fríggjadagur 27. februar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 • 27. februar 2009
2
inngangur
grams.fo
20
Mortan í Hamrabyrgi
So gekk tað kortini ikki!
Túrurin hjá Bliki úr Århus við
frískari frukt og grønmeti til
”forvandu” føroyingarnar, ið
hava fegnast um at stákast í
køkunum vikuskifti við frískum
dygdar-rávørum.
Stjóri á Faroe Ship, Jóhanna
á Bergi kunngjørdi herfyri, at
broytingar í siglingarkervinum
fóru at raka leiðina týsdag úr
Århus.
Jóhanna segði, at tey høvdu
roynt leiðina í umleið hálvt
ár, men at nøgdirnar av frukt
og grønmeti til Føroya eru ov
lítlar til at bera tvær leiðir um
vikuna.
Hetta fer at fáa stórar
avleiðingar fyri vinnuna.
Frukt og grønt verður nú
bert borið matvøruhandlum og
matstovum mánadag.
Sum Niels Mortensen í SMS
viðmerkti, so eru vit bumbaði
20 ár aftur í tíðina.
Eisini matstovuvinnan
verður hart rakt. Tað er júst í
vikuskiftinum, at gestirnir eru
flestir í tali. Tað verður stór
avbjóðing at kunna finna loysn
at gera mat á høgum støði
uttan at skammast.
Ikki eitt ilt orð til Faroe Ship
tó! Tey eru privat fyritøka, ið
eins og allar aðrar fyritøkur
skula gera alt fyri at fyritøkan
ber seg. Eisini keðiligar
tillagingar. Soleiðis er tað!
Tað er afturvendandi
trupulleikin: ”einki ber seg
í Føroyum pr. prinsipp!”
Fólkatalið er ov lítið og
oyggjarnar ov fjarskotnar til at
kunna bera vesturlendskt støði
á detail-marknaðin.
Men kundi tað verið øðrvísi?
Nú kenni eg ikki tølini hjá
Faroe Ship, hvussu ov lítlar
flutningsnøgdirnar vóru í mun
til at vera rentablar. Um ein
øking í mongd av frukt og
grønmeti við 10-20-50 ella 100
prosentum skuldi til afturat. Eg
veit tað ikki.
Men hvat nú um Landsstýrið
hevði gjørt álvara av sínum
tankum um at strika mvg’ið
fyri frukt og grønmeti. Hevði
tað kunna økt um nøgdina
(og fólkaheilsuna) soleiðis at
týsdagsleiðin kortini hevði
borið seg?
Ilt at siga.
Ella hvat um Landsstýrið
hevði sent ítøkiligt tilmæli
til allar køkar í almennum
stovnum um at gera enn meira
burturúr frukt og grønmeti.
Hevði tað kunna gjørt munin?
Tað er ilt at siga.
Ella hvat nú um
Fólkaheilsuráðið (aftaná at
MARK-kanningarnar eru
eftirmettar) fekk høvi til at gera
stórt átak fyri at fáa fólk at
eta meira frukt og grønt. Vóru
nøgdirnar av frukt og grønmeti
sum fólk fóru at eta so nóg
stórar til at føroyingar aftur
kundi fingið bjóðað frískar
vørur til vikuskiftið?
Ja, tað er óalmindiliga ilt at
meta um.
Livst so spyrst.
Hin seinasta vikuskiftissalatin