fríggjadagur 27. februar 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 41 - 27. februar 2009 ]
Hóast fíggjarligi
karmurin bara
loyvir, at ungir
fótbóltsspælarar
á ítróttarbreytini
kunnu ganga á
ítróttarskúla og
miðnámsskúla
samstundis, er
handilsskúlin
á Kambsdali
opin fyri øðrum
ítróttargreinum.
– Men tað krevur
fígging, sigur Páll
Isholm, deildarstjóri.
ÍTRÓTTARSKÚLI
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tá eitt nýtt skúlaár byrjar í
august, byrjar samstundis
tann triði árgangurin av
næmingum á serligu ítrótt
arbreytini,
sum
Føroya
Handilsskúli á Kambsdali
nú hevur havt í tvey ár. Á
ítróttarbreytini ber til hjá
ungum og evnaríkum fót
bóltsspælarum at ganga á
ítróttarskúla og miðnáms
skúla í senn.
– Vit hava alla tíðina havt
eitt ynski um, at ítróttar
breytin kundi fevnt um
aðrar ítróttargreinar eisini,
men fíggjarligi karmurin
loyvir tí ikki. So skulu vit
fáa aðrar ítróttargreinar við,
má í øllum førum meira
fígging
til,
sigur
Páll
Isholm, deildarstjóri á Før
oya
Handilsskúla
á
Kambsdali.
– Í aðrar mátar hevði
einki verið til hindurs fyri
tí, tí vit hava fysiskar karm
ar í grannalagnum, eitt nú
eina ítróttarhøll, umframt at
her á leiðini eru fleiri ítrótt
arfeløg av ymsum slag. Og
tað hevði heldur ikki kravt
stórvegis tillagingar, um
onnur enn fótbóltsspælarar
skuldu fylgt breytini, sum
hon er skipað og løgd til
rættis nú.
At talan hetta triðja árið
eisini bert verður um eitt til
boð til fótbóltsspælarar,
hevur tó ikki verið nøkur
forðing fyri, at áhugin
hevur verið stórur, tí tey
bæði
undanfarnu
árini
hevur næmingatalið ligið
um 1516, og Páll Isholm
væntar, at talið verður upp
aftur hægri enn tað næsta
skúlaár.
Eisini uttanlands
Í hesum døgum verður søkt
eftir næmingum til tær
ymsu útbúgvingarnar, og
fótbóltsspælarar kunnu tí
søkja á ítróttarbreytina, sam
stundis sum teir søkja á
FHS, tvey ára HH ella trý
ára HHútbúgving á Kambs
dali. Umsóknarfreistin er
úti um góðar tvær vikur,
tann 15. mars.
Á ítróttarbreytini er høvi
hjá ungu næmingunum at
liva sum ítróttarfólk, so
teirra gerandisdagur eitt nú
er merktur av røttum livi
hátti og miðvísari venjing.
Talan er um tilsamans fýra
tímar um vikuna, sum eru
knýttir at ítróttarbreytini,
har venjingarnar verða fyri
skipaðar av venjarum við
hægstu førleikum. Í ár er
Sigfríður Clementsen høv
uðsvenjari á ítróttarbreytini.
– Tey ungu hava verið
ófør at møtt upp, sjálvt um
venjing stendur á skránni
tíðliga vetrarmorgnar, og í
allar mátar hevur ítróttar
breytin riggað væl higartil.
Tey bæði farnu skúlaárini
hevur verið skipað fyri lestr
arferð og venjingarlegu utt
anlands, sigur Páll Isholm.
– Í báðum førum hevur
ítróttarbreytin vitjað danska
felagið AaB, har næmingar
nir hava búð saman við javn
aldrum á AaB College í
Aalborg, vant hvønn dag og
annars verið við til venjingar
og sæð dystir. Bæði árini hev
ur talan verið um væleydn
aðar ferðir, so hildið verður
fram eftir hesum leisti eisini
komandi skúlaár.
Ítróttarbreytin á Kambsdali
gevur bóltin upp triðju ferð
Virkandi fótbólts
landsliðsvenjarin,
Jens Martin Knud
sen, sær fram til
vinardystin ímóti
Íslandi, sum verður
spældur í Kórinn
høllini á Kópavogi
sunnudagin 22. mars.
