Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-27, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 41 - 27. februar 2009 ] Føroyskir rennarar við til DM Tilmeldingar­ tíðirnar geva góðar vónir eru um heiðurs­merki, nú s­eks­ føroys­kir rennarar um vikus­kiftið eru við í innandura kappingum um dons­k meis­tara­ heiti í Skive RENNING Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Rebekka Fuglø, Jan Elmar Sørensen úr Treysti og Bjørk Herup Olsen, Rúni Seloy og Jóan Karl Josen úr Bragdinum fara í morgin og sunnudagin at renna um kapp við danskar rennarar í Skive, og í hvørjari kapping standa donsk meistaraheiti í frælsum ítrótti innandura upp á spæl. Kappast verður í ymsum aldursbólkum hjá gentum og dreingj­ um, umframt hjá teimum vaksnu, og út frá tilmeldingartíðun­ um eru góðar vónir um, at her ber til at vinna heiðursmerki ella enntá okkurt danskt meistara­ heiti, tí í fleiri av kapp­ ingunum eru føroyskir rennarar tilmeldaðir við tíðum, sum eru mill­ um tær tríggjar bestu. Í morgin fara Bjørk, Jan Elmar og Guttorm at renna 3.000 metrar, og tá renna Rebekka, Rúni og Jóan Karl 800 metrar, umframt at Rebekka eisini er við í kappingini á 200 metrum. Sunnudagin renna Bjørk, Rúni, Jan Elmar og Jóan Karl 1.500 metrar, og Rebekka Fuglø fer at kappast á 400 metra teininum. Spans­ka s­tórfelagið, Deportivo la Coruna, fekk ein s­amlaðan s­ekk uppá 6­1 í UEFA Cup­kappingini frá AaB, og talan er um frems­ta s­igurin hjá dons­kum felags­fót­ bólti í hes­i øldini UEFA CUP Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Hópurin hjá AaB fór til Spania í vónini, at tað fór at eydnast at verja 3­0 leiðsl­ una ímóti Deportivo la Coruna frá tí fyrra UEFA Cup dystinum í Aalborg. Og sigast má, at hetta gjørdi AaB í ríkligt mát. AaB vann 3­1 á Riazor Leikvøllinum í Coruna, og gjørdist talan um ein samlaðan 6­1 sigur á Deportivo, sum má sigast at verða tað besta úrslitið hjá donskum felagsfótbólti, síðani fyrst í 1990­unum, tá B1903 vann 6­2 á Bayern Munchen, og Brøndby vann 5­0 á Frankfurt. Royndu at yvirraska Deportivu royndu at yvirraska AaB frá byrjan av, við at broyta spæliskipan frá tí vanligu 4­3­2­1 skip­ anini til eina meiri fram­ sókna 3­2­4­1 skipan. Men skipanin mundi longu givið baksláttur, tá átta minuttir vóru spældir. Aftaná gott forarbeiðið hjá Caca og Johansson slapp Luton Shelto leysur, hann rundaði málverjan hjá Deportivo, men skotið hjá honum varð bjargað á málstrikuni. Eftir hetta helt Deportivo fram við at trýsta, og teir vóru nær við at skora fleiri ferðir. Tá 13 minuttir vóru spældir setti Omar Bravo bóltin í netið, men málið var kolldømt, tí dómarin metti, at Bravo var rangstaddur. Tá 37 minuttir vóru spældir fekk Deportivo loksins hol á, tá eitt langskot frá Sergio bleiv avrættað. Trý skjót mál AaB kom tó skjótt yvir hvøkkin, og seinastu fýra minuttirnar undan steðgi­ num skoraðu teir reyðu og hvítu úr Aalborg trý mál. Fyrst javnaði leigusvein­ urin, Luton Shelton, tá hann stútaði bóltin í netið. Andreas Johanson stútaði AaB fram um 2­1 eftir hornaspark, og beint áðrenn dómarin bríkslaði fyri hálvleiki, økti Thomas Ene­ voldsen til 3­1, eftir frálíkt forarbeiði