fríggjadagur 27. februar 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 • 27. februar 2009
24
upp
skriftin
mortan@hamrabyrgi.com
Linsu-salat við súrepli og heslinøtur
•
2 dL grønar Puy-linsur
•
2 súrepli
•
3 leggir blaðselleri
•
100 g snerktar heslinøtur
•
Salt og pipar
Dressing:
•
1½ spsk Dijon-sinnop
2 spsk ahorn-sirop
2 spsk súreplacider-edika
2 spsk jomfrú-olivinolja
salt
Framferðarháttur:
Kóka linsurnar 15-20 min til tær eru moyrar, men ikki
sundurkókaðar. Síla vatnið frá.
Rør saman alt tilfarið til dressing.
Sker súreplini sundur í puntar. Skiva blaðselleri og sker
nøturnar groft sundur.
Blanda nú salat og dressing saman. Krydda við pippari og salt.
Prei! Nakrar dropar av trøflu-olju ger ikki verri.
Kann goymast svalligt nakrar tímar ella setast á borðið
beinanvegin.
Svartar bønir við mango og mais:
2 dL svartar bønir (skula útvatnast 8 tímar)
2 maiskolbur
1 mango (flust og skorin í puntar)
1 reyð piparfrukt (skorin í puntar)
2 avokado (flust og skorin í puntar)
1 nevi av frískum koriander
Dressing:
½ dL limesevja
2 spsk flótandi hunang
1 spsk jomfrú-olivinolja
1 reyð kili-frukt (fíntskorin)
Framferðarháttur:
Kóka bønirnar í ósaltaðum vatni til tær eru moyrar og ikki
sundurkókaðar. Umleið 45-55 minuttir. Síla vatnið frá.
Kóka mais-kolburnar og stilla tær at køla av. Sker síðani
kjarnirnar av kolbuni og blanda saman við bønir, mango,
piparfrukt, avokado og koriander.
Rør saman sevju frá lime-frukt, hunang og olivinolju. Lat síðani
kili í. Rør salat og dressing væl saman til eina góða ”salsa”
Prei! Um tú vilt forða at avokado gerst brúnlig, so er bara at
lata avokado-puntarnar í dressingina alt fyri eitt.
Louisa Lorang ger salat
Úr nýggju kókibókunum hjá Louisu Lorang, ið koma
út 7. mars, prenta vit her tvær vælsmakkandi salatir: