggjadagin kl. 16. Jarð­ arferðin verður úr Vest­ urkirkjuni leygardagin kl. 12. Tey ið vilja minn­ ast Bryndis, kunnu lata Gávugrunni Bryndisar til børn og ung við Dia­ betes eina peningagávu, konto í Eik banka. Kistan við Árna­ Debes fer úr kapellinum á Suð­ uroyar Sjúkrahúsi fríggjadagin klokkan 17 í Vágs kirkju. Jarðar­ ferðin verður úr Vágs kirkju leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Árna, kunnu lata eina peningagávu, konto í Suðuroyar Sparikassa. Kistan við Pouline Ka­thrine Nolsøe Ha­n­ sen, Tórsha­vn, fer úr Landssjúkrahúskapellin­ um hóskvøldið 26. februar kl. 18. Jarðar­ ferðin verður úr Vestur­ kirkjuni fríggjadagin 27. februar kl. 14. Jona­ Joensen, fyrver­ andi sjúkrasystir, ættað út Tórshavn, andaðist á E l d r a s a m b ý l i n u m Oman Hoydalar týsdag­ in, 90 ára gomul. Bønar­ hald verður í Lands­ sjúkrahúskapellinum fríggjakvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni leygar­ dagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Jonu, kunnu lata Eldrasambýl­ inum oman Hoydalar 6. eina gávu. Konta í peningastovnunum. Jógva­n Pól Joha­n Egholm, vanliga nevnd­ ur Jógvan Páll, andaðist í Ålborg, mánadagin 23. februar, 39 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá okkara høgt elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Poula Jespersen Trongisvági doyði og varð jarðað. Takk til heimahjálpirnar og heimasjúkrasystrarnar. Takk til G4 á Landssjúkrahúsinum. Takk fyri góð og troystarrík orð í heiminum, í Salem og á grøvini. Takk fyri vakran sang og tónleik í salinum. Takk til tykkum í Salem, sum hjálptu til við ervinum. Takk fyri vitjan, til tykkum, sum ringdu, og tykkum, sum á annan hátt vístu samkenslu. Takk til ommubørnini, sum vóru so góð við hana. Takk fyri peningagávur til Salem, fyri blómur og kransar og til tykkum øll, sum fylgdu mammu okkara til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Martin, Jan, Ruth og Noomi Sum dagar tínir eru, so skal styrki tín vera. 5. Mósebók 33,25 Da­gurin 27. februa­r. Lea­nder, deyður umleið ár 600. Biskupur í Sev­ illa. Hann var harður mótstøðumaður av ariansku ranglæruni. Grikst navn, samansett av orðum, ið merkja gleði og menskur. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) 90 ára føðingardagur Leygardagin 28. februar verður Andrias Nielsen í Sandavági 90 ár. Dagurin verður hildin í SÍF­húsinum frá kl. 17. 75 ára føðingardagur Mánadagin 2. mars, verður Hannefía Poulsen. Klaksvík, 75 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni á Sjómans heiminum leygardagin 28. febr. kl. 18.00. 45 ára føðingardagur 24. mars fyllur Kári H. Debess, Sumba 45 ár, dagurin verður hildin í samkomuhúsinum í Sumba 21. mars kl. 19. Tey, sum vilja gleða meg við at koma í føðingardag, vinarliga sigið frá á telefon 274006 ella 218139 áðrenn 15. mars. Prógv 22. januar fekk Joan Øregaard Størup úr Fuglafirði handað prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur frá University Collage Nordjylland. Prógv 30. januar fekk Jógvan Øregaard úr Fuglafirði handað læknaprógv frá Syddansk Universitet í Odense. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá kæri pápi, abbi og langabbi okkara Jákup Jacobsen Jákup á Báraldarbakka í Vági andaðist og varð jarðaður. Takk fyri gávur til eldrasambýlið í Vági. Tøkk til øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini. Takk til starvsfólkini á eldrasambýlinum í Vági og Suðuroyar sjúkrahúsi. Takk til Patrick de Neergaard, prest, fyri troystarík orð kapellinum og kirkjuni. Takk til øll, sum fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Ebba og Magnus v/familju Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið mamma, vermamma, omma og langomma okkara Gigga Jensen Kvívík andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Kvívíkar kirkju. Fyri tey avvarðandi Jógvan og Kristian Leygardagin 28. februar fyllir Hans Eli Dahl í Havn, 65 ár. Hans Eli er havnarmaður, sonur Edith, f. Jacobsen, úr Vestmanna, og Paula Dahl úr Havn. Hans Eli er giftur við Birnu, f. Jensen, úr Froðba. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1967 og var lærari í Sørvági frá 1967­71, og í Tórshavnar Kommunuskúla skúlaárið 1971­72. Umframt sína læraraút­ búgving hevur hann útbúgv­ ing sum tali­ og hoyrilærari. Í 1984 varð Hans Eli settur sum lesiráðgevi á Lands­ skúlafyrisitingini, og eftir at ráðgevingin í 1991 flutti á Skúlan á Trøðni, varð starvið umskipað til peda­ gogiskan ráðgeva. Hans Eli var stjóri á Sernámsdeplin­ um frá 2003 til 2008, tá hann gavst har. Hans Eli Dahl 65 ár Kistan við elskaðu dóttur og systur okkara Bryndis Unadóttir fer úr Landssjúkrahúskapellinum fríggjadagin 27. febr. kl. 16.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni leygardagin 28. febr. kl. 12.00. Fyri tey avvarðandi Jóhanna, Uni og Pætur Tey, ið vilja minnast Bryndis við blómum ella kransi, kunnu ístaðin lata eina peningagávu til gávugrunn Bryndisar, konta í Eik Banka (til børn og ung við diabetes) nøvn