frá Luton Shelton. Tá bleiv deyðatøgn á Riazor, og AaB kundi koyra sigurin trygt heim í 2. hálvleiki. Tá svenski Magnus Pehr­ son var settur í starv, sum høvuðsvenjari hjá AaB, vóru tað mong klók høvd frammi í fjølmiðlunum, sum mettu, at hann var ov ungur, og hevði ov fáar royndir til at gerast høvuðs­ venjari hjá AaB. Eftir dupultsigurin á sponsku risunum, Deportivo la Coruna eru allar hesar røddirnar tagnaðar, og Pehrson verður nú fagnaður, sum ein annar messias. AaB skal í áttandaparts­ finaluni spæla ímóti Man­ chester City, sum higartil hevur beint fyri EB/Streymi, FC Midtjyllandi og FC Keypmannahavn í UEFA Cup­kappingini. Manches­ter City var ov s­terk móts­tøða fyri FC Keypmannahavn, tá s­aman um kom, og tí verður eingin rein dons­k áttandaparts­­ finala hes­a ferð UEFA CUP Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Manchester City vann í gjárkvøldið 2­1 á FCK á City of Manchester leik­ vøllinum, og vann sostatt ein samlaðan 4­3 sigur á FCK. Venjarin hjá FCK, Staale Solbakken satsaði, tá hann setti vanliga liðskiparan, Ulrik Laursen á beinkin, og valdi at byrja við tí bert 18 ára gamla Mathias Jørg­ ensen, men tað slapp Staale Solbakken at angra. Tá 20 minuttir vóru eftir av dystinum legði walisiski spælarin, Craig Bellamy Manchester City á odda, eftir eitt stórt mistak hjá tí unga Mathias Jørgensen. Tá var vónin um eina reina danska 1/8 finalu í UEFA Cup­kappingini brostin. Tá 85 minuttir vóru farnir, økti Craig Bellamy so til 2­0, eftir ótrúliga flott for­ arbeiðið av Robinho. Í yvirtíðini minkaði Martin Vingaard um munin til 2­1, men tá var ov seint hjá FCK at koma aftur í aftur. Manchester City møtir AaB í áttandapartsfinaluni. Mark Hughes leggur eina við, at hann hevur stóra virðing fyri AaB, og at hann er hugtikin av teimum góðu úrslitunum hjá AaB ímóti Deportivo La Coruna. Hann fer undir ongum umstøðum at undirmeta AaB. Fyrri dysturin verður í Manchester 12. mars, seinni dysturin verður í Aalborg tann 19. mars. AaB framdi fótbóltsbragdið Spælararnir hjá Deportivo La Coruna høvdu nóg illa fingið armarnar niðuraftur eftir sítt mál, áðrenn flúgvandi Luton Shelton byrjaði málveitsluna hjá AaB, ið fekk trý mál eftir fáum minuttum Mynd: Lalo R. Villar/AP Europeiska veitslan hjá FCK liðug AaB kann geva Danmark CL-pláss Nú AaB hevur spælt seg víðari í UEFA Cup­kappingini, er møguleiki fyri, at Danmark fær eitt pláss aftrat í Champions League­kappingini. Um AaB vinnur áttandapartsfinalurnar ímóti Manchester City, koma Danmark og Sveis at standa á jøvnum í styrkistigum, við 25.250 stigum í part. Tá skal UEFA­umsitingin gera av, hvat av londunum fær eitt pláss aftrat í Champions League­kappingini næsta kappingarár. Soleiðis síggja 1/8-finalurnar út Danmark er einasta norðurlandið, sum hevur lið eftir í UEFA Cup­ kappingini, sum nú er komin til áttandapartsfinalurnar. Tær síggja soleiðis út: Werder Bremen ímóti Saint­Etienne, CSKA Moskva ímóti Shakhtar Donetsk, Udinese ímóti Zenit St. Petersborg, Paris Saint­ Germain ímóti SC Braga, Manchester City ímóti AaB, Olympique Marseille ímóti Ajax Amsterdam, Hamburger SV ímóti Galatasaray og Metalist Kharkiv ímóti Dynamo Kiev.