fríggjadagur 27. februar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 41 - 27. februar 2009
nøvn
Vit sóknast eftir verkum eftir Mykines, Reyni, Heinesen, Ruth
Smith, Kamban, Glerfoss, Kampmann, Kruse, Waagstein og øðrum
dygdargóðum listafólkum í samband við komandi søluframsýning.
Frættið nærri við at seta tykkum í samband við okkum.
týsdag - fríggjadag: .......15.00 - 17.30
leygardag: .......................11.00 - 14.00
Annars eftir nærri avtalu !
Niels Finsensgøta 25 · Tórshavn
Tlf. 322022 · Mob. 210022
listagluggin@hotmail.com
www.listagluggin.com
Ingálvur av Reyni, 1993 - Trolaradekk,
130 x 195 cm
Framsýningin verður 3.-7. mars, sí upplatingartíðir
fyri Listagluggan.
Framsýningin endar leygardagin 7. mars kl. 14.00
Jack Kampmann, Kvívík 1957,
65 x 95 cm
Í dag, 27. februar, fyllir
Ruth Hansen, Klaksvík, 70
ár. Ruth er fødd í Danmark,
men flutti sum smágenta
við familjuni til Miðvágs.
Hon giftist til Klaksvíkar,
har hon í út við 40 ár
arbeiddi á posthúsinum.
Ruth er fødd í Mørup í
Jyllandi, har mamma henn
ara, Esther, var ættað. Pápin,
Henning
Ellefsen,
var
ættaður úr Miðvági, sonur
Sámal og Hannu Ellefsen.
Henning fór til Danmarkar
at læra til bygningssnikkara
og tá hann hevði frí, var
hann og vitjaði beiggja
Esther, Victor Madsen, sum
hevði verið í Kanada saman
við pápa hansara. Soleiðis
komu Esther og Henning at
kennast, og í 1945, tá krígg
ið var av, flutti tey til Føroya
at búgva. Esther og Henning
Ellefsen fingu tvey børn,
Ruth í 1939 og John í 1944.
Í Miðvági búði familj
an fyrst á Dalbø og síðani
uppi á loftinum á Snikkara
verkstaðnum. Sum heilt
ung arbeiddi hon í handli í
Miðvági. Síðani fór hon í
húspláss á Argjum, og sum
17 ára gomul fór hon til
Danmarkar fyrst í húspláss
og síðani á háskúla. 20 ára
gomul flutti hon aftur til
Føroyar og fekk arbeiði á
posthúsinum í Havn.
Tá Ruth var 22 ár, fluttu
foreldrini, Esther og Henn
ing, til Grønlands at arbeiða.
Henning doyði í Grønlandi
í desember 1972 og varð
grivin í Miðvági í februar
1973. Esther flutti til Keyp
mannahavnar, har hon búði,
til hon andaðist í 2003.
Í 1964 giftist Ruth við
Petur Hansen úr Garðinum
í Klaksvík. Petur er sonur
Hansinu og Esbern Hansen
(í Garðinum). Hóast Ruth
og Petur vóru uppvaksin í
hvør sínum enda av landin
um, kendust tey longu sum
børn, tí ein arbeiðsgenta hjá
Hansinu og Esbern var úr
Miðvági, og hon plagdi at
taka fitta smádreingin við
sær í summarfrí. Ruth og
Petur fluttu Í 1965 til Klaks
víkar, har Ruth skjótt fekk
bjóða avloysarastarv á post
húsinum. Petur, sum fylti
75 fyrr í ár, var maskinsmið
ur. Tey fyrstu árini silgdi
hann úti, seinni fekk hann
sær verkstað, sum han rak,
til hann mátti leggja frá sær
vegna vánaliga heilsu. Ruth
og Petur eiga trý børn,
Hannu, Esbern og Rúna, og
ommubørnini eru átta í tali.
Dóttirin, Hanna, býr í Klaks
vík, Esbern býr í Hoyvík og
Rúni er búsitandi í Stok
holm í Svøríki.
Ruth arbeiddi á Klaks
víkar Posthúsi, inntil hon
fór frá vegna aldur fyri trim
um árum síðani. Hon var
nærløgd og góð við sítt
arbeiðspláss og sínar starvs
felagar. Í dag eru tað uttan
iva umsorganin fyri ommu
børnunum, sum fyllir mest
hjá Ruth. Men hon dugir
eisini at seta tíð av til annað,
tað verið seg tiltøk í sam
komuni, Betesda, hugna
kvøld saman við bindiklubb
anum ella uttanlandsferðir
saman við vinkonum.
DH
Ruth Hansen 70 ár
Í døgunum frá 5. til 25.
mars hevur Edith Mørkøre
listaframsýning í Ribarhús
í Fuglafirði.
Við á framsýningini í
Ribarhúsi verða hennara
nýggjastu akrylmálningar.
Framsýningina hevur hon
valt at geva heitið “Árstíðir
í lívinum” og íblásturin til
málningarnar hevur hon út
frá viðurskiftum, sum rørast
í tí dagliga lívinum og hend
ingum sum hon ella onnur
rundan um hana koma út
fyri.
Edith Mørkøre er fødd í
1979, er ættað av Argjum,
gift við Kristoffur Mørkøre
úr Klaksvík og er búsitandi
Inni á gøtu í Hoyvík. Edith
hevur málað, síðan hon var
tannáringur og hevur gingið
á Háskúla í Rønde í Dan
mark, har hon tók sergrein í
list. Hon hevur eina heima
síðu, har hon vísir sína list
fram www.edithart.com, tó
verða málningarnir til fram
sýningini í Ribarhús, ikki at
síggja á heimasíðuni, fyrr
enn eftir 25.mars.
Hósdagin 5. mars kl 17
verður fernerisering. Opið
verður soleiðis: Hósdagin
5. mars kl 1720, fríggja
dagin 6. mars kl 1318,
leygardagin 7. mars kl 11
18, og sunnudagin 8. mars
kl 1420.
Síðani er framsýningin
opin
somu
tíðir
sum
Piddasahandil fram til 25.
mars.
Edith Mørkøre
í Ribarhúsi
Edith Mørkøre
Lesið
Sosialin