Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 • 27. februar 2009 Vikuskifti 17 Hvussu nógv pláss vilt tú hava? Her eru møguleikar fyri at liva, virka og trívast, og her kanst tú breiða teg út uttan ampa fyri nakran. P/F Inni | Niels Finsens Gøta 37 | P.O. Boks 364 | FO-110 Tórshavn | inni@inni.fo | Tlf. 320 410 | Fax 320 510 Fyrsta fatanin Tú sært við tað sama, at her er talan um eini stór og stásilig hús í serflokki. Húsini eru væl bygd og løtt at halda. Alt er sera væl hildið, og tú fært eina fatan av, at talan er um eini vala hús. Ljós, luft og umhvørvi Húsini standa væl fyri nær ringvegin í Hoyvík. Nógv vindeygu eru í húsinum, so tú fært ljós og luft inn. Húsini standa frítt fyri í veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi og stutt er til skúlar, dagstovnar, býlingshús og handlar. Sparkivøllur við graslíki er nær­ hendis. Stílur og snið Stílurin er lættur og ljósur. Húsini eru ikki nýggj, men alt er sera væl hildið og í sera góðum standi. Húsini eru so við og við dagførd og viðlíkahildin, so tey eru sum nýggj, tær nýtist einki at gera. Bilhús Tú kanst koyra beinleiðis inn í eitt sera vælhildið bilhús og haðani er inngongd til niðastu hædd. Uttanfyri og uttanum Úr stovuni er beinleiðis útgongd til altan/útigólv. Urtagarðurin er hugnaligur og væl røktur. Har er veðurgott og góður sólargangur, so tað er laga manni at sita uttanfyri og njóta lívið. Har er vakurt og friðaligt og tú ert so at siga mitt í býnum. Innrætting Í miðhæddini er hjallur, inngongd, durur, gestawc, hall / trappugongd, køkur / alrúm, grovkøkur / bryggers við útgongd til hjallin, stór borðsstova / stova við útgongd til altan / útigólv. Í erva er trappugongd, hjúnarrúm, baðirúm og 3 kømur – eitt við útgongd til altan. Í neðra er inngongd, gongd / fýrrúm, trappugongd, vaskirúm, turkirúm við útgongd til snóratræ, ítrivsrúm, goymslurúm og sera snøgg garaga. Lætt at gera íbúð í niðastu hædd. Fakta: Adressa: ......... Sivarsvegur 12, Hoyvík Býggiár: ......... 1983 Hæddir: .......... 3 Gólvvídd: ....... 280 m² Grundøki: ...... 502 m² Hjallur: ........... ja Bilhús: ............ ja Møguleiki er fyri at býta um við minni nýggjari raðhús í góðum standi. www.inni.fo