Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 41 - 27. februar 2009 Kundi tú hugsað tær grundstykki í Nólsoy? Tórshavnar kommuna hevur ætlanir um at stykkja út 9 grundstykkir oman fyri dagstovnin í Nólsoy. Grundstykkini verða umleið 500 m² til støddar, og er kostnaðurin mettur til kr. 560/m². Við í kostnaðinum er vegarbeiði og leggjan av leiðingum til vatn, streym, telefon og gøtuljós. Hava tygum áhuga í at keypa eitt av hesum grund- stykkjum, so skulu tygum skrivtliga boða Tórshavnar kommunu frá í seinasta lagi 16. mars 2009. Saman við fráboðanini skal vera váttan frá peninga- stovni um, at tygum hava tøka fígging til grundstykki. Grundstykkini verða tillutað eftir lutakasti millum møguligar keypara. Fráboðanin og váttan um fígging skal sendast til: Tórshavnar kommunu Postsmoga 32 110 Tórshavn faks nr. 30 20 11 epostur: torshavn@torshavn.fo Útstykking í Nólsoy Freist og manngagongd Samband Tórshavnar kommuna Teir førleikar, komandi leiðari skal hava, eru: . Fakliga og menniskjaliga stinnur . Skal kunna tola turbulentar umstøður . Hava myndugleika . Rúmligur . Hava góðar fyrisitingarligar førleikar í orði, talu og verki. Søkt verður eftir virkisfúsum persóni við viðkomandi útbúgving, so sum sálar- frøðingi, pedagogi, sosialráðgeva ella líknandi. Umsitingarligar royndir er ein fyrimunur. Ein av uppgávunum verður at fáa bygnaðarbroytingar á økinum førdar út í lívið. Hetta arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við stjóran á Almannastovuni og starvsfólkunum á stovninum. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag, um tað fevnir um sáttmála- økið hjá Almannastovuni. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra, á tel. 215480, ella 346421. Skrivlig umsókn saman við prógvi o.ø. skal vera Almannastovuni í hendi í sein- asta lagi fríggjadagin 10. mars 2009. Umsóknin skal sendast til: Almanna- stovan, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096, 110 Tórshavn. Vinarliga viðmerk á bræv- bjálvan: Leiðari til ”Nýggjur stovnur fyri børn og ung”. Søkt verður eftir leiðara til nýggjan bú- stovn fyri børn og ung, sum er bústovnur í Tórshavn normeraður til 8 børn/ung. Stovnurin varðar av børnum og ungum við sosialum, kensluligum, sálarligum ella øðrum trupulleikum og forðingum. Talan er um børn og ung, sum eru sera illa fyri. Endamálið við stovninum er at geva børnunum og teimum ungu umsorgan og mennandi umstøður, so tey í framtíðini við treysti megna at taka ábyrgd av egnum lívi. Arbeiðsplássið hjá leiðaranum verður á nýggja stovninum. Viðkomandi skal hava ta dagligu ábyrgdina av ”Bústovninum fyri børn og ung”. Harumframt er arbeiðsøkið hjá leiðaranum samstarv við aðrar líknandi stovnar. Tilvísing hjá leiðaranum verður til stjóran á Almannastovuni Tað er av stórum týdningi, at hesin stovn- ur alla tíðina skipar seg í mun til tørvin av stovnstilboðum til børn og ung. Stovnurin skal samstundis vera við til at menna tilboðini til børnini/tey ungu, so tey eru nøktandi, hóskandi og dagførd í mun til tann tørv, ið kann stinga seg upp. almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo ...................... K R E A LEIÐARI TIL NÝGGJAN BÚSTOVN FYRI BØRN OG UNG Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv við nógvum og fjølbroyttum avbjóðingum, umframt møguleika fyri persónligari og fakligari menning