Hann verður sjálvur
annar, sum skal stýra
landsliðnum ímóti
grannunum fyri
vestan
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hóast vinardysturin ímóti
íslendingum er um ein mán
að, so tykist greitt, at tað
ikki fer at eydnast Fótbólts
sambandinum
at
finna
nýggjan landsliðsvenjara til
ta tíð. Tí verða tað tveir før
oyingar, sum koma at taka
sær av at seta liðið og
stjórna
landsliðnum
frá
síðulinjuni henda dystin.
Fyrr í vikuni segði for
setin í Fótbóltssambandin
um, Høgni í Stórustovu, at
ikki var neyðugt at hava
funnið avloysaran fyri Jógv
an Martin Olsen undan vin
ardystinum ímóti Íslandi í
Kórinnhøllini á Kópavogi,
og nú mestsum váttar for
maðurin í landsliðsnevndini,
Magnus á Stongum, at eing
in venjari heldur verður sett
ur áðrenn 22. mars.
Í øllum førum segði hann
við 32 í gjárkvøldið, at tað
verður virkandi landsliðs
venjarin, Jens Martin Knud
sen, sum saman við einum
øðrum føroyingi skal standa
fyri
fyrireikingunum
til
tann dystin. Jens Martin
hevur sáttmála sum hjálpar
venjari hetta landsliðsárið
út, so tí er hann upplagda
valið til at vera annar teirra,
ið tekur henda dystin.
Kennir íslendingar
– Eg eri klárur og til dystin
fús, og tað skal heldur ikki
vera nakað dulsmál, at júst
ein landsdystur ímóti Íslandi
er ein serliga stuttlig og
spennandi avbjóðing, sigur
Jens Martin Knudsen, sum
síðstu fýra mánaðirnar hevur
verið í tí løgnu støðu, at
hann hevur verið hjálpar
venjari, men uttan at hava
nakran venjara oman fyri
seg.
– Mín sáttmáli við Fót
bóltssambandið er fram
vegis galdandi, so tí arbeiði
eg upp á besta máta við fyri
reikingum og øðrum. Eg
skal so gera mítt til, at
nýggi landsliðsvenjarin ikki
skal standa púrasta á berum,
tá hann eina ferð kemur.
Tá nú talan er um ein
dyst ímóti júst Íslandi, er
neyvan nakar betur førur
fyri at gera fyrireikandi
arbeiðið enn Jens Martin,
sum sjálvur hevur verið
bæði spælari og venjari í
Íslandi fyri ikki so øgiliga
langari tíð síðani. Tí hevur
hann gott innlit í íslendskan
fótbólt og kennir bæði spæl
arar og venjarar har yviri.
– Enn vita vit ikki, um
íslendingar ætla at hava
nakrar ella ongar av sínum
útisetum við í dystinum
ímóti okkum, men eg fylgi
so væl við, sum tað letur
seg gera. Men hetta er so
ein dystur, ið hevur nokk so
nógv at siga fyri okkum, og
nú vit fingu ein frammaná
frá teimum har yviri fyri
einum ári síðani, vilja vit
sjálvandi vísa, at vit eru
betri enn 30 til Ísland, sum
tá stóð á máltalvuni, sigur
virkandi landsliðsvenjarin.
Jens Martin:
Eg eri klárur
Jens Martin Knudsen kemur sum virkandi landsliðsvenjari sjálvur annar at hava ábyrgd av
vinardystinum hjá Føroyum ímóti Íslandi um ein mánað. Her er hann avmyndaður saman við
Jákupi Mikkelsen, sum tekur hetta árið aftrat sum málverji á landsliðnum
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Adrian Ilie funnið
gaggurnar framaftur
Fyrrverandi rumenski landsliðsspælarin, Adrian Ilie, sum
gavst at spæla fótbólt í 2006, hevur nú funnið gaggurnar
framaftur og fer at spæla fyri Terek Grozny í næstbestu
russisku deildini. 34 ára gamli Ilie gavst at spæla, tí
knøini vóru farin at bila, men hevur nú hug at royna aftur.
Adrian Ilie hevur spælt 55 landsdystir fyri Rumenia og
skotið 13 mál.
Tiger Woods útsligin
í »come-back« dysti
Heimsins bestu golfspælari, Tiger Woods, sum í longri tíð
ikki hevur fingið spælt fyri einum skaða, var beinanvegin
útsligin, tá hann í gjár gjørdi »comeback« í óalmennu
HMkappingini í holspæli. Eftir steðg í átta mánaðir mátti
Woods lúta fyri Tim Clark úr Suðurafrika, sum er
nummar 33 á heimsstyrkilistanum, so enn er eitt petti
eftir, áðrenn »tigarin« er aftur á toppinum.