Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 41 - 27. februar 2009 Pál Weihe, yvirlækni helt ein áhugaverdan fyrilestur á Klaks­ víkar Bókasavni hóskvøldið. Hetta var tann triði og sein­ asti fyrilesturin í Torra­ vikuni, har bókasavnið var nærum fullsett. Pál greiddi frá søguligu gongdini um dálking av ym iskum sløgum, og hvussu menn úti í heimi vórðu varugir við ávirkan á mannaheilan, nervalagið, skynvísið, æðrakálking og ymiskt annað í hesum sambandi og annars á mannakroppin og gerand is­ dagin hjá nógvum fólkum. Nøgdir av t. d. PCB og kviksilvur, sum fyrr vórðu hildnar at vera ikki so skaði ligar, høvdu, sum árini eru liðin, víst seg at hava størri árin, enn fyrr hildið. Pál vísti á tríggjar ymisk­ ar kanningarhættir, sum hann hevði verið partur av, har hópin av fólki í Føroyum vóru kannað. Alt peika á tað sama – PCB og kvik­ silvur er skaðiligt. Samstundis er ávíst, at føroyingar hava munandi størri nøgdir av PCB og kviksilvur í kroppinum, enn øll rundanum okkum – kanska eini 10 ferðir so nógv PCB, sum ein, ið býr í New York. Hesar stóru nøgdirnar verða tilskrivaðar grinda­ hvalinum, sum vit eta, og sum inniheldur hópin av hesum og øðrum vanda­ miklum evnum. Verður etið bert smáar nøgdir av grind ­ 100 g, so eru vit longu at og omanfyri tilráddu mark­ virðini av vandamiklu evn­ u num, sum grind inni­ heldur. Etivanar Ein kanning av etivanum hjá barnakonum í Føroyum í 1982, sum er samanborin við etivanar í 2001 vísir, at tær eta helmingin av fiski – og ein 1/10 av spiki í 2001 í mun til í 1982. Ta skerdu spiknøgdina fegnast Pál um! Men tað harmar hann almikið at fiskanøgdin er farin niður í helvt. Tað vísir seg, at etur tú fisk í rímiligum nøgdum, væl meir enn nú, so hevur fiskur gagnliga ávirkan á, at serliga PCB og lutvíst eisini kviksilvur ikki verður upptikið í kroppinum. Parkinson Í norðurlondum hevur Før­ oyar størsta títtleika av Parkinson – í mun til Noregi og Danmark hevur Føroyar tvífalt so stóran títtleika av Parkinson sjúku. Føroyar kunnu samanberast við Grønland í títtleika, tó at vit liggja hægri. (eta eisini sjódálkað feitt) Parkinsons sjúklingar siga seg hava etið meira grind og spik sum vaksin, enn fólk, sum ikki hava parkinson. Afturat hesum, og at títtleikin er so stórur í Føroyum, verður hildið, at hetta kann geva ábendingar um, at samband er millum PCB og kviksilvur og Parkinsons sjúku. Laboratorii­ og djóra­ kann ingar vísa, at kviksilvur ávirkar dopaminmongdina í heilanum, sum so aftur hevur ávirkan á Parkinsons sjúku. Ein áhugaverdur fyri­ lestur, sum stuðlaði undir TILMÆLIÐ um ikki at eta grind. Aftaná vóru áhugaverdir spurningar settir og gott kjak. Umboð fyri Grinda­ manna­felagið vóru eisini við at lurta og seta við­ komandi spurningar til Pál Weihe, yvirlækna. Fyrsti fyrilesturin í Torravikuni týs­ kvøldið í Klaksvík var stór­succes. Bóka savnið var meir enn fullsett av norð­ oyingum og eystur­ oyingum, meðan Knud Simonsen greiddi hugtakandi frá HÚK­skipanini, sum kann siga frá streymi og góðum mið TORRADAGAR Dávur Winther Greitt varð frá grundarlag­ num undir nýggju HÚK­ skipanini, har tú kanst fram rokna tær rákið, so tú sær nær er best at leggja ætlaðu leiðir. Eisini kannst tú leggja egin mið inn í skipanina, og um tú vil ­ myndir av ýtum. HÚK­skipanin kann heint­ ast ókeypis av netinum. Knud Simonsen, havfrøð­ ingur á náttúruvísinda deild­ in á Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt streymkort frá teldusimuleringum, fiski­ miða søvn og er hetta savnað í eina telduskipan, sum er ætlað at verða hent kunning hjá teimum, ið dáma at fara á flot av og á. Útróðrarmenn hava sýnt skipanini áhuga. Enntá hava fleiri í Noregi heintað skip­ anina av netinum. Grund ar­ lagið undir skipanini er frá áralongum virksemi á Fróð­ skaparsetrinum og á Fiski­ rannsóknarstovuni, sum er runnið saman við stóra bátaáhuganum hjá nøkrum einstaklingum og virkjum. Hugskotið til skipanina fekk Knud í Klaksvík, ein hann dagin gekk fram við bátabrúgvnum. Har lóu fleiri farteldur frammi í rútin um á stuttleika bátun­ um. Tá kom honum til hugs, at hansara streymrokningar kundu komið stuttleika fisk­ arunum og útróðrarmonn­ unum annars meira til gagna umvegis eina far­ teldu, sum var knýtt at eini GPS­skipan. Knud Simonsen hevði eitt lætt tosingarlag við smá um skemtiligum við­ merk ingum. Hesar framdu eisini eina góða fatan av eini rúgvusmiklari teldu­ skipan, sum flestu sjómenn onkusvegna hava kunnleika til. Tá ið tann eini viðoy ing­ urin fór um hurðina væl nøgdur, læt í honum: Hetta var weldigt! Jú, sanniliga fingu áhoyr­ arnir úr Lorvík, Gøtu, Sølda firði, Runa­, Ritu­ og Æðuvík saman við norð­ oyingunum eitt áhugavert kvøld. Og prátið gekk so lystiliga aftaná – Tá høvdu teir stillføru menninir nógv at fortelja og spyrja um afturvið einum kaffimunni. Bókasavnið á floti við teldu Grind sum mannaføði? Fíggjarligir masochistar? Hetta var ein av spurningunum, Hóraldur Joensen setti á Klaksvíkar Bókasavni mikukvøldið TORRADAGAR Dávur Winther Við hópin av áhugaverdum taldømum setti Hóraldur Joensen einkul roknidømi upp um, hvussu lítið føroy­ ingar gagnnýta tilfeingið úr havinum. Til dømis úr livrini, skræðuni, rognum, fiskablóði, garnarum, o.m.m. Dømi: Í 2005 veiddu vit umleið 108.000 tons av botnfiski. Av hesum kundi verið ein livurúrtøka á o.u. 7% ella 7600 tons/ár. Úr hesum kundi verið vunnið 4000 tons av lýsi. Lýsi í fløskum Dkr 150–300 /kg, sum kundi givið Dkr 600–1200 milliónir /ár. Ella um hetta var gjørt til lýsiperlur av bíligum slag Dkr 0,5 /g; so kundi hetta givið Dkr 2 milliardir /ár. Tá er ikki tikið við tað gagnliga árinið, hesar omega­ 3 fitisýrunar hava á t. d. nervaskipan, immunskipan, heilavirkni, sjón, húð, liðir, krabbasjúkur, sukursjúku, tunglyndi o.m.m. Men vit blaka heldur livrina út. Hóraldur vísti á fleiri líknandi dømi. Eitt miðvíst granskingar­ og søluaarbeiði vantar, saman við einum politiskum vilja um, at so skal verða, helt Hóraldur fyri. At enda setti Hóraldur Joensen spurnartekin við: • Vilja føroyingar granska? Sær ikki soleiðis út! • Vilja føroyingar virðisøkja veiðu? Sær ikki soleiðis út! • Vilja føroyingar arbeiða móti størri vinningi? Sær ikki soleiðis út! • Eru føroyingar vit kaos-elskandi, sjálvdestruktivir fíggjarligir masochistar? Sær soleiðis